Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2024Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við § 2 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 4, § 8, stk. 4, § 12, stk. 3, § 13, stk. 3, § 14, stk. 2, § 15, stk. 3, § 19, stk. 3 og 4, § 19 a, stk. 7, 1. og 2. pkt., og stk. 8, § 20, stk. 2 og 3, § 23, § 24, stk. 1 og 2, og § 25, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2, verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
2. § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Skyldur og rættindi sbrt. hesi løgtingslóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. § 20 og lestrarstudningi sbr. § 20 a.”
3. Í § 13, stk. 1 verður “kr. 25.000” broytt til: “30.000 kr.”.
4. Í § 15, stk. 2, 3. pkt., § 21, stk. 1, og § 25, stk. 1, 2. pkt. verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
5. Í § 15 a, stk. 1, 1. pkt., og § 22 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
6. Í § 15 a, stk. 3 verður “Landsstýrismaðurin í vinnumálum” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
7. Í § 17, stk. 2 verður “smbrt.” broytt til: “sbrt.”, og í nr. 1 verður “men ikki 67 ár” broytt til: “men ikki hava nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”.
8. § 18, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) fólkapensjón, fyritíðarpensjón og framskundað pensjón,”.
9. § 18, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og lønarískoyti til tillagað starv sbrt. § 21 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,”.
10. Heitið á kapitli VII verður orðað soleiðis:
“Sjálvstøðug vinnurekandi, nýútbúgvin o.o.”
11. Aftan á § 20 verður í kapitli VII sett:
“§ 20 a. Hjá teimum, sum eru nýútbúgvin og ikki longur hava rætt til stuðul frá Studna, verður studningur, móttikin seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna, taldur við í útrokningargrundarlagið sbrt. § 12, stk. 1, 1. pkt. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um barsilspening til nýútbúgvin.”
12. Í § 21, stk. 1 verða aftan á 1. pkt. sum nýggj pkt. sett:
“Landsstýrisfólkið kann eisini fáa váttan um mettan føðidag og fráboðan um barnsburð beinleiðis frá Heilsuverkinum umframt læknaváttan um, at tað stendst heilsuvandi fyri fostur og/ella kvinnuna sjálva av at vera í starvinum, og váttan beinleiðis frá Familjufyrisitingini um faðirskap og sammóðurskap og kunning um avgerð um, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við ættleiðing.”
13. Í § 21 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Upplýsingarnar, ið landsstýrisfólkið hevur tørv á frá øðrum myndugleikum fyri at kunna útinna uppgávurnar sambært hesi lóg, kunnu fáast til vega við beinleiðis atgongd til elektronisku upplýsingarnar í telduskipanunum hjá viðkomandi myndugleikum.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
14. Í § 21, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “landsstýrismanninum tær upplýsingar, hann biður um” broytt til: “landsstýrisfólkinum tær upplýsingar, biðið verður um”.
15. Aftan á § 23, men áðrenn yvirskriftina yvir § 24, verður sett:
“§ 23 a. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast Barsilsskipanini elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2024.
Stk. 2. § 1, nr. 2, er galdandi fyri barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi frá og við 1. juli 2024.
Í Tinganesi, 16. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 92/2023