Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mars 2000Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1, litra c, verða orðini “ella fyri at brúka ella hava rættin til at brúka ídnaðar, handils ella vísindaligan útbúna (m.a. leasing)” strikað.
2) Í § 2, stk. 1, litra j, verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Skip, tó ikki fiskiskip, sum eru skrásett við heimstaði í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verða javnmett við skip, sum eru skrásett við heimstaði í Føroyum, um tey við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki.”
3) Í § 3, stk. 5 verður “stk. 1 og stk. 2” broytt til: “stk. 2 og stk. 3”.
4) Í § 5, stk. 1, verður “teirra” broytt til: “síni”.
5) Í § 25 b, stk. 1, verður “millum føroyska og útlendska havn og millum útlendskar havnir” broytt til: “millum føroyska og útlendska havn ella millum útlendskar havnir”.
6) § 29, nr. 13, verður orðað soleiðis:
“13) barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2, í lóg um almenna forsorg við seinni broytingum og barnagjald og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. við seinni broytingum.”
7) Eftir § 33, nr. 13, verður sett sum nýtt nr.:
“14) Skattgjaldari, sum arbeiðir hjá føroyskum virki, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum fyri síðani at verða latið og sett upp uttanlands, men har sjálvt arbeiðið uttanlands ikki tekur so langa tíð, at treytirnar í nr. 12 eru loknar, kann eftir umsókn fáa frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur, meirútreiðslur til sjúkra- og vanlukkutryggingar í sambandi við tann partin av arbeiðinum, sum verður gjørt uttanlands. Landsstýrismaðurin ásetir frádráttarupphæddina og neyvari reglur fyri, hvussu frádrátturin verður veittur.”
8) Í § 46, stk. 2, verður “oktober” broytt til: “desember”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1, nr. 3-7 og nr. 9, fær virknað frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 24. mars 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður