Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. apríl 2019Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um,
1) hvussu og nær persónar og arbeiðsgevarar skulu rinda tey í stk. 1 nevndu gjøld,
2) av hvørjum A-inntøkum persónar møguliga sleppa undan at rinda gjaldið, og
3) um avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda tey í stk. 1 nevndu gjøld eftir rokning.”
2. Í § 2, stk. 5 verður aftan á 1. pkt. sum nýggj pkt. sett:
“TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum. TAKS er eisini heimilað at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.”
3. Í § 2 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Fyri persónar, fevndir av Nordisk Konvention om Social Sikring, fylgir gjaldsskyldan til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og møguleikin fyri at vera frítikin fyri at rinda í grunnin, teimum vanligu reglunum.”
4. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónur,
1) sum býr í Føroyum og sum hevur búð í Føroyum í minst 3 ár, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ár, men sum antin er frítikin eftir § 2, stk. 7 ella ikki lýkur krøvini í stk. 1, hevur rætt til 1/15 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt ár, viðkomandi hevur verið búsitandi í Føroyum, tó í mesta lagi 15/15. Ár við frítøku eftir § 2, stk. 7 telja ikki við.
2) sum ikki býr í Føroyum, men sum hevur búð í Føroyum í minst trý ár, meðan viðkomandi var millum 15 og 67 ár, hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirøn fyri hvørt ár, viðkomandi búði í Føroyum, tó í mesta lagi 40/40. Ár við frítøku eftir § 2, stk. 7 telja ikki við.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2019.
Í Tinganesi, 26. apríl 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 89/2018