Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2005Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast er broytt við ll. nr. 86 frá 20. desember 2004, verða í fylgiskjølunum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2 í lógini, gjørdar hesar broytingar:
Í fylgiskjali 1 verður aftaná kap. 18 sett:
“Kap. 19:
1905.31.11, avgjald 10% + 12,00 kr. pr. kg. Søtar keks
1905.32.00, avgjald 10% + 12,00 kr. pr. kg. Vaflur
1905.90.94, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Snacks
Kap. 20:
2005.20.12, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Chips
Kap. 21:
2106.90.19, avgjald á 6,00 kr. pr. litur á leskidryksúrdrátti”
1) Í fylgiskjali 1 verður eftir “Kap 22:” sum nýtt vørunummar sett:
“2202.10.19, avgjald á 1,00 kr. pr. litur sodavatn”
2) Í fylgiskjali 1 verður Kap. 85 strikaður.
3) Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 vørunummar “1905.30.00” strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:
“1905.31.11, avgjald 2,00 kr./kg. Søtar keks.
1905.31.12, avgjald 2,00 kr./kg. Smákøkur.
1905.32.00, avgjald 2,00 kr./kg. Vaflur.”
4) Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 aftaná vørunummar “1905.90.93” sum nýtt vørunummar sett:
“1905.90.94, avgjald 2,00 kr./kg. Snacks.”
5) Í § 2 verður sum nýtt stk. 2. sett:
”Stk. 2. Framleiðsla av teimum vørum í vørunummar 2202.10.19 er, tá ið framleiðslan fer fram á bryggjaríum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2005.
Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa endurgoldið avgjald av vørum í Kap. 85, sum eru á goymslu 30. apríl 2005. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru:
1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 30. apríl 2005 og
2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. juli 2005.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)