28. mai 2026Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin)
(Um at leingja sólseturáseting í fjarskiftislógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 42 frá 16. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. § 58 a, sum ásett í § 1, nr. 5, fer úr gildi 1. juni 2027.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 28. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 103/2025