6. mai 2015Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Eftirlønargjald ikki rindast av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum heima)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014 og løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, verður § 3, nr. 16 orðað soleiðis:
”16) Útgjaldi sbrt. kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 6. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 99/2014