Skrivar tú trygging? verður leitað eftir orðum sum t.d. tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging.
Skrivar tú ?trygging? verður leita eftir orðum sum t.d. lívstryggingarvirksemi.
7. apríl 2020Nr. 44
Løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum senda starvsfólk, sum eru 67 ára gomul ella eldri, heim orsakað av COVID-19, og tey starvsfólk, sum eru 67 ára gomul ella eldri, sum hesir arbeiðsgevarar senda heim av somu orsøk.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast starvsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.
Rætturin til lønarískoyti
§ 2. Persónur við bústaði í Føroyum, sum hevur fylt 67 ár, og sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, hevur rætt til lønarískoyti frá tí degi, at viðkomandi er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðan av COVID-19 kring heimin, og harvið ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst.
Umsókn o.a.
§ 3. Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.
Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið er 57,69 krónur um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar. Ískoytið kann tó ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 12. mars 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Onnur inntøka
§ 5. Lønarískoytið kann verða skert við øðrum A-inntøkum frá arbeiði, sum starvsfólkið ikki hevði, tá tað var heimsent av sínum arbeiðsgevara, og sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðinum.
Stk. 2. Starvsfólk skal upplýsa aðrar A-inntøkur fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum, og lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Stk. 4. Aðrar A-inntøkur sambært stk. 1 verða umroknaðar til tímar, í hesi løgtingslóg nevndir arbeiðstímar, sum lønarískoyti ikki verður goldið fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, starvsfólkið hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður lønarískoytið tó ikki goldið fyri hetta tíðarskeið.
Umsiting og eftirlit
§ 6. Til umsiting og eftirlit við rindan av lønarískoyti sambært hesi løgtingslóg kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.
Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu til at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.
Afturgjald
§ 7. Upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, kunnu verða kravdar afturgoldnar sambært § 28 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Revsing
§ 8. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávu annars, verður hann revsaður við sekt, sum sambært hesi løgtingslóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kærur
§ 9. Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið viðvíkjandi lønarískoyti sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini sambært § 26 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Útreiðslur
§ 10. Samlaðu útreiðslurnar fyri lønarískoyti og umsiting sambært hesi løgtingslóg verða endurrindaðar Arbeiðsloysisskipanini av landinum.
Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.
Stk. 2. Hóast stk. 1 kunnu upphæddir, fevndar av § 7 framvegis verða kravdar afturgoldnar sambært § 28 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 3. Umsóknir, sbrt. § 3, ið ikki eru Arbeiðsloysisskipanini í hendi ein mánað eftir, at lógin er farin úr gildi, verða ikki viðgjørdar.
Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 134/2019