Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
(Sjúkrakassafæið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður § 30, stk. 7 orðað soleiðis:
“Stk. 7. Fæið, sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá øll viðurskifti sjúkrakassanna eru avgreidd, verður latið sum stovnsfæ í Sjúkrakassagrunn Føroya. Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Grunnurin skal innan 1. apríl 2014 hava gjørt skrivligar leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og skal hava útgoldið alt fæið til Granskingargrunnin, ið hereftir hevur ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi leiðreglunum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi lovbekendtgørelse nr. 514 af 21. juli 1989 om den offentlige sygeforsikring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 129/2011