Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2007Nr. 44
Løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda lóg skal leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum at minka um búskaparliga ójavnan í heimi.
Stk. 2. Landsstýrið skal virka fyri hesum við at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond, smbr. stk. 3. Samstarvið kann vera formligt sum óformligt.
Stk. 3. Í hesi lóg verða menningarlond skilmarkað á sama hátt sum hjá OECD.
§ 2. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, stjórnir í øðrum londum, altjóða stjórnarfelagsskapir og aðrar felagsskapir, teirra millum føroyskar.
Stk. 2. Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er:
1) at skipa haldgóða fyrisiting,
2) at fáa búskaparvøkstur og
3) at tryggja sosial framstig
Stk. 3. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki at verða gagnnýtt og ment í sambandi við slíkar verkætlanir.
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðul verður játtaður. Her eru at nevna krøv til fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara og afturrindan av stuðli.
§ 4. Nevnd fyri menningarsamstarv skal geva landsstýrismanninum ráð til at fremja hesa lóg í verki.
Stk. 2. Nevndin hevur formann og fýra limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir at sita í fýra ára skeið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi nevndarinnar.
§ 5. Henda løgtingslóg fær gildi 30. juli 2007
Tórshavn, 14. mai 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 74/2006