Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. apríl 2021Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Eftirlit við lestrarvirkni, reglur um stuðul til skúlagjald til lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, norðuratlantsflokkur javnsettur við miðnám í Føroyum og hægri hámark fyri skúlagjald til útbúgving uttan fyri Norðurlond)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 verða sum stk. 3 og 4 sett:
“Stk. 3. Útbúgvingarstovnurin hevur eftirlit við, um tann lesandi er lestrarvirkin, og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tann lesandi er farin undir útbúgvingina, og hvørt hálvár eftir hetta, skal útbúgvingarstovnurin boða Studna frá, um tann lesandi er lestrarvirkin sambært stk. 1, 2. pkt.
Stk. 4. Studni kann krevja stuðul rindaðan aftur, um tann lesandi hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella hevur tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars.”
2. Aftan á § 6 a verður sett:
“§ 6 b. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at Studni kann veita studning til skúlagjald fyri næming, sum tekur lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, eftir at hava lokið fyrsta árið av gymnasialum miðnámi í Føroyum.
Stk. 2. Studningur til skúlagjald fyri næmingin kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár.
§ 6 c. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at næmingur, sum tekur lestrarfyrireikandi gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, verður javnsettur við næming, sum tekur miðnámsútbúgving í Føroyum.”
3. Í § 12, stk. 4 verður: ““løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008”” broytt til: “løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.”
4. Í § 13, stk. 1, 3. pkt. og stk. 2 verður “kr. 80.000” broytt til: “kr. 100.000”.
5. Í § 21, stk. 2-4 verður: “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2021.
Stk. 2. Tó kemur § 6 b, sum ásett í § 1, nr. 2, í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. apríl 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 116/2020