28. mai 2026Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin)
(Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), sum broytt við § 77 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og § 8 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður § 13, stk. 1, orðað soleiðis:
“Veiða og fiskiveiða eru ikki fevndar av løgtingslógini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 28. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 104/2025