Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mars 2001Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 6, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
2) Í § 3, seinasta pkt., verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
3) § 4, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Treytin fyri útgjalding er, at kravið er gjaldkomið, og at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda tað í § 7, stk. 1, nevnda gjald.”
4) Í § 7, stk. 3, verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin ”.
5) § 7 a verður strikað.
6) Í § 8 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
7) Í § 9, stk. 1, 1. pkt., verður “Líkningarráð Føroya” broytt til: “Toll- og Skattstova Føroya”.
8) Í § 9, stk. 1, 4. pkt., verður “Føroya Landsstýri” broytt til: “Landsstýrismanninum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 30. mars 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður