Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 16, stk. 1, pkt. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 75% av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi, býtt við 253.”
2) § 16, stk. 2, pkt. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 210.000.”
3) Eftir § 16 verður sett:
“§ 16 a. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn 10 bíðidagar eru farnir. Stk. 2. Um stýrið tekur undir við tí, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta, nær og hvussu bíðidagar verða ásettir.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Frá fyrsta útgjaldsskeiði eftir, at lógin er sett í gildi, verða øll, sum eru arbeiðsleys, og sum verða arbeiðsleys eftirfylgjandi, roknað av nýggjum samsvarandi hesi lóg.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 155/2011