10. mai 2013Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012, verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í § 2, stk. 2 verður sum nýtt 1. pkt. sett:
“Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og persónar, sum ikki arbeiða í Føroyum og sum búgva uttanlands, rinda einki í grunnin.”
2. Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Kravið um skráseting í fólkayvirlitinum í Føroyum er ikki galdandi fyri sjómenn, sum búgva í Føroyum, men av arbeiðsávum eru skrásettir í fólkayvirlitinum í Grønlandi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2013.
Tórshavn, 10. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 123/2012