Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2009Nr. 45
Løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Grannskoðaralógin)
Kapittul 1
Øki løgtingslógarinnar og allýsingar 1)
Øki løgtingslógarinnar 1)
§ 1. Henda lóg fevnir um treytirnar fyri góðkenning og skráseting av grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, um treytirnar fyri fremjan av uppgávum í sambandi við grannskoðan v.m. og reglur um alment eftirlit við góðkendum grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Lógin er galdandi, tá grannskoðarin gevur grannskoðanarátekningar á roknskapir, heruppií tá grannskoðarin ummælir leiðslufrágreiðingar sambært ársroknskaparlógini, og tá grannskoðarin gevur aðrar váttanir við trygd, ið ikki einans eru ætlaðar til egna nýtslu hjá tí, sum hevur biðið um tær.
Stk. 3. 1) Lógarinnar § 15, stk. 4, §§ 20, 28, 41-44, § 44 c og § 51, stk. 4, 1. pkt. eru eisini galdandi, tá grannskoðari gevur aðrar váttanir, ið eru kravdar sambært lóggávuni annars, ella ikki einans eru ætlaðar til egna nýtslu hjá tí, sum hevur biðið um tær.
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Allýsingar 1)
§ 1 a. 1) Eftir hesi løgtingslóg galda hesar allýsingar:
1) Grannskoðari: Persónur, sum er góðkendur sambært §§ 3, 10 og 11, um ikki annað sæst týðiliga.
2) Grannskoðanarvirki: Eitt virki, sum er góðkent sambært § 13, um ikki annað sæst týðiliga.
3) Fyritøkur av almennum áhuga:
a) fyritøkur, ið hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES-landi ella einum EBS-landi, og
b) fíggjarfyritøkur, sbr. § 5, stk. 1, nr. 1, litra a í Bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, tryggingarfeløg, sbr. § 5, stk. 1, nr. 11 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, tó undantikið tryggingarmeklaravirksemi, og tryggingarfelag sambært løgtinglóg um P/F Lív lívs- og pensjónstryggingarfelag.
4) Smáar fyritøkur: Fyritøkur, sum fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fara upp um tvey av hesum støddarmørkum:
a) ein fíggjarjavna upp á 36 mió. kr.,
b) ein nettoumsetning upp á 72 mió. kr., og
c) eitt miðaltal gjøgnum roknskaparárið av heiltíðarsettum starvsfólkum upp á 50.
5) Miðalstórar fyritøkur: Fyritøkur, sum ikki eru smáar fyritøkur, og sum fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fara upp um tvey av hesum støddarmørkum:
a) ein fíggjarjavna upp á 143 mió. kr.,
b) ein nettoumsetning upp á 286 mió. kr., og
c) eitt miðaltal upp á 250 av heiltíðarsettum starvsfólkum gjøgnum roknskaparárið.
6) Stórar fyritøkur: Fyritøkur, sum ikki eru smáar ella miðalstórar fyritøkur.
Stk. 2. Tá støddin á fyritøkuni skal roknast eftir stk. 1, nr. 4 og 5, skal § 7, stk. 3 og 4 í ársroknskaparlógini nýtast, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Fyri móðurfyritøkur verður fíggjarjavni, nettoumsetningur og miðaltal av heiltíðarsettum í roknskaparárinum, sambært stk. 1, nr. 4 og 5, roknað á tann hátt, at fíggjarjavni, nettoumsetningur og talið av heiltíðarsettum hjá móðurfyritøku og dótturfyritøku verður lagt saman. Tá støddin eftir 1. pkt. verður roknað, er § 110, stk. 2 og 3 í ársroknskaparlógini galdandi.
Kapittul 2
Góðkenning o.a. 1)
Almenn skrá
§ 2. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir. Í skránni standa
1) persónar, ið eru góðkendir sum løggildir ella skrásettir grannskoðarar, sbr. § 3,
2) persónar, ið sambært § 10, stk. 1,eru góðkendir sum grannskoðarar,
3) persónar, ið sambært § 10, stk. 3, hava fingið loyvi til at røkja ítøkilig størv,
4) persónar, ið fyribils og av og á geva váttanir, sbr. § 11, stk. 2,
5) virkir, ið eru góðkend sum grannskoðanarvirkir, sbr. § 13.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu skráin verður førd, heruppií um fráboðan til skránna og um røkt av henni.
Góðkenning sum løggildur grannskoðari og skrásettur grannskoðari
§ 3. 2) Skráseting Føroya kann góðkenna ein persón sum løggildan grannskoðara, um viðkomandi
1) hevur bústað í Føroyum, ella er fevndur av reglunum í Hoyvíkssáttmálanum um niðurseturætt og tænastuveitingar,
2) er myndugur og ikki undir verju,
3) ikki hevur boðað frá gjaldsteðgi ella er er undir trotabúaviðgerð
4) hevur staðið eina serliga próvtøku, sbrt. reglum givnar sambært § 31,
5) í minsta lagi 3 ár eftir at hava fylt 18 ár serliga hevur tikið lut í uppgávum, ið viðvíkja grannskoðan av ársroknskapum, samtøkuroknskapum ella samsvarandi roknskaparfrágreiðingum, og
6) er tryggjaður móti fíggjarligum krøvum, sum kunnu standast av at fremja uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Um ein sínamillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, EBS ella beinleiðis við einstøk lond um niðurseturætt og tænastuveitingar, hava persónar, fevndir av avtaluni, sama rætt til góðkenning sum persónar, fevndir av stk. 1, nr. 1.
Stk. 3. 2) Uppgávur sambært stk. 1, nr. 5 skulu gerast í einum grannskoðanarvirki. Góðkenning sum løggildur grannskoðari kann einans verða fingin, um uppgávurnar eru undir eftirliti av góðkendum grannskoðara.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann geva undantak frá treytini í stk. 1, nr. 5.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tryggingina sambært stk. 1, nr. 6, heruppií um vavið og slagið av trygging og um tíðarskeiðið, tryggingin fevnir um.
Stk. 6. Góðkenning kann verða noktað
1) undir teimum í § 78, stk. 2 í revsilógini nevndu umstøðum,
2) um viðkomandi hevur sýnt slíkan atburð, at orsøk er at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja uppgávuna sum álitisumboð hjá almenninginum á fullgóðan hátt, ella
3) um viðkomandi hevur eina falna skuld til tað almenna upp á 50.000 kr. og meira.
§ 3 a. 2) Skrásettir grannskoðarar, sum standa í skránni hjá Skráseting Føroya yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 kunnu fáa góðkenning sum løggildir grannskoðarar, um teir standa eina próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesa próvtøku, undir hesum um innihaldið í próvtøkuni, próvtøkuhald og próvdøming.
Eftirútbúgving
§ 4. 1) Grannskoðari, ið er góðkendur sambært § 3, hevur skyldu til at luttaka í eini hóskandi eftirútbúgvingarætlan, ið tryggjar, at viðkomandi javnt og samt dagførir og heldur við líka sín ástøðiliga kunnleika, sín yrkisførleika og sín kunnleika um krøvini til álitisumboðið hjá almenninginum á einum nóg høgum støði.
Stk. 2. 2) 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirútbúgving og eftirlit við hesi. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta nærri reglur um meiri eftirútbúgving fyri grannskoðarar, ið grannskoða virkir, fevnd av § 1 a, stk. 1, nr. 3.
Stk. 3. Grannskoðari skal til eina og hvørja tíð kunna skjalprógva, at krøvini um eftirútbúgving eru lokin.
Nýtsla av heiti
§ 5. Einans persónur, sum er góðkendur sum løggildur grannskoðari, kann nýta heitið “løggildur grannskoðari” ella samansetingar við hesum.
Stk. 2. Einans persónur, sum er góðkendur sum skrásettur grannskoðari, kann nýta heitið “skrásettur grannskoðari” ella samansetingar við hesum.
Stk. 3. Einans persónur, ið er góðkendur sum grannskoðari sambært § 3 og § 10, stk. 1, kann nýta heitið “góðkendur grannskoðari” ella samansetingar við hesum.
Stk. 4. Tað er ikki loyvt at nýta føroysk ella útlendsk heiti, ið kunnu mistakast fyri hesi. Hetta er tó ikki galdandi fyri teir persónar, ið er góðkendir sambært §§ 10 og 11.
Stk. 5. Persónur, ið ikki longur er góðkendur sum løggildur ella skrásettur grannskoðari, kann ikki nýta heitið “løggildur grannskoðari” ella “skrásettur grannskoðari” ella samansetingar ella styttingar av hesum, sbr. tó § 6, stk.1.
Varðveitsla
§ 6. 1) Grannskoðari kann lata sína góðkenning í varðveitslu hjá Skráseting Føroya. Varðveitsla er treytað av, at góðkenningin ikki er fallin burtur sambært § 7, tikin frá viðkomandi sambært § 8 og § 8 a, stk. 4, nr. 3 ella frádømd sambært § 42, stk. 2, ella § 79 í revsilógini.
Stk. 2. Grannskoðari, sum hevur latið sína góðkenning í varðveitslu hjá Skráseting Føroya, kann í handilsviðurskiftum ikki nýta heitið “løggildur grannskoðari”, “skrásettur grannskoðari” ella “góðkendur grannskoðari”. Samansetingar ella styttingar av hesum heitum kunnu ikki verða nýttar.
Stk. 3. 1) Persónur, ið hevur latið sína góðkenning í varðveitslu, kann eftir áheitan um hetta aftur verða góðkendur treytað av, at viðkomandi lýkur treytirnar í § 3, stk. 1, nr. 1-3 og 6 og § 4, og at viðkomandi ikki hevur falna skuld til tað almenna upp á 100.000 kr. ella meira. § 8 a, stk. 1 og § 9, stk. 3, verða nýttar í sambandi við góðkenning aftan á varðveitslu.
Stk. 4. Grannskoðari, ið leggur sína góðkenning í varðveitslu, verður strikaður úr almennu skránni yvir góðkendar grannskoðarar.
Burturfall
§ 7. Góðkenning sum grannskoðari fellur burtur, um treytirnar í § 3, stk. 1, nr. 1-3 ella 6 ikki longur eru loknar.
Stk. 2. Eftir áheitan frá Skráseting Føroya skal grannskoðari prógva, at hann er tryggjaður sambært § 3, stk. 1, nr. 6. Skráseting Føroya skal hava fingið skjalprógv um hetta í seinasta lagi 4 vikur eftir áheitanina. Er skjalprógv ikki fingið, innan freistin er úti, fellur góðkenningin burtur.
Frátøka o.a.1)
§ 8. Skráseting Føroya kann taka góðkenning frá grannskoðara, um grannskoðarin hevur falna skuld til tað almenna upp á 100.000 kr. og meira. Góðkenningin kann verða frátikin, til viðurskiftini eru komin í rættlag. Í avgerðini skal upplýsast, at avgerðin kann verða løgd fyri rættin eftir § 49 og um freistina fyri hesum.
Stk. 2. 1) Harumframt kann Skráseting Føroya taka góðkenningina frá einum grannskoðara, um grannskoðarin noktar at geva seg undir reglurnar um góðskueftirlit, sbr. § 27.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 8 a. 1) Vantar einum grannskoðara at fullføra alla ella partar av eftirútbúgvingini, sambært § 4, kann Skráseting Føroya áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal lúka krøvini um eftirútbúgving.
Stk. 2. Um ein grannskoðari ikki kann skjalprógva, at krøvini til eftirútbúgving sambært § 4 eru lokin, kann Skráseting Føroya geva grannskoðaranum boð um at taka lut í eftirútbúgvingartímum eftir nærri ásettum treytum.
Stk. 3. Um Skráseting Føroya í sambandi við eftirlitið við grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum, sambært § 30, stk. 2, nr. 2-4, metir, at ein grannskoðari hevur tørv á meiri eftirútbúgving innan fyri eitt ávíst avmarkað fakøki, kann Skráseting Føroya geva grannskoðaranum boð um, eftir nærri ásettum treytum, at taka lut í tílíkari eftirútbúgving.
Stk. 4. Uppfyllir ein grannskoðari ikki treytirnar í § 4 um eftirútbúgving ella fylgir ikki boðum eftir stk. 1-3, kann Skráseting Føroya:
1) taka góðkenningina treytað frá grannskoðaranum við áseting um, at viðkomandi í verandi ella komandi eftirútbúgvingarskeiði ikki setur til síðis krøvini um eftirútbúgving á slíkan hátt, at samlaða metingin verður, at góðkenningin skal verða tikin frá viðkomandi,
2) geva grannskoðaranum forboð fyri í verandi ella komandi eftirútbúgvingarskeiði at grannskoða ella hava eftirlit við grannskoðan ella røkja uppgávur í einum grannskoðanarvirki, ella
3) taka góðkenningina frá grannskoðaranum.
Avleiðing av burturfalli o.a. 1)
§ 9. 1) Er ein góðkenning sum grannskoðari fallin burtur sambært § 7, frátikin sambært § 8 og § 8 a, stk. 4, nr. 3, ella frádømd sambært § 42, stk. 4 ella § 79 í revsilógini, verður persónurin strikaður úr almennu skránni yvir góðkendar grannskoðarar, og eftir hetta kann viðkomandi ikki longur nýta prógvið fyri góðkenningini ella tað fakliga heitið.
Stk. 2. Er orsøkin til burturfallið ella frátøkuna burtur, ella endar ella verður frádømingin av eini góðkenning sett úr gildi, skal góðkenningin eftir áheitan setast í gildi av nýggjum, og persónurin skal skrásetast í almennu skránni yvir góðkendar grannskoðarar. Tað er ein fortreyt, at treytirnar í § 3, stk. 1, nr. 1-3 og 6 og § 4 eru loknar, og at viðkomandi ikki hevur eina falna skuld til tað almenna upp á 100.000 kr. ella meira.
Stk. 3. Hevur persónur í mong ár verið uttan góðkenning, kann í staðin fyri kravið um eftirútbúgving sambært § 4 koma ein serlig roynd sambært reglum, sum Skráseting Føroya setir.
Onnur góðkenning sum grannskoðari o.a. 1)
§ 10. 1) Skráseting Føroya kann góðkenna ein persón sum løggildan grannskoðara, sum:
1) prógvar, at hava tikið útbúgving uttanlands, ið verður mett at kunna javnsetast við útbúgving eftir § 3, stk. 1 og 3,
2) uttanlands er góðkendur at fremja lógarálagda grannskoðan, og
3) lýkur treytirnar í § 3, stk. 5 og 6.
Stk. 2. 1) Persónur, sum er góðkendur til at gera lógarálagda grannskoðan í einum landi, sum ikki hevur sett í gildi Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU, og sum ES ikki hevur gjørt avtalu við, kann bert verða góðkendur sum grannskoðari sambært stk. 1, um londini geva sínámillum góðkenning. Eftir áheitan frá Skráseting Føroya skal umsøkjari prógva, at tað verða givnar sínámillum góðkenningar.
Stk. 3. 1) Sum treyt fyri góðkenning sum løggildur grannskoðari eftir stk. 1 kann Skráseting Føroya krevja, at persónurin prógvar sín kunnleika til føroyska lóggávu.
Stk. 4. 1) Ásetingarnar í §§ 4-9 verða at nýta samsvarandi fyri grannskoðarar, ið eru góðkendir eftir stk. 1.
Stk. 5. 1) Skráseting Føroya kann annars, tá serligar umstøður gera seg galdandi, loyva útlendskum grannskoðarum at røkja ítøkilig størv, har lóggávan krevur ein løggildan ella skrásettan grannskoðara. Slíkt loyvi kann vera avmarkað og treytað.
Høvi til at geva váttanir fyribils og av og á
§ 11. Grannskoðarar, ið eru góðkendir og hava bústað í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við, kunnu fyribils og av og á geva váttanir sambært § 1, stk. 2 og 3. Váttanin má tó ikki viðvíkja lógbodnari grannskoðan av ársroknskapum og samtøkuroknskapum. Grannskoðarar, ið geva váttan sambært 1. pkt., skulu nýta sítt fakliga heiti í bústaðarlandinum.
Stk. 2. Grannskoðarar, ið stk. 1 fevnir um, skulu geva Skráseting Føroya fráboðan, áðrenn váttanir verða givnar. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um fráboðan og skráseting.
Stk. 3. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir grannskoðarar, sbr. stk.1, sum, tá fráboðan verður latin inn, hava bústað í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínamillum avtalu við, og sum hava boðað Skráseting Føroya frá, at teir fyribils og av og á ætla at geva váttanir í Føroyum. Skrásett verður navn, bústaður og fakliga heitið hjá viðkomandi.
§ 12. Grannskoðarar, ið sambært § 11, stk. 1, geva váttanir í Føroyum, skulu geva teimum, sum eru móttakarar av váttanunum, upplýsingar um síni fakligu heiti í bústaðarlandinum, møguligt skrásetingarnummar í eini almennari skrá í bústaðarlandinum, møguligt mvg-skrásetingarnummar í bústaðarlandinum og um møguliga trygging til rindan av vinnuábyrgd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tær upplýsingar, sum skulu latast sambært stk. 1.
Góðkenning sum grannskoðanarvirki o.a. 1)
§ 13. 1) Skráseting Føroya góðkennir eitt og hvørt virki sum grannskoðanarvirki, sbr. tó stk. 7 og 8, ið:
1) lýkur treytirnar í stk. 2 og 5 og treytir í reglum givnar sambært stk. 6, og krøvini í §§ 26 og 26 a um innanhýsis bygnað o.a., og
2) gevur seg undir reglurnar um góðskueftirlit sambært § 27.
Stk. 2. Í grannskoðanarvirkjum skal meirilutin av atkvøðurættunum vera ogn hjá góðkendum grannskoðarum ella grannskoðanarvirkjum. Um ein sínámillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, EBS ella beinleiðis við einstøk lond um niðurseturætt og tænastuveitingar, hava góðkendir grannskoðarar og góðkend grannskoðanarvirkir, ið eru fevnd av avtaluni, sama rætt sum góðkendir grannskoðarar og grannskoðanarvirkir sambært pkt. 1.. Av atkvøðurættunum, ið eftir eru, kunnu onnur í mesta lagi ráða yvir 10 % í part. Henda avmarking er tó ikki galdandi fyri
1) persónar, ið hava sítt høvuðsstarv í grannskoðanarvirkinum,
2) starvsfólkafeløg í einum grannskoðanarpartafelag, grannskoðanarsmápartafelag ella grannskoðanarsamløgupartafelag (grannskoðanarpartnarafelag), ið eru óheft av leiðsluni í grannskoðanarfelagnum og einans hava teir í nr. 1 nevndu persónar sum limir, og
3) persónar, ið hava ognað sær atkvøðurætt í einum grannskoðanarpartafelag, grannskoðanarsmápartafelag ella grannskoðanarsamløgupartafelag (grannskoðanarpartnarafelag) sum liður í eini starvsfólkaskipan.
Stk. 3. Einans grannskoðanarvirki, ið er góðkent sambært stk. 1, kann nýta heitið ”góðkent grannskoðanarvirki” ella samansetingar við hesum.
Stk. 4. Grannskoðanarvirkir, har meirilutin av atkvøðurættunum er ogn hjá løggildum grannskoðarum ella løggildum grannskoðanarvirkjum, ávikavist skrásettum grannskoðarum ella skrásettum grannskoðanarvirkjum, hava einarætt at nýta heitið ”løggilt grannskoðanarvirki” ávikavist ”skrásett grannskoðanarvirki” ella samansetingar við hesum. Tað er ikki loyvt at nýta føroysk ella útlendsk heiti, ið kunnu mistakast fyri hesi.
Stk. 5. 3) Meirilutin av limunum í ovastu leiðsluni í grannskoðanarvirkinum skal vera góðkendir grannskoðarar ella grannskoðanarvirkir. Um ein sínamillum avtala er gjørd millum Føroyar og ES, EBS ella beinleiðis við einstøk lond um niðurseturætt og tænastuveitingar, hava grannskoðarar ella grannskoðanarvirki, ið eru fevnd av avtaluni, og eru góðkend sambært reglum, ið fremja fyriskipan hjá ES-tinginum og Ráðnum um lógbodna grannskoðan av ársroknskapum og konsolideraðum roknskapum sama rætt sum góðkendir grannskoðarar og grannskoðanarvirki sambært 1. pkt. Í feløgum við tvístreingjaðari leiðslu verða 1. og 2. pkt. nýtt samsvarandi fyri høvuðsleiðsluna og limir í eftirlitsráðnum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um útinningina av grannskoðanarvirksemi í ymiskum virkisformum, heruppií reglur um navn virkisins, húsagang og neyðskuldarsemju v.m., um útinnan av atkvøðurættinum í grannskoðanarvirkinum og avhendan av atkvøðurætti í sambandi við deyða, ella um góðkenningin verður latin í varðveitslu.
Stk. 7. Góðkenning kann verða noktað, um orsøk er at halda, at virkið ikki fer at kunna røkja uppgávuna á fullgóðan hátt.
Stk. 8. 1) Eitt virki, hvørs góðkenning sum grannskoðanarvirki er fallin burtur sbr. § 14, stk. 1, frátikin sambært § 14, stk. 2, ella frádømd, sambært § 42, stk. 6, 4. pkt., kann einans verða góðkent av nýggjum, um orsøkin til, at góðkenningin er fallin burtur ella frátikin, ikki longur er til staðar, ella ein frádøming er endað ella sett úr gildi.
§ 14. Góðkenning sum grannskoðanarvirki fellur burtur, um grannskoðanarvirkið ikki longur lýkur treytirnar í § 13, stk. 2 og 5 og treytirnar í reglum, givnum sambært § 13, stk. 6.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann taka góðkenningina frá einum grannskoðanarvirki, um hetta noktar at geva seg undir reglurnar um góðskueftirlit sambært § 27.
Stk. 3. 1) Er ein góðkenning sum grannskoðanarvirki fallin burtur sambært stk.1, frátikin sambært stk. 2, ella frádømd sambært § 42, stk. 6, 4. pkt., verður virkið strikað úr almennu skránni yvir góðkend grannskoðanarvirkir, og kann eftir hetta ikki longur nýta heitið “góðkent grannskoðanarvirki”, sbr. § 13, stk. 3, ella “løggilt grannskoðanarvirki” ella “skrásett grannskoðanarvirki,” sbr. § 13, stk. 4, ella samansetingar ella styttingar av hesum.
Kapittul 3
Virksemi grannskoðarans o.a. 1)
Góðkenning og framhald av grannskoðanaruppgávu 1)
§ 14 a. 1) Eitt grannskoðanarvirki skal, áðrenn tað tekur við ella heldur fram við eini grannskoðanaruppgávu, meta um og skjalprógva:
1) at tað lýkur krøvini um óheftni, sambært § 22,
2) um tað eru hóttanir móti óheftni hjá grannskoðanarvirkinum ella grannskoðaranum, og um so er, hvørji trygdartiltøk eru tikin fyri at ganga hesum hóttanum ímóti,
3) at tað hevur tey neyðugu málsføru starvsfólkini, ta neyðugu tíðina og ta neyðugu orkuna at fremja grannskoðanaruppgávuna lýtaleyst, og
4) at grannskoðarin er góðkendur at geva grannskoðanarátekningina á roknskapin.
Stk. 2. Stk. 1, nr. 3 og 4 eru ikki galdandi fyri grannskoðan av roknskapum hjá smáum fyritøkum.
Stk. 3. Stk. 1, nr. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri aðrar váttanir við trygd.
Stk. 4. Stk. 1 er eisini galdandi fyri grannskoðanarvirki, fevnd av artikli 6 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden í sambandi við, at grannskoðan av fyritøku av almennum áhuga verður fyrireikað.
Virksemi grannskoðarans
§ 15. 1) Grannskoðarin er álitisumboð hjá almenninginum, tá hann ger uppgávur sambært § 1, stk. 2. Grannskoðari skal gera uppgávurnar í samsvari við góðan grannskoðanarsið, heruppií vísa tann neyvleika og skjótleika, sum einstaka uppgávan loyvir. Góður grannskoðanarsiður merkir eisini, at grannskoðarin skal vísa professionelt ivasemi, integritet, partloysi, trúnað, yrkisliga framferð, yrkisførleika og neyðugt nærlagni, tá uppgávurnar verða framdar.
Stk. 2. 1) Grannskoðarin skal, tá hann leggur til rættis og ger eina uppgávu eftir § 1, stk. 2 vísa professionelt ivasemi, ásannandi at umstøður kunnu vera, sum kunnu týða upp á skeivar upplýsingar av týdningi í váttanarevninum. Tá grannskoðanin verður framd, skal grannskoðarin serliga vísa professionelt ivasemi í mun til metingina hjá leiðsluni av dagsvirði og niðurskriving av aktivum, burturleggingum og komandi peningastreymum, sum hava týdning fyri møguleikan hjá grannskoðaðu fyritøkuni at halda fram við sínum virksemi.
Stk. 3. 1) Uppgávur sambært stk. 1, kunnu einans verða gjørdar í grannskoðanarvirkjum, sbr. tó § 10, stk. 4 og § 11.
Stk. 4. 1) Grannskoðarin skal, tá hann fremur uppgávur sambært § 1, stk. 3, vísa yrkisførleika og neyðugt nærlagni. Um grannskoðarin ikki er óheftur, tá hann ger uppgávurnar, sbr. § 22, skal hetta verða upplýst í váttanini.
Stk. 5. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um etikk, um at leggja til rættis og gera grannskoðanaruppgávur og um grannskoðarans veitan av váttanum, heruppií ummælir hjá grannskoðarum av leiðslufrágreiðingum sambært ársroknskaparlógini, og um at gera váttanaruppgávur við trygd og at veita aðrar váttanir við trygd. Skráseting Føroya kann gera av, at grannskoðarar og grannskoðanarvirkir skulu nýta talgilda undirskrift ella eina samsvarandi elektroniska undirskrift í sambandi við fremjing av uppgávum, sum § 1, stk. 2, fevnir um.
Tá grannskoðari fer úr starvi o.a. 1)
§ 16. 1) Gevur grannskoðari grannskoðanarátekning á ársroknskapir o.a., heldur starv grannskoðarans fram, til nýggjur grannskoðari hevur tikið við, um ikki annað fylgir av lóggávuni ella av viðtøkunum hjá einum virki, ella annað er avtalað. Um grannskoðanin er framd eftir váttanarstandardi, sambært § 135, stk. 1, 2. pkt. í ársroknskaparlógini, og grannskoðarin tí hevur givið eina váttan um víðkaða gjøgnumgongd, er 1. pkt. ikki galdandi.
Stk. 2. 1) Hóast ásetingina í stk. 1, kann grannskoðari til eina og hvørja tíð fara úr starvi, um hetta ikki stríðir ímóti góðum grannskoðanarsiði. Fer grannskoðari frá, skal grannskoðarin, sum tekur við, venda sær til fráfarandi grannskoðara, ið hevur skyldu til at upplýsa orsakirnar til, at hann fer frá. Hevur fráfarandi grannskoðarin ikki givið seinastu váttanina á ársroknskapin o.a., skal grannskoðarin, sum tekur við, eisini venda sær til grannskoðaran, sum hevur givið seinastu váttanina. Bæði grannskoðarin, sum fer frá, og grannskoðarin, sum hevur givið seinastu váttanina, hava skyldu til at geva grannskoðaranum, sum tekur við, atgongd til allar týðandi upplýsingar um tað virkið, ið váttanin hjá grannskoðaranum viðvíkur.
Grannskoðanarátekning ella onnur váttan við trygd
§ 17. 1) Tá grannskoðari er liðugur við eina grannskoðan, skal grannskoðarin geva eina grannskoðanarátekning á roknskapin um gjørda arbeiðið og niðurstøðuna av tí. Grannskoðanarátekningin skal verða givin av tí ella teimum grannskoðarunum, ið eru valdir at gera uppgávuna, ella, um eitt grannskoðanarvirki er valt, av tí ella teimum grannskoðarunum, sum hava staðið fyri og hava endaligu ábyrgdina av uppgávuni. Grannskoðanarátekningar á roknskapir mugu ikki verða givnar saman við øðrum enn góðkendum grannskoðarum, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Um tað í lóggávuni ella í viðtøkunum hjá einum virki er ásett, at fleiri grannskoðarar skulu veljast til at geva grannskoðanarátekningar ella aðrar váttanir við trygd á roknskapir, mugu hesir grannskoðarar ikki vera knýttir at sama grannskoðanarvirki.
Stk. 3. 1) Eru fleiri grannskoðarar valdir eftir stk. 2 at geva eina grannskoðanarátekning, skulu hesir grannskoðarar verða samdir um úrslitið av grannskoðanini og geva eina felags grannskoðanarátekning. Semjast grannskoðararnir ikki, skal hvør grannskoðarin gera eina niðurstøðu í einum serligum broti í átekningini um orsøkina til ósemjuna.
Stk. 4. 1) Hóast ásetingina í stk. 1, kann grannskoðari geva eina grannskoðanarátekning saman við landsgrannskoðaranum, um grannskoðanin er fevnd av løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. ella av serlóggávu, sambært hvørjari landsgrannskoðarin fremur
grannskoðanina saman við einum løggildum ella skrásettum grannskoðara.
Stk. 5. 1) Aðrar váttanir við trygd enn grannskoðanarátekningar, sbr. § 1, stk. 2, skulu undirskrivast av tí ella teimum grannskoðarunum, ið eru valdir at gera uppgávuna, ella, um eitt grannskoðanarvirki er valt, av tí ella teimum grannskoðarunum, ið hava staðið fyri og hava ta endaligu ábyrgdina av uppgávuni. Váttanin kann verða givin saman við øðrum enn grannskoðarum.
Grannskoðanarprotokoll
§ 18. 2) 1) Í fyritøkum av almennum áhuga skal grannskoðanarprotokollin, sambært artikli 11, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, eisini verða løgd fyri nevndina ella eftirlitsráðið í grannskoðaðu fyritøkuni.
§ 19. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Fráboðan um fíggjarlig brotsverk
§ 20. Sær grannskoðarin, tá hann ger uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3, at ein ella fleiri limir í leiðsluni hjá virkinum fremja ella hava framt fíggjarlig brotsverk í sambandi við sítt starv, og hevur grannskoðarin grundaðan illgruna um, at brotsverkið viðvíkur stórum upphæddum ella annars er av grovum slagi, skal grannskoðarin beinanvegin geva hvørjum einstøkum limi í leiðsluni boð um hetta. Fráboðanin verður skrivað í grannskoðanarprotokollina, um grannskoðarin førir eina slíka. Hevur leiðslan í seinasta lagi 14 dagar eftir hetta ikki skjalprógvað fyri grannskoðaranum, at hon hevur tikið neyðug stig til at steðga brotsverkum, ið fara fram, og til at bøta um teir skaðar, sum framdu brotsverkini hava elvt til, skal grannskoðarin beinanvegin boða Føroya Landfúta frá um tey fíggjarligu brotsverkini, sum illgruni er um. 1. - 3. pkt. eru ikki galdandi fyri viðurskifti, ið eru fevnd av reglunum í fyriskipan om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og av løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk móti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi.
Stk. 2. Metir grannskoðarin fráboðan til limirnar í leiðsluni ikki egnaða at forða framhaldandi brotsverkum, skal grannskoðarin beinanvegin geva Føroya Landfúta boð um tey fíggjarligu brotsverkini, sum illgruni er um. Sama er galdandi, um ein meiriluti av limunum í leiðsluni hevur tikið lut í ella hevur kunnleika um tey fíggjarligu brotsverkini.
Stk. 3. Fer grannskoðarin frá, sbr. § 16, stk. 2, og hendir hetta í sambandi við, at grannskoðarin hevur grundaðan illgruna um, at støðan er, sum nevnt í stk. 1, 1. pkt., skal grannskoðarin beinanvegin geva Føroya Landfúta boð um hetta og um orsøkirnar til, at hann fer frá.
Stk. 4. 3) Í feløgum við tvístreingjaðari leiðslu fevnir virkisins leiðsla bæði um limir í høvuðsleiðsluni og limir í eftirlitsráðnum.
Stk. 5. 1) Stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri grannskoðan av ársroknskapum o.ø. hjá eini fyritøku av almennum áhuga, tá grannskoðarin er fevndur av skyldunum í artikli 7 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Skjalprógv
§ 21. Grannskoðarar og grannskoðanarvirkir skulu fyri hvørja uppgávu sambært § 1, stk. 2 gera arbeiðsskjøl, ið skjalprógva grundarlagið fyri givnu váttanini ella ummælinum. Arbeiðsskjølini og avrit av givnum váttanum, grannskoðanarprotokollum og roknskapum skulu goymast í 5 ár frá undirskriving av váttanini, sum tilfarið viðvíkur.
Stk. 2. 1) Tá móðurfeløg, ið gera samtøkuroknskap, verða grannskoðað, skulu arbeiðsskjølini eisini skjalprógva ta gjøgnumgongd og meting, ið er gjørd í tí grannskoðanararbeiði, sum aðrir grannskoðarar hava gjørt við samtøkugrannskoðan fyri eyga. Arbeiðsskjølini skulu eisini skjalprógva, at hesir grannskoðarar hava játtað, at viðkomandi skjalprógv um grannskoðanararbeiðið verða givin víðari undir samtøkugrannskoðanini.
Stk. 3. 1) Hevur grannskoðarin ikki møguleika at gjøgnumganga og meta um grannskoðanararbeiðið, sum aðrir grannskoðarar hava gjørt sum liður í samtøkugrannskoðanini, sambært stk. 2, 1. pkt., skal grannskoðarin seta hóskandi tiltøk í verk og boða Skráseting Føroya frá.
Stk. 4. 1) Um grannskoðanararbeiðið í dótturfeløgum er gjørt av einum ella fleiri grannskoðarum ella grannskoðanarvirkjum, ið ikki hava heimstað í Føroyum, eru fevnd av reglunum í Hoyvíkssáttmálanum um niðurseturætt og tænastuveitingar, sbr. § 3, stk. 1, nr. 1, ella eru fevnd av sínamillum avtalu við ES, EBS ella einstøk lond, sbr. § 3, stk. 2, skal grannskoðarin ella grannskoðanarvirkið goyma eitt eintak av skjalpróvnum, heruppií arbeiðsskjøl, fyri tað grannskoðanararbeiði, sum er gjørt í dótturfelagnum, sum hevur týdning fyri grannskoðanina av samtøkuroknskapinum. Grannskoðarin ella grannskoðanarvirkið kann lata vera við at goyma skjalprógvið, um avtala er gjørd um, at tað eftir áheitan er nøktandi og óavmarkað atgongd til hetta, ella um onnur hóskandi tiltøk eru framd.
Stk. 5. 1) Um grannskoðarin ella grannskoðanarvirkið verður forðað í at taka ímóti skjalpróvnum sambært stk. 4, skulu arbeiðsskjølini skjalprógva hesar forðingar.
Stk. 6. 1) Stk. 4 og 5 eru ikki galdandi, um avtala sambært § 45, stk. 5, nr. 2 er gjørd við viðkomandi land.
Kapittul 4
Óheftni grannskoðarans
§ 22. 1) Grannskoðarar, grannskoðanarvirkir og onnur í grannskoðanarvirkinum, sum eru knýtt at uppgávuni ella hava eftirlit við, at hon verður framd, skulu, tá talan er um uppgávur, ið eru fevndar av § 1, stk. 2, vera óheft av tí virki, sum uppgávan viðvíkur og mugu ikki vera uppií, tá avgerðir verða tiknar í virkinum. Óheftni krevst bæði í uppgávutíðarskeiðinum, og í tí tíðarskeiðinum, sum roknskapurin ella váttanin er galdandi fyri. Uppgávutíðarskeiðið byrjar, tá farið verður undir uppgávuna, og heldur fram til váttanin er givin.
Stk. 2. 1) Ein grannskoðari er ikki óheftur, um tað eru beinleiðis ella óbeinleiðis fíggjarlig áhugamál, handilslig viðurskifti ella setanarlig viðurskifti ella onnur viðurskifti, heruppií latan av veitingum, ið § 1, stk. 2 ikki fevnir um, millum grannskoðaran og tað virkið, sum ein uppgáva viðvíkur, sum hjá einum vælkunnaðum triðjamanni, kann vekja iva um óheftni grannskoðarans. Sama er galdandi, um sambandið er millum aðrar persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við fremjingini av henni, grannskoðanarvirkið ella netverkið hjá grannskoðanarvirkinum, og tað virkið, sum uppgávan viðvíkur.
Stk. 3. Verður óheftnið hjá grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum hótt, heruppií av sjálvgrannskoðan, egináhugamálum, óvild, tøttum persónligum sambondum, heruppií familjuligum, ella hóttan, skal grannskoðarin ella grannskoðanarvirkið fremja neyðug trygdartiltøk til tess at minka um slíkar hóttanir. Er hóttanin av slíkum slag, í mun til gjørdu trygdartiltøkini, at óheftnið hjá grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum er komið í vanda, skal grannskoðarin lata vera við at fremja uppgávur sambært § 1, stk. 2.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um viðurskifti, sum eru fevnd av stk. 2 og 3, heruppií um hóttanir, trygdartiltøk og føri, tá grannskoðari ella grannskoðanarvirki ikki er óheft.
Stk. 5. 1) Grannskoðanarvirkini skulu tryggja, at grannskoðarar, í sambandi við at teir fremja uppgávur, í sínum arbeiðsskjølum skjalprógva allar stórar hóttanir móti óheftninum hjá grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum og teimum trygdartiltøkum, ið eru sett í verk fyri at minka um hesar hóttanir.
Stk. 6. 1) Fremur ein grannskoðari grannskoðan fyri eina fyritøku, sum í roknskapartíðarskeiðinum verður yvirtikin, løgd saman við ella yvirtekur eina aðra fyritøku, skal grannskoðarin eyðmerkja og meta um øll fyrrverandi og núverandi áhugamál ella samstørv, heruppií latan av møguligum øðrum veitingum enn grannskoðan til fyritøkuna, sum við fyriliti fyri atkomuligum trygdarfyriskipanum, kann hava við sær, at óheftni grannskoðarans og evni til at halda fram við grannskoðanini aftaná samanleggingar- ella yvirtøkudagin kemur í vanda.
Stk. 7. 1) Grannskoðarin skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan 3 mánaðir taka øll neyðug stig til at enda núverandi áhugamál og samstørv, sum, sambært stk. 6 kunnu hótta óheftni grannskoðarans. Grannskoðarin skal eisini skipa fyri trygdartiltøkum fyri at minka um møguligar hóttanir ímóti sínum óheftni, sum kunnu koma av fyrrverandi og áleikandi áhugamálum og samstørvum.
§ 22 a. 1) Uttan mun til artikkul 5, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden kann ein grannskoðari ella grannskoðanarvirki, sum grannskoðar fyritøkur av almennum áhuga, gera hesar uppgávur fyri grannskoðanarkundan og tess móðurfyritøkur og dótturfyritøkur:
1) Skattatænastur, ið snúgva seg um:
a) at útfylla skattaoyðibløð,
b) at vísa á almennan stuðul og skattafyrimunir,
c) at veita hjálp í sambandi við skattaeftirlit, og
d) at ráðgeva um nýtslu av skattalóggávu.
2) Metingartænastur, heruppií metingar í sambandi við tryggingarveitingar og stuðul í rættarmálum.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at veita tænastur eftir stk. 1, at:
1) uppgávurnar hvør sær ella saman onga ella týdningarleysa ávirkan hava á grannskoðaða roknskapin
2) metingin av ávirkanini á grannskoðaða roknskapin er skjalprógvað og greidd frá í grannskoðanarprotokollini, ið verður latin grannskoðanarbólkinum og nevndini, sambært artikkul 11 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, og
3) grannskoðarin og grannskoðanarvirkið lúka treytirnar um óheftni sambært § 22.
§ 22 b. 1) Eftir grundaða umsókn frá grannskoðara ella grannskoðanarvirki kann Skráseting Føroya í hendinga førum og undir heilt serligum umstøðum geva grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum undantak frá avmarkingini í artikkul 4, stk. 2 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 2. Undantak eftir stk. 1 kann í mesta lagi verða givið fyri 1 roknskaparár.
§ 22 c. 1) Tann ella teir grannskoðarar, sum undirskriva grannskoðararátekningina í einum virki, kunnu ikki taka á seg leiðandi størv ella gerast limir í nevndini ella eftirlitsráðnum ella grannskoðanarbólki í hesum virki fyrr enn 1 ár eftir, at viðkomandi er farin frá sum grannskoðari. 1. pkt. er ikki galdandi, um grannskoðanin er framd eftir váttanarstandardi, sambært § 135, stk. 1, 2. pkt., í ársroknskaparlógini. Viðvíkur grannskoðaraátekningin einari fyritøku av almennum áhuga, er bannið í 1. pkt. galdandi í 2 ár.
Stk. 2. Stk. 1, 1. pkt. er eisini galdandi fyri grannskoðarar, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, og sum hava verið beinleiðis knýttir at grannskoðanini.
§ 23. 1) Grannskoðanarvirkið og grannskoðarin skulu tryggja, at tann ella teir grannskoðarar, ið undirskriva grannskoðanarátekningina fyri fyritøkur, sum eru nevndar í stk. 2, í seinasta lagi 7 ár eftir, at teir eru tilnevndir at gera uppgávuna, verða skiftir út í minsta lagi í eitt 3 ára tíðarskeið.
Stk. 2. 1) Fyritøkur, ið ikki eru fevndar av § 1 a, stk. 1, nr. 3, men í 2 fylgjandi roknskaparár fara upp um tvær ella fleiri av hesum treytum, eru fevndar av stk. 1, inntil tær ikki longur lúka hesar treytirnar:
1) Starvsfólkahóp upp á 2.500 persónar.
2) Ein fíggjarjavna upp á 5 mia. kr.
3) Ein nettoumsetning upp á 5 mia. kr.
§ 24. 1) Fyri at fremja uppgávur, nevndar í § 1, stk. 2, kann grannskoðari ikki treyta sær
1) eina hægri samsýning fyri arbeiðið, enn mett verður rímiligt, ella
2) eina samsýning, hvørs rindan ella stødd verður treytað av øðrum viðurskiftum, enn gjørda arbeiðinum.
Stk. 2. 1) Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri samsýning fyri aðrar veitingar, tá grannskoðarin ella aðrir persónar í grannskoðanarvirkinum, ið eru knýttir at uppgávuni ella hava eftirlit við henni, samstundis fyri sama uppgávugevara hava eftirlit við ella eru knýttir at uppgávum sambært § 1, stk. 2.
Kapittul 5 1)
(Strikað) 1)
§ 25. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Kapittul 6
Innanhýsis skipan, góðskustýring og góðskueftirlit 1)
§ 26. 1) Grannskoðanarvirkir skulu hava eina innanhýsis skipan, heruppií eina góðskustýringarskipan, ið skal forða fyri møguligum hóttanum ímóti óheftni og partloysi hjá grannskoðanarvirkinum og grannskoðaranum og somuleiðis tryggja góðsku, integritet og nærlagni í sambandi við váttanaruppgávur. Grannskoðanarvirkið skal, fyri at fylgja 1. pkt., taka hædd fyri stødd og rakstrareyðkenni virkisins, og um tað er við í einum netverki.
Stk. 2. 1) Grannskoðanarvirkir skulu kunna skjalprógva, at krøvini í stk. 1 eru lokin, heruppií at góðskustýringarskipanin verður nýtt.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um krøvini til innanhýsis skipanina og um innihaldið av góðskustýringarskipanini og um skjalprógvið fyri nýtsluna av henni.
§ 26 a. 1) Grannskoðanarvirkir skulu sum liður í góðskustýringarskipanini hava eina serliga skipan, sum gevur starvsfólki teirra møguleika at fráboða brot og møgulig brot á lóggávu um grannskoðan. Fráboðanirnar skulu kunna vera dulnevndar.
Stk. 2. 1) Starvsfólkið skal ikki vera fyri ólagaligari viðferð ella ólagaligum fylgjum, tí tað hevur boðað frá broti ella møguligum broti á lóggávuna um grannskoðan, sambært stk. 1.
Stk. 3. 1) Stk. 1 er ikki galdandi fyri grannskoðanarvirkir, sum bert hava ein grannskoðara knýttan at sær ella grannskoðanarvirkir, sum bara fáast við aðrar uppgávur enn at grannskoða roknskapir.
§ 27. Eitt grannskoðanarvirki og teir grannskoðarar, ið har starvast, hava skyldu til at geva seg undir góðskueftirlit. Grannskoðaraeftirlitið fremur góðskueftirlitið í samsvari við reglurnar í §§ 32-34.
Stk. 2. 1) Góðskueftirlitið fevnir um eina meting av góðskustýringarskipanini, sambært §§ 26 og 26 a, og um arbeiðið og óheftnið í sambandi við tær uppgávur, sum grannskoðarin ger sambært § 1, stk. 2.
Stk. 3. 1) Í grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskap hjá miðalstórum og stórum fyritøkum, skal góðskueftirlitið fara fram við í mesta lagi 6 ára millumbilum. Í øðrum grannskoðanarvirkjum, sum geva váttanir eftir § 1, stk. 2, skal góðskueftirlitið verða grundað á eina váðameting. 1. pkt. er ikki galdandi fyri góðskueftirlit, sum er fevnt av artikli 26, nr. 2 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 4. Eitt grannskoðanarvirki, har góðskueftirlit fer fram, skal geva Grannskoðaraeftirlitinum og góðskueftirlitsfólkinum høvi til at gera tær kanningar, ið mettar vera neyðugar, og skal síggja til, at Grannskoðaraeftirlitið og góðskueftirlitsfólkið fær tær upplýsingar og ta hjálp, ið verða mett neyðug fyri at fremja góðskueftirlitið. Grannskoðarar, ið eru knýttir at grannskoðanarvirkinum, hava samsvarandi skyldur mótvegis Grannskoðaraeftirlitinum og eftirlitsfólkinum.
Kapittul 7
Tagnarskylda grannskoðarans
§ 28. 1) §§ 144, 150-152f og 155-157 í revsilógini eru samsvarandi galdandi fyri grannskoðarar. Viðvíkjandi starvsfólkunum hjá hesum eru §§ 144, 152-152f og 155 í revsilógini galdandi.
Stk. 2. Hóast ásetingarnar í §§ 152-152 e í revsilógini, kann grannskoðari í einum dótturfelag lata víðari upplýsingar til samtøkugrannskoðaran í einum móðurfelag.
Kapittul 8
Grannskoðanarbólkur
§ 29. 3) 1) Fyritøkur av almennum áhuga skulu seta ein grannskoðanarbólk, sbr. tó stk. 4, 5, 7 og 8. Í grannskoðanarbólkinum skulu vera persónar, sum eru limir í eftirlitsráðnum ella í nevndini, sum ikki samstundis eru í stjórnini, ella persónar, sum aðalfundurin ella samsvarandi myndugleiki hevur valt at vera í bólkinum. Meirilutin av grannskoðanarbólkinum, heruppií formaðurin, skal vera óheftur, uttan so at einans limir í nevndini ella eftirlitsráðnum eru í bólkinum. Í minsta lagi ein limur í grannskoðanarbólkinum skal hava førleikar innan roknskap ella grannskoðan. Limirnir í grannskoðanarbólkinum skulu sum heild hava førleikar, ið eru viðkomandi fyri virkisøkið hjá fyritøkuni.
Stk. 2. 1) Persónur, sum aðalfundurin ella samsvarandi myndugleiki hevur valt at vera limur í grannskoðanarbólkinum, er í hesum starvi fevndur av somu reglum, sum limir í grannskoðanarbólkinum, ið eisini eru limir í nevndini ella eftirlitsráðnum.
Stk. 3. 3) 1) Uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum skulu í minsta lagi vera:
1) at geva samlaðu evstu leiðsluni boð um niðurstøðuna av lógarásettu grannskoðanini, heruppií mannagongdini fyri roknskapargreiðslu,
2) at hava eftirlit við mannagongdini fyri roknskapargreiðslu og seta fram tilmæli ella uppskot fyri at tryggja integritetin,
3) at hava eftirlit við, at innanhýsis eftirlitsskipanin hjá fyritøkuni, møgulig innanhýsis grannskoðan og skipanin fyri váðastýring virka á fullgóðan hátt í sambandi við roknskapargreiðsluna, uttan at bróta óheftnið hjá fyritøkuni,
4) at hava eftirlit við lógarásettu grannskoðanini av ársroknskapinum o.ø., við atliti at niðurstøðuni frá seinasta góðskueftirlitinum,
5) at hava eftirlit við og kanna óheftnið hjá grannskoðaranum sambært §§ 22-22 c og artikkul 6 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden og góðkenna, at grannskoðari veitir aðrar tænastur enn grannskoðan sambært artikli 5 í somu fyriskipan, og
6) at vera ábyrgdari fyri mannagongdini fyri vali og tilnevning av grannskoðara til val sambært artikli 16 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 4. 3) 1) Fyritøkur, sum stk. 1, 1. pkt. fevnir um, kunnu tó velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna virksemið hjá grannskoðanarbólkinum. Hetta er tó treytað av, at eingin nevndarlimur samstundis er limur í stjórnini, og í minsta lagi ein limur í evstu leiðsluni bæði er óheftur av fyritøkuni og hevur førleikar innan roknskap ella grannskoðan.
Stk. 5. 3) 1) Ein fyritøka, hvørs nevndarformaður ikki er limur í stjórnini, kann velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum, um fyritøkan seinastu trý kalendaraárini hevur havt eitt marknaðarvirði upp á í miðal undir 100 mió. evrur grundað á kursvirðið við ársenda, ella fyritøkan fíggjarjavnadagin tvey fylgjandi roknskaparár ikki fer upp um tvær av hesum treytum:
1) 250 heiltíðarsett starvsfólk,
2) ein javna upp á 43 mió. evrur, og
3) ein nettoumsetning upp á 50 mió. evrur.
Stk. 6. 3) 1) Í fyritøkum, har tann samlaða evstu leiðslan fremur virksemið hjá grannskoðanarbólkinum, sambært stk. 4 og 5, skal hetta standa í ársfrágreiðingini.
Stk. 7. 1) Hesar fyritøkur hava ikki skyldu at hava ein grannskoðanarbólk, sambært stk. 1-6:
1) Dótturfeløg, um móðurfelagið er fevnt av krøvunum um at hava grannskoðanarbólk,
2) Íløgufeløg,
3) Alternativir íløgugrunnar sum nágreinað í artikkul 4, stk. 1, litra a, í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2011/61/EU af 8. juni 2011 om forvaltere af alternative investeringsfonde,
4) Fyritøkur, hvørs einasta endamál er at geva út virðisbrøv við trygd í aktivum, sum nágreinað í artikkul 2, nr. 5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 809/2004 om oplysninger i prospekter, og
5) Fíggjarfyritøkur fevndar av § 5, stk. 1, litra a, í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, hvørs ognarlutir ikki verða handlaðir á einum skipaðum marknaði í einum ES- ella EBS-landi, og fíggjarfyritøkur, sum leypandi hava givið út lánsbrøv ella ferð eftir ferð hava givið út lánsbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði, undir teirri fyritreyt at samlaða nominella virðið á slíkum lánsbrøvum er undir 100 mio. EUR, og tær nevndu fyritøkurnar ikki hava almannakunngjørt nakað prospekt sambært Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2003/71/EF af 4. november 2003 um tað prospektið, sum skal almannakunngerast, tá virðisbrøv verða boðin út fyri almenninginum ella sett til sølu.
Stk. 8. 4) 1) Ein fyritøka, sum sambært stk. 7, nr. 4 tekur avgerð um ikki at skipa ein grannskoðanarbólk, skal í síni ársfrásøgn greiða frá orsøkunum til, at hon ikki metir tað skynsamt at hava ein grannskoðanarbólk, eina nevnd ella eitt eftirlitsráð við ábyrgd av at útinna leiklutin hjá einum grannskoðanarbólki.
Kapittul 9
Alment eftirlit o.a. 1)
Alment eftirlit
§ 30. 1) Skráseting Føroya hevur ábyrgdina av eftirlitinum við grannskoðarum og grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. 1) Skráseting Føroya hevur heruppií ábyrgdina av eftirlitinum við:
1) próvtøku, sambært § 31, og eftirútbúgving, sambært § 4,
2) góðskueftirliti, sambært §§ 32-34,
3) kanningum, sambært §§ 35-40,
4) dissiplinermálum, sambært §§ 41-44, og
5) samstarvi við og flytan av upplýsingum til málsførar myndugleikar í øðrum londum, sambært §§ 48 og 49.
Stk. 3. 1) Skráseting Føroya hevur eisini ábyrgdina av:
1) eftirlitinum við, at limir í evstu leiðslu, stjórn ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga halda tær skyldur, sum eru í hesi løgtingslóg, í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden og í reglum, sum gjøgnumføra ásetingarnar í artikli 37 og 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU, og
2) umsjón og meting av gongdini á marknaðinum fyri lógarásettar grannskoðanartænastur til fyritøkur av almennum áhuga.
Stk. 4. 1) Skráseting Føroya kann í sambandi við sítt virksemi sambært stk. 1-3 útvega sær upplýsingar frá øðrum føroyskum og útlendskum málsførum myndugleikum og krevja neyðugar upplýsingar frá grannskoðaranum og grannskoðanarvirkjum, heruppií latan av arbeiðsskjølum og øðrum skjølum viðvíkjandi uppgávum, framdar sambært § 1, stk. 2, og frá møguligum feløgum, sum hava uppgávur eftir stk. 2. Fyri at fremja sítt virksemi eftir stk. 3 kann Skráseting Føroya eisini útvega sær neyðugar upplýsingar frá fyritøkum av almennum áhuga.
Stk. 5. 1) Fíggjareftirlitið ella Tryggingareftirlitið hava eftirlit eftir stk. 3, nr. 1 við teimum fyritøkum av almennum áhuga, sum longu eru undir eftirliti av ávíkavist Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum. Fíggjareftirlitið ella Tryggingareftirlitið kunnu í tí sambandi nýta tær heimildir, sum eru nevndar í stk. 4.
Stk. 6. 1) Fyritøkurnar av almennum áhuga bera útreiðslurnar av eftirlitinum sambært stk. 3, nr. 1. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri eftirlitið.
Próvtøka og próvtøkunevndir
§ 31. 2) Skráseting Føroya setur eina próvtøkunevnd fyri løggildar grannskoðarar.
Stk. 2. 2) Próvtøkunevndin fyri løggildar grannskoðarar skal hava 1 løggildan grannskoðara og 4 ella fleiri limir, ið ikki eru løggildir grannskoðarar, og sum skulu vera kønir í handilsviðurskiftum, skattarætti, skiftirætti og tjóðarbúskapi.
Stk. 3. 2) Skráseting Føroya velur ein av limunum í nevndini til formann, sum ikki kann vera løggildur grannskoðari.
Stk. 4. 2) Próvtøkunevndin hevur próvtøkur fyri løggildar grannskoðarar.
Stk. 5. 2) 1) Avtala kann gerast við Erhvervsstyrelsen og við Foreningen for Statsautoriserede Revisorer um samstarv í sambandi við próvtøkuhald og próvtøkudøming.
Stk. 6. 2) Í staðin fyri teir í stk. 2 nevndu grannskoðarar kann Skráseting Føroya seta persónar í próvtøkunevndina, sum hava tikið útbúgving uttanlands, ið verður mett at kunna javnmetast við tað í § 3, stk. 1, nr. 4 og 5 nevndu útbúgving, og verður § 3, stk. 1, nr. 1 ikki nýtt í hesum førinum.
Stk. 7. 2) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um próvtøku hjá løggildum grannskoðarum, sbr. § 3, stk. 1, nr. 4, heruppií um treytirnar fyri innstilling til próvtøku, próvtøkukrøvini, próvtøkuhald og -døming. Reglurnar skulu tryggja, at útbúgving fyri løggildar grannskoðarar lúkur neyðug krøv til at kunna verða góðkend í einum ES- ella EBS-landi.
Stk. 8. 2) Avgerðirnar hjá próvtøkunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Grannskoðaraeftirlitið
§ 32. 4) 2) 1) Skráseting Føroya setur eitt grannskoðaraeftirlit. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri eftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið hevur 1 formann og 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu hava hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Hvørki formaðurin ella limirnir kunnu vera góðkendir grannskoðarar ella vera í starvi hjá ella reka grannskoðanarvirki saman við góðkendum grannskoðarum.
Stk. 2. Formaðurin í Grannskoðaraeftirlitinum og limirnir verða tilnevndir av Skráseting Føroya fyri eitt tíðarskeið upp til 4 ár.
Stk. 3. 1) Grannskoðaraeftirlitið skal tryggja, at góðskueftirlitið sambært § 27 fer fram í samsvari við lógarinnar reglur. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um góðskueftirlitið, og um hvussu tað skal fara fram. Landsstýrismaðurin kann tá áseta serligar reglur um góðskueftirlit við grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga.
Stk. 4. 1) Tær í stk. 1 nevndu reglur um fremjan av góðskueftirliti skulu m.a. hava reglur um:
1) Hvør kann fremja eftirlitið.
2) Val av góðskueftirlitsfólkum, ið skulu fremja góðskueftirlitið, sbr. § 33.
3) Val av grannskoðanarvirkjum, har góðskueftirlit skal fara fram.
4) Vavið á og fremjan av góðskueftirlitinum.
5) Almannakunngering av úrslitinum av einum góðskueftirliti, sbr. § 33 a.
Stk. 5. Útreiðslurnar av góðskueftirlitinum rindar Grannskoðaraeftirlitið fyribils, men tær skulu berast av tí grannskoðanarvirki, ið er góðskukannað. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri góðskueftirlitið.
§ 33. Grannskoðaraeftirlitið góðkennir teir grannskoðarar, ið fyri eitt 5 ára tíðarskeið kunnu fremja góðskueftirlit, sbr. § 32, stk. 4, nr. 1. Hesir verða nevndir góðskueftirlitsfólk. Eftirlitið førir ein lista yvir góðskueftirlitsfólkini. Skráseting Føroya kann í ítøkiligum førum tilnevna onnur enn grannskoðarar sum góðskueftirlitsfólk. Góðskueftirlitsfólk skulu hava hóskandi yrkisútbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu og hava neyðugan kunnleika til góðskueftirlit.
Stk. 2. Góðskueftirlitið skal fara fram í samsvari við tær reglur, sum eru ásettar um hetta, sbr. § 32, stk. 3 og 4.
Stk. 3. 1) Tá góðskueftirlitið er endað, ger góðskueftirlitsfólkið eina frágreiðing, ið verður send Grannskoðaraeftirlitinum. Í frágreiðingini skal vera ein lýsing av, hvat er kannað, slagið og vavið á kanningini, ein meting av góðskustýringarskipanini, umframt fremjanini av og óheftni í sambandi við uppgávur sambært § 1, stk. 2.
Stk. 4. 4) 2) Grannskoðaraeftirlitið kann krevja tær upplýsingar frá góðskueftirlitsfólkinum og tí, sum verður kannaður, ið eru neyðugar fyri, at eftirlitið kann taka støðu til, um tað hjá tí kannaða eru skeivleikar, manglar ella øki, har ábøtur kunnu verða gjørdar. Grannskoðaraeftirlitið kann somuleiðis krevja tær upplýsingar frá góðskueftirlitsfólkinum, ið eru neyðugar fyri, at Grannskoðaraeftirlitið kann leggja eitt mál fyri Grannskoðaranevndina. Grannskoðaraeftirlitið kann, um tað verður mett neyðugt, sjálvt gera eftirlitsvitjanir ella taka lut í eftirlitsvitjan saman við einum góðskueftirlitsfólki, sbr. tó stk. 5.
Stk. 5. 2) 1) Grannskoðaraeftirlitið hevur góðskueftirlit á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga. Góðskueftirlitsfólkini skulu hava hóskandi yrkisútbúgving og viðkomandi royndir innan grannskoðan og roknskapargreiðslu og hava neyðugan kunnleika til góðskueftirlit. Góðskueftirlitið skal gerast eftir reglum, ásettar við heimild í § 32, stk. 3. § 32, stk. 5 og reglur settar í gildi við heimild í ásetingini, eru somuleiðis galdandi. Skráseting Føroya kann gera avtalu við Erhvervsstyrelsen um, at góðskueftirlitsfólk, sum starvast í Erhvervsstyrelsen, gera góðskueftirlitið.
Stk. 6. 2) 1) Góðskueftirlitið endar við, at Grannskoðaraeftirlitið ger eina frágreiðing til kannaða virkið. Í frágreiðingini skulu vera tær mest týðandi niðurstøðurnar frá góðskueftirlitinum umframt møgulig tilmæli um, at kannaða virkið ger ávísar batar, ið eru eyðmerktir. Grannskoðaraeftirlitið tekur við støði í góðskueftirlitinum støðu til, um góðskueftirlitið hjá tí kannaða gevur orsøk til:
1) at eftirlitið verður endað uttan onnur tiltøk, ella
2) at góðskueftirlit verður aftur, har tað skal staðfestast, um tilmæli í sambandi við undanfarna eftirlitið eru komin í rættlag.
Stk. 7. 2) 1) Eftir tilmæli frá Grannskoðaraeftirlitinum ger kannaða virkið eina virkisætlan, ið verður grundarlag undir næsta góðskueftirlitinum. Grannskoðaraeftirlitið skal góðkenna virkisætlanina.
Stk. 8. 2) Grannskoðaraeftirlitið gevur út eina árliga frágreiðing um arbeiðið hjá eftirlitinum.
Stk. 9. 2) 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalu við donsku myndugleikarnar um, at tað í § 27 nevnda góðskueftirlit verður framt av góðskueftirltisfólki, sum danska Erhvervsstyrelsen hevur góðkent sambært lov om godkendte revisorer og revisionsvirksomheder (revisorloven), og at góðskueftirlitsfólkini fremja eftirlitið við ábyrgd og undir eftirliti av danska Erhvervsstyrelsen, og at tey virki, ið verða vald út til eftirlit, verða vald út eftir tilmæli frá danska Erhvervsstyrelsen.
Stk. 10. 2) Góðskueftirlitsfólk sambært stk. 5 og 9, hava tær heimildir, sum ásettar eru í hesi lóg og reglum, settar sambært lógini.
Stk. 11. 2) Verður avtala gjørd sambært stk. 5 og 9 hevur landsstýrismaðurin heimild til í kunngerð at gera frávik frá §§ 33 og 34.
§ 33 a. 1) Grannskoðaraeftirlitið kann almannakunngera úrslitið av góðskueftirlitinum, um tað í sambandi við eitt eftirlit sambært § 33, stk. 6, nr. 2 verður staðfest, at tilmæli frá fyrra góðskueftirlitinum ikki eru fylgd. Grannskoðaraeftirlitið kann harafturat almannakunngera úrslitið av góðskueftirlitinum á grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða roknskapir hjá fyritøkum av almennum áhuga. Grannskoðaraeftirlitið tekur avgerð um, á hvønn hátt almannakunngeringin skal gerast. Almannakunngjørt verður á heimasíðuni hjá eftirlitinum.
§ 34. Limirnir í Grannskoðaraeftirlitinum, góðskueftirlitsfólkini og onnur, sum eru við í arbeiðinum við góðskueftirlitinum, koma undir reglurnar um óheftni grannskoðarans, sbr. § 22.
Stk. 2. §§ 152, 152 a og 152 c-152 f í revsilógini eru galdandi fyri limir í Grannskoðaraeftirlitinum, góðskueftirlitsfólkini og onnur, sum eru við í arbeiðinum við góðskueftirlitinum, viðvíkjandi upplýsingum um fíggjarligu, vinnuligu ella privatu viðurskiftini hjá einum likamligum ella løgfrøðiligum persóni, sum teir verða kunnugir við í sambandi við sítt arbeiði.
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í §§ 152-152 e í revsilógini, kunnu góðskueftirlitsfólkini lata víðari upplýsingar til Grannskoðaraeftirlitið, eins og Grannskoðaraeftirlitið og góðskueftirlitsfólkini kunnu lata víðari upplýsingar til Grannskoðaranevndina.
Stk. 4. Hóast ásetingarnar í stk. 2, kunnu Grannskoðaraeftirlitið, góðskueftirlitsfólkini og onnur, sum hava verið við í arbeiðinum við góðskueftirlitinum, lata víðari upplýsingar til Skráseting Føroya sambært § 30, stk. 3.
Kanningar
§ 35. 1) Um Skráseting Føroya metir, at vandi er fyri, at ein grannskoðari, eitt grannskoðanarvirki, ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga hevur brotið ella fer at bróta eina skyldu í ella sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, kann Skráseting Føroya seta í verk og fremja eina kanning við tí fyri eyga at staðfesta, rætta ella forða einum slíkum broti. Hetta er ikki galdandi fyri eina váttan sambært § 1, stk. 3. Skrásetingin kann eisini seta í verk eina kanning, um hon verður biðin um tað av einum málsførum útlendskum myndugleika, sbr. § 30, stk. 2, nr. 5.
Stk. 2. 1) Skráseting Føroya kann eisini seta í verk og fremja eina kanning, sambært stk. 1, um Skrásetingin metir, at vandi er fyri, at ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í einari slíkari fyritøku hevur brotið ella fer at bróta reglur, sum seta í gildi ásetingarnar í artikli 37 og 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 3. 1) Skráseting Føroya kann harafturat seta í verk og fremja eina kanning sambært stk. 1, um tað í sambandi við eitt góðskueftirlit er staðfestur vandi fyri, at ein grannskoðari, eitt grannskoðanarvirki ella ein fyritøka av almennum áhuga ella ein limur í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í slíkari fyritøku hevur brotið ásetingar, sum víst er til í stk. 1 og 2.
Stk. 4. 1) Skráseting Føroya kann taka avgerð um at nýta uttanhýsis hjálp í sambandi við eina kanning sambært stk. 1-3.
Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um íverksetan og fremjan av kanningum sambært stk. 1-3.
§ 36. Skráseting Føroya kann krevja allar upplýsingar frá grannskoðaranum ella grannskoðanaravirkinum, heruppií arbeiðsskjøl, grannskoðanarprotokollir, brævaskifti og onnur skjøl, ið verða mett neyðug, tá Skráseting Føroya skal gera av, um tað eru hend ella fara at henda brot á reglurnar í hesi lóg, reglur ásettar sambært hesi lóg ella reglur um skyldur grannskoðarans, ásettar í aðrari lóggávu.
Stk. 2. 1) Í sambandi við kanningar, sum hava við fyritøkur av almennum áhuga at gera, kann Skráseting Føroya krevja somu upplýsingar frá persónum, ið eru við í ella hava samband við grannskoðaran ella grannskoðanarvirkið, og frá øðrum pørtum, sum grannskoðari ella grannskoðanarvirki hava latið uppgávur upp í hendi.
§ 37. Skráseting Føroya hevur til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaprógvi uttan rættarúrskurð atgongd til eitt grannskoðanarvirki og til skrásetingar, skjøl v.m., heruppií eisini tilfar, ið verður varðveitt elektroniskt, fyri at fáa til vega upplýsingar, ið eru neyðugar í sambandi við kanning sambært § 35.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri bygningar ella partar av bygningum, ið einans verða nýttir til privatan bústað.
Stk. 3. Um neyðugt, veitir løgreglan hjálp til kanningar sambært stk. 1. Landsstýrimaðurin kann í samráð við Føroya Landfúta áseta reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann, tá ein kanning verður gjørd sambært § 35, stk. 1, 3. pkt. loyva, at starvsfólk frá viðkomandi útlendska myndugleika fylgja Skráseting Føroya.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um luttøku hjá starvsfólki frá útlendskum myndugleikum sambært stk. 4.
§ 38. 1) Tá kanning er endað, tekur Skráseting Føroya støðu til, um úrslitið av kanningini gevur høvi til:
1) at kanningin verður endað uttan viðmerkingar,
2) at geva eina átalu,
3) at krevja, at brot skulu steðga,
4) at leggja grannskoðaran, grannskoðanarvirkið ella bæði fyri Grannskoðaranevndina, sambært § 41, ella
5) at leggja lim í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í fyritøku av almennum áhuga, eina fyritøku av almennum áhuga ella bæði fyri Grannskoðaranevndina, sambært § 42 a.
Stk. 2. 1) Skráseting Føroya almannakunnger avgerðir eftir stk. 1, nr. 3, sambært § 44 a.
§ 39. 1) (Strikað).
§ 40. 1) Skráseting Føroya kann sum tvingsilsráð áleggja limum í nevndini ella stjórnini ella øðrum, sum hava líknandi ábyrgd í grannskoðanarvirkinum, og grannskoðarum og limum í evstu leiðslu ella grannskoðanarbólki í eini fyritøku av almennum áhuga dag- ella vikubøtur, um tey lata vera við at
1) fylgja eini áheitan um upplýsingar sambært § 36 ella
2) gera eftir boðum frá skrásetingini sambært § 38.
Stk. 2. Tvingsilsbøturnar, ið fella til landskassan kunnu heintast inn við panting ella verða hildnar aftur í løn v.m. eftir skattalógini.
Grannskoðaranevndin
§ 41. 4) 2) 1) Skráseting Føroya setur eina grannskoðaranevnd. Grannskoðaranevndin hevur ein formann, ið skal vera løgfrøðingur, og í minsta lagi 4 aðrar limir, harav 2 limir skulu vera góðkendir grannskoðarar, og 2 limir skulu umboða roknskaparbrúkararnar. Í minsta lagi ein av limunum, sum umboðar roknskaparbrúkararnar, skal hava leiðsluroyndir frá einari fyritøku av almennum áhuga. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Formaðurin, limirnir og varalimirnir verða tilnevndir av Skráseting Føroya, ið somuleiðis kann tilnevna ein ella fleiri løgfrøðingar sum næstformenn. Formansskapurin og limirnir verða tilnevndir fyri eitt tíðarskeið, sum kann vera upp til 4 ár.
Stk. 2. 4) 1) Tá Grannskoðaranevndin viðger mál, sum viðvíkja løggildum grannskoðarum, skal, umframt formannin ella næstformannin, í minsta lagi luttaka 1 løggildur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Tá nevndin viðger mál viðvíkjandi skrásettum grannskoðarum, skal umframt formannin ella næstformannin í minsta lagi luttaka 1 skrásettur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Luttaka fleiri limir, skal talið av grannskoðarum samsvara við talið av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar. Í málum, har rættindafrádøming, sbr. § 42, stk. 4 og 6, forboð, sbr. § 42, stk. 3, ella treytað frádøming, sbr. § 44, stk. 2, kann koma upp á tal, skulu umframt formannin, altíð vera í minsta lagi 2 løggildir grannskoðarar ávikavist 2 skrásettir grannskoðarar og eitt samsvarandi tal av limum, umboðandi rokskaparbrúkararnar, við í viðgerðini. Tá ið mál er til viðgerðar, har rættindafrádøming kann koma upp á tal, verða varalimirnir bidnir um at vera við í viðgerðini. Grannskoðaranevndin kann bert taka avgerð um rættindafrádøming, forboð ella treytaða frádøming, um kærari í sambandi við málið hevur eina slíka revsing sum málkrav.
Stk. 3. 1) Kærur um, at ein grannskoðari, tá hann ger uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3, hevur sett til síðis tær skyldur, sum starvið hevur við sær, kunnu leggjast fyri Grannskoðaranevndina. Sama er galdandi fyri kærur um grannskoðarar, sum eru skrásettir sambært § 11, stk. 2, og kærur um viðurskifti, nevnd í § 42, stk. 4, 2. pkt. Kærur um samsýning grannskoðarans og kollegial mál kunnu ikki leggjast fyri Grannskoðaranevndina.
Stk. 4. 1) Kærur um grannskoðanarvirkir viðvíkjandi viðurskiftum, sum nevnd í § 42, stk. 6, 4. pkt, kunnu leggjast fyri Grannskoðaranevndina.
Stk. 5. 1) Grannskoðaraeftirlitið ella Skráseting Føroya kann skjóta eitt grannskoðanarvirki inn fyri Grannskoðaranevndina, um tað í sambandi við ávikavist góðskueftirlit, sambært § 27, ella eina kanning, sambært § 35, eru funnir skeivleikar ella manglar hjá virkinum, sum verða mettir at geva orsøk til, at málið verður lagt fyri nevndina, herundir skyldur virkisins, sbr. § 14 a, stk. 1 og 4 og § 22, stk. 5, ikki hevur eina góðskustýringarkipan, sbr. §§ 26 og 26 a, ella tað annars í sambandi við eitt grannskoðaraeftirlit ella eina kanning eru funnir feilir ella manglar hjá fyritøkuni, sum verða mettir at geva orsøk til, at málið verður lagt fyri nevndina. Grannskoðaranevndin kann viðgera eina kæru, sum er skotin inn fyri nevndina eftir 1. pkt. ella eftir stk. 4 uttan mun til, um grannskoðanarvirkið enn hevur góðkenningina sambært § 13, tá kæran verður latin inn.
Stk. 6. 4) 2) 1) Grannskoðaranevndin ella formaðurin kann nokta at viðgera kærur frá persónum, ið ikki hava ein rættarligan áhuga í teimum viðurskiftum, kæran viðvíkur, og kærur, sum frammanundan verða mettar ógrundaðar. Hevur Skráseting Føroya, Fíggjareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Fíggjarmálaráðið, ákæruvaldið, Felagið Føroyskir Grannskoðarar ella Grannskoðaraeftirlitið latið kæruna inn, skal Grannskoðaranevndin viðgera kæruna. Hevur grannskoðari gjørt arbeiði sambært § 1, stk. 2 og 3 fyri eina kommunu ella ein kommunalan felagsskap, og kærir kommunan ella kommunali felagsskapurin um framda arbeiðið, skal Grannskoðaranevndin viðgera kæruna. Umframt at nokta at viðgera eina kæru eftir 1. pkt. kann Grannskoðaranevndin ella formaðurin nokta at viðgera eina kæru, ið ikki er fevnd av málsføri nevndarinnar, ella er latin inn ov seint.
Stk. 7. 4) 1) Í staðin fyri teir í stk. 1 nevndu grannskoðarar, kunnu í Grannskoðaranevndina setast persónar, sum hava tikið útbúgving uttanlands og eru góðkendir eftir reglum, sum kunnu javnmetast við reglurnar í hesi lóg.
§ 42. 1) Ein grannskoðari, ið setir til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum, tá hann fremur uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3, kann frá Grannskoðaranevndini fáa eina ávaring ella eina bót upp á í mesta lagi 300.000 kr. Setur ein grannskoðari til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum, og verður hetta gjørt serliga grovt, kann Grannskoðaranevndin hækka sektina til upp í 600.000 kr.
Stk. 2. 1) Um ein grannskoðari er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni í sambandi við útinnan av sínum virksemi, kann Grannskoðaranevndin frádøma góðkenningina sum grannskoðari treytað. Frádømingin verður treytað av, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 5 ár frá tí, at Grannskoðaranevndin tekur avgerðina, ikki setur til síðis góðan grannskoðanarsið undir slíkum umstøðum, at viðkomandi eftir eini heildarmeting skal verða frádømdur góðkenningina. Leggur grannskoðarin, í seinasta lagi 4 vikur eftir avgerð Grannskoðaranevndarinnar, avgerðina fyri rættin, og verður treytaða frádømingin staðfest, verður royndartíðin roknað frá endaligum dómi. Við einari treytaðari frádøming verður ásetingin av frádømingartíðini útsett. Kann grannskoðarin av nýggjum í royndartíðini frádømast góðkenningina, ásetur Grannskoðaranevndin eina felags frádøming í hesum nýggja málinum og fyrr avgjørda málinum.
Stk. 3. 1) Um ein grannskoðari er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni í sambandi við eina grannskoðan ella í starvi í einum grannskoðanarvirki, kann Grannskoðaranevndin geva forboð fyri, at viðkomandi í upp í 3 ár fremur ella røkir eina ella fleiri av hesum uppgávum:
1) fremur ella hevur eftirlit við grannskoðan,
2) røkir uppgávur í einum grannskoðanarvirki, og
3) røkir uppgávur í eini fyritøku av almennum áhuga.
Stk. 4. 1) Um ein grannskoðari er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni í útinningini av sínum virksemi, og tað, sum er gjørt, gevur orsøk til at halda, at viðkomandi í framtíðini ikki fer at røkja virksemið á forsvarligan hátt, kann Grannskoðaranevndin frádøma góðkenningina í eitt tíðarskeið frá 6 mánaðum til 5 ár, ella til annað verður avgjørt. Sama er galdandi, um umdømi grannskoðarans er gjørt so álvarsliga til skammar, at stórur vandi er fyri, at grannskoðarin ikki kann røkja starvið sum álitisumboð hjá almenninginum á forsvarligan hátt. Í avgerðini leggur Grannskoðaranevndin avgerandi dent á, at grannskoðarin, sbr. § 15, stk. 1, er álitisumboð hjá almenninginum.
Stk. 5. 1) Grannskoðaranevndin kann lata avhoyring av pørtum og vitnum fara fram við Føroya Rætt ella við býarrættin, har sum parturin ella vitnið býr.
Stk. 6. 1) Um tað áliggur einum grannskoðanarvirki ein sjálvstøðug ábyrgd, sbr. § 41, stk. 5, ella ein medábyrgd fyri, at grannskoðarin ikki hevur hildið sínar skyldur, sbr. stk. 1, kann grannskoðanarvirkið fáa eina ávaring ella eina bót, upp á í mesta lagi 750.000 kr. Er ábyrgd grannskoðanarvirkisins eftir § 41, stk. 5, ella medábyrgdin fyri, at grannskoðarin ikki hevur hildið sínar skyldur, sambært stk. 1, av serliga grovum slagi, kann Grannskoðaranevndin hækka sektina upp í 1.500.000 kr. Um tað áliggur grannskoðanarvirkinum ein medábyrgd, kunnu revsitiltøkini einans verða áløgd virkinum, um virkið er tikið við sum partur í einum kærumáli hjá Grannskoðaranevndini. Um umdømið hjá einum grannskoðanarvirki er gjørt so álvarsliga til skammar, at stórur vandi er fyri, at grannskoðanarvirkið ikki kann røkja uppgávuna á forsvarligan hátt, kann Grannskoðaranevndin frádøma góðkenningina í eitt tíðarskeið frá 6 mánaðum til 5 ár, ella til annað verður avgjørt.
Stk. 7. 1) Formaðurin í Grannskoðaranevndini kann í stórum og torførum málum velja ein serkønan at leggja málið fram og gera avhoyringar fyri nevndina. Hevur ein almennur myndugleiki lagt málið fyri, rindar viðkomandi myndugleiki útreiðsluna til tann serkøna.
Stk. 8. 1) Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini verða almannakunngjørdar, sambært § 44 c.
Stk. 9. 1) Bøtur, ið eru álagdar sambært stk. 1 og 6, kunnu innheintast við panting. Peningurin fer í landskassan.
Stk. 10. 1) Í avgerðum eftir stk. 3 og 4 og stk. 6, 4. pkt. skal upplýsast, at avgerðin, sambært § 49, kann verða løgd fyri rættin og um freistina fyri hesum.
§ 42 a. 1) Grannskoðaranevndin viðger klagur um brot á skyldurnar sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, ið áliggja fyritøkum av almennum áhuga, ella limum í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í slíkum fyritøkum. Á sama hátt viðger Grannskoðaranevndin klagur um brot á skyldurnar, ið áliggja fyritøkum av almennum áhuga, ella limum í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í slíkum fyritøkum sambært reglum, sum seta í gildi art. 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 2. Tá Grannskoðaranevndin viðger mál, ið eru fevnd av stk. 1, skal, umframt formannin ella næstformannin, eisini luttaka í minsta lagi 1 løggildur grannskoðari og 1 umboð fyri roknskaparbrúkararnar, ið hevur leiðsluroyndir frá fyritøku av almennum áhuga. Um fleiri limir luttaka skal talið av grannskoðarum svara til talið av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar. Í málum, har talan kann gerast um at geva forboð, sbr. § 42 b, stk. 2, skulu umframt formannin ella næstformannin eisini í minsta lagi 2 løggildir grannskoðarar luttaka. Grannskoðaranevndin kann einans taka avgerð um at geva forboð, um klagarin í sambandi við viðgerðina av málinum hevur sum málskrav, at henda revsingin verður nýtt.
Stk. 3. Klagurætt hava Grannskoðaraeftirlitið, Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitið, Fíggjareftirlitið ella tann, sum hevur rættarligan áhuga í teimum viðurskiftum, sum klagan viðvíkur. Hevur klagari ikki ein rættarligan áhuga, ella verður ein klaga frammanundan mett ógrundað, kann Grannskoðaranevndin ella formaðurin vísa klaguna frá sær. Tað sama er galdandi fyri klagur, sum ikki eru innan málsræði nevndarinnar ella eru latnar inn ov seint. Hevur Skráseting Føroya ella annar almennur myndugleiki latið klaguna inn, skal nevndin viðgera klaguna, uttan so, at klagan ikki er fevnd av málsræði nevndarinnar, ella er latin inn ov seint.
§ 42 b. 1) Grannskoðaranevndin kann geva einari fyritøku av almennum áhuga ella einum limi í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í eini fyritøku, sum hevur framt brot á skyldur sambært hesi løgtingslóg ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, eina ávaring ella geva eina sekt upp á í mesta lagi 300.000 kr. Tað sama er galdandi fyri brot á skyldurnar sambært reglum, sum seta í gildi art. 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 2. Er ein persónur, sum er fevndur av stk. 1, funnin sekur í grovliga ella ferð eftir ferð at hava sett til síðis tær skyldur, sum eru nevndar í stk. 1, kann Grannskoðaranevndin geva forboð fyri, at viðkomandi í upp í 3 ár kann vera limur í einum ella fleiri av hesum liðum í eini fyritøku av almennum áhuga:
1) evstu leiðsluni,
2) stjórnini, ella
3) grannskoðanarbólkinum.
Stk. 3. Í eini avgerð sambært stk. 2 skulu upplýsingar vera um møguleikan fyri at krevja, at málið eftir § 49 verður lagt fyri rættin og um freistina í hesum sambandi.
Stk. 4. Bøtur, ið verða álagdar sambært stk. 1, kunnu heintast inn við panting.
§ 43. 1) Grannskoðaranevndin kann til eina og hvørja tíð eftir umsókn seta úr gildi eitt forboð sambært § 42, stk. 3, eina frádøming sambært § 42, stk. 4, ella eitt forboð sambært § 42 b, stk. 2. Stk. 2. Er ein frádøming gjørd, til annað verður avgjørt, og sýtir nevndin eini umsókn sambært stk. 1 um úrgildissetan av frádømingini, kann grannskoðarin ávikavist grannskoðanarvirkið krevja, at avgerðin verður roynd í rættinum, um farin eru 5 ár eftir frádømingina og í minsta lagi 2 ár eftir, at góðkenningin seinast er noktað við dómi. § 42, stk. 10 og § 50 verða at nýta samsvarandi.
§ 43 a. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri Grannskoðaranevndina, heruppií reglur um rindan av gjaldi fyri at lata inn kæru, um fyrireiking av málunum, um at áseta fund, um luttøku partanna, viðurskifti, sum skulu hava týdning, tá revsing verður ásett umframt almannakunngering av avgerðum nevndarinnar. Gjald verður ikki kravt fyri kærur, sum Skráseting Føroya ella annar almennur myndugleiki leggur fyri nevndina eftir § 41, stk. 6, 2. og 3. pkt, ella eftir § 42 a, stk. 3.
§ 44. Freistin fyri at leggja eitt mál fyri Grannskoðaranevndina er 5 ár roknað frá tí degi, tann skeiva framferðin ella undanlátið helt uppat.
Stk. 2. Freistin verður brotin, tá kæra verður latin Granskoðaranevndini.
Almannakunngering 1)
§ 44 a. 1) Skráseting Føroya almannakunnger á síni heimasíðu avgerðir, tiknar eftir § 38, stk. 1, nr. 3. Avgerðir um likamligar persónar verða anonymiseraðar innan almannakunngering.
Stk. 2. Skráseting Føroya almannakunnger á síni heimasíðu avgerðir, tiknar eftir § 8 a, stk. 4, nr. 2 og 3. Ein avgerð verður anonymiserað, tá hon ikki longur hevur virknað.
Stk. 3. Avgerðir um løgfrøðiligar persónar verða almannakunngjørdar við upplýsing um samleikan hjá løgfrøðiliga persóninum uttan so, at almannakunngering er ein álvarsom hóttan ímóti støðufesti á fíggjarligu markaðunum ella eini revsirættarligari kanning, sum er í gongd, ella almannakunngering hevur við sær ósamsvarandi stóran skaða.
Stk. 4. Samleikin hjá løgfrøðiligum persóni verður anonymiseraður 2 ár eftir, at avgerðin varð almannakunngjørd.
Stk. 5. 5) Verður ein avgerð almannakunngjørd, áðrenn kærufreistin í § 48, stk. 1 er farin, ella verður avgerðin kærd til Føroya Kærustovn, skal í eini almannakunngerð, sambært stk. 1, 1. pkt., verða upplýst um støðuna og um úrslitið av kæruni til Føroya Kærustovn.
§ 44 b. 1) Skráseting Føroya kann, tá tað verður mett hóskandi, almannakunngera, at ein kanning sambært § 35 verður ella er sett í gongd. Skráseting Føroya kann eisini almannakunngera úrslitið av eini kanning sambært § 38.
Stk. 2. Skráseting Føroya ger av, hvussu tað verður almannakunngjørt, sambært stk. 1. Almannakunngering fer fram á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
§ 44 c. 1) Grannskoðaranevndin almannakunnger avgerðir, tiknar eftir § 42, stk. 1-4 og 6 og § 42 b, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Avgerðir um likamligar persónar verða anonymiseraðar innan almannakunngering, tó undantikið í avgerðum um forboð sambært § 42, stk. 3 ella § 42 b, stk. 2, ella frádøming av góðkenning sambært § 42, stk. 4. Avgerðir sambært § 42, stk. 3 og 4, og § 42 b, stk. 2 verða anonymiseraðar, tá tíðin, revsitiltøkini skulu hava virknað, er farin, tó í seinasta lagi 5 ár eftir almannakunngeringina.
Stk. 3. Fyri avgerðir um løgfrøðiligar persónar verða § 44 a, stk. 3 og 4 nýttar samsvarandi. Avgerðir eftir § 42, stk. 6, 4. pkt., verða tó anonymiseraðar, tá tíðin, revsitiltakið skal hava virknað, er farið, tó í seinasta lagi 5 ár eftir almannakunngeringina.
Stk. 4. Verður avgerðin almannakunngjørd innan freistirnar í § 49, stk. 5 og § 49 a eru farnar, ella verður avgerðin løgd fyri rættin, skal almannakunngering, sambært stk. 1, innihalda upplýsing um støðu og úrslitið av rættarviðgerðini.
Tagnarskylda og umskifti av upplýsingum
§ 45. 1) Starvsfólk hjá Skráseting Føroya hava undir ábyrgd eftir §§ 152-152 e í revsilógini skyldu til at halda loyniligar trúnaðarupplýsingar, sum tey fáa kunnleika til í sínum eftirlitsarbeiði. Tagnarskyldan fevnir harumframt um persónar, ið gera tænastuuppgávur fyri Skráseting Føroya, persónar, sum starvast við, og sum verða tiknir við í góðskueftirlitið, serkøn, ið virka vegna Skráseting Føroya, og persónar, ið eru við Skráseting Føroya, tá kanning verður gjørd, sambært § 37, stk. 4. Hetta er eisini galdandi eftir, at setanarviðurskiftini ella sáttmálaviðurskiftini eru hildin uppat.
Stk. 2. Samtykki frá honum, sum tagnarskyldan er ætlað at verja, heimilar ikki teimum persónum, sum nevndir eru í stk. 1, at lata víðari trúnaðarupplýsingar.
Stk. 3. Trúnaðarupplýsingar, sum Skráseting Føroya fær sambært hesum kapitli, kunnu einans verða nýttar í sambandi við eftirlitsuppgávuna, til at áleggja revsitiltøk, ella um avgerðir hjá Skráseting Føroya verða kærdar til hægri fyrisitingarligan myndugleika ella verða lagdar fyri rættin.
Stk. 4. 1) Hóast stk. 1 og 3, kunnu trúnaðarupplýsingar og skjøl latast víðari til:
1) Grannskoðaraeftirlitið og Grannskoðaranevndina, so hesi kunnu røkja sínar uppgávur sambært hesi løgtingslóg.
2) Fíggjareftirlitið og Tryggingareftirlitið, so hesi kunnu røkja sínar uppgávur sambært fíggjarlóggávuni og ársroknskaparlógini.
3) Aðrar almennar myndugleikar, heruppií ákæruvaldið og løgregluna, so hesi kunnu røkja sínar lógarásettu uppgávur.
4) Eftirlitsmyndugleikar fyri grannskoðarar og grannskoðanarvirkir í londum, sum Føroyar hava gjørt sínamillum avtalu við, ið hava ábyrgdina av eftirliti við góðkenning, skráseting, góðskueftirliti, kanningum og at reglur verða hildnar, við teirri treyt, at móttakararnir av upplýsingunum einans nýta hesar til tess at røkja sínar uppgávur.
5) Eftirlitsmyndugleikar fyri grannskoðarar og grannskoðanarvirkir í øðrum londum enn teimum, ið eru nevnd í nr. 4, til tess at røkja uppgávur innan alment eftirlit ella góðskueftirlit ella í samband við eina kanning, sbr. tó stk. 5 og 6.
Stk. 5. Víðarilatan av upplýsingum sambært stk. 4, nr. 5, kann einans fara fram
1) um upplýsingarnar ella skjølini viðvíkja grannskoðan av virkjum, sum
a) hava givið út virðisbrøv í viðkomandi landi ella
b) eru partar av einum samtaki, ið ger lógbodnan samtøkuroknskap í viðkomandi landi,
2) um avtala er gjørd um sínámillum samstarv við viðkomandi land,
3) um endamálið við áheitanini kann rættvísgerast,
4) við teirri fortreyt, at móttakararnir í minsta lagi koma undir ein lógarásetta tagnarskyldu, ið samsvarar tagnarskylduni í stk. 1, og einans kunnu nýta upplýsingarnar og skjølini til at røkja sítt virksemi innan alment eftirlit ella góðskueftirlit ella í sambandi við eina kanning, og
5) um víðarilatan er í samsvari við lóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytirnar í stk. 5.
Stk. 7. 1) Hóast stk. 4 kunnu upplýsingar, sum Skráseting Føroya hevur fingið frá einum útlendskum málsførum myndugleika, einans latast víðari til Grannskoðaraeftirlitið, Grannskoðaranevndina og ákæruvaldið, uttan so at tann útlendski málsføri myndugleikin hevur játtað, at upplýsingarnar verða latnar øðrum.
Stk. 8. 1) Øll, sum fáa upplýsingar frá Skráseting Føroya sambært stk. 4, nr. 1-3 hava tagnarskyldu eftir stk. 1 í mun til hesar upplýsingar.
Stk. 9. 1) Tað er ikki loyvt starvsfólki hjá Skráseting Føroya at geva upplýsingar víðari um ein persón, sum hevur fráboðað, at ein fyritøka ella ein persónur hevur ella møguliga hevur framt brot á grannskoðaralóggávuna ella Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
§ 46. Skráseting Føroya kann skifta um neyðugar upplýsingar við aðrar málsførar myndugleikar í einum landi, sum er fevnt av sínamillum avtalu millum Føroyar og ES, EBS ella einstøk lond, um
1) grannskoðarar, ið eru góðkendir í Føroyum, sbr. § 3, stk. 1, og sum søkja um loyvi til at byrja virksemi sum grannskoðarar í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínamillum avtalu við,
2) grannskoðarar, ið eru góðkendir í Føroyum, sbr. § 3, stk. 1, og sum ætla fyribils og av og á at lata tænastuveitingar í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínamillum avtalu við,
3) grannskoðarar, ið eru góðkendir og hava bústað í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við, og sum søkja um loyvi at byrja virksemi sum grannskoðarar í Føroyum sambært § 10, stk. 1, og
4) grannskoðarar, ið eru góðkendir og hava bústað í einum landi, sum Føroyar hava gjørt sínámillum avtalu við, og sum ætla fyribils og av og á at lata váttanir í Føroyum sambært § 11, stk. 1
Stk. 2. Við málsføran myndugleika í stk. 1 er í hesi lóg at skilja tann myndugleiki, ið umsitur grannskoðarayrkið í viðkomandi landi.
Stk. 3. Tær upplýsingar, sum kunnu skiftast um, skulu vera neyðugar, fyri at Skráseting Føroya og hinir málsføru myndugleikarnir í nevndu londum kunnu røkja sínar uppgávur sambært stk. 1.
Stk. 4. Tá Skráseting Føroya skiftir um upplýsingar sambært stk. 1, skulu reglurnar í lóg um viðgerð av persónsupplýsingum vera hildnar. Upplýsingarnar skulu viðgerast í trúnaði.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um umskifti av upplýsingum við aðrar málsførar myndugleikar sambært stk. 1.
Fígging av góðskueftirliti og kanningar- og dissiplinerskipan
§ 47. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta, at góðskueftirlitið og kanningar- og dissiplinerskipanin verða fíggjað við innkrevjing av gjaldi frá øllum góðkendum grannskoðarum, ið eru knýttir at einum grannskoðanarvirki. Gjaldið fyri góðskueftirlit kann verða ásett serstakt fyri ávikavist grannskoðarar, sum eru knýttir at grannskoðanarvirkjum, sum grannskoða fyritøkur av almennum áhuga, og grannskoðarar, sum eru knýttir at øðrum grannskoðanarvirkjum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera av, at grannskoðarar, sbr. § 11, stk. 1, skulu rinda eitt gjald, ið er við til at fíggja Grannskoðaranevndina.
Stk. 3. Tey í stk. 1 og 2 nevndu gjøld kunnu innheintast við panting. Peningurin fer í landskassan
Kapittul 10
Kæra
§ 48. 1) 5) Avgerðir, sum Skráseting Føroya hevur tikið sambært løgtingslógini ella reglum, givnum við heimild í løgtingslógini, ella sambært Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden, kunnu verða lagdar fyri Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. 1) Avgerðir, tiknar sambært §§ 35-37, 44 a, stk. 3 og 44 b, stk. 1 og 2, kunnu tó ikki verða lagdar fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 3. 4) Avgerðir, tiknar av Grannskoðaraeftirlitinum ella Grannskoðaranevndini, kunnu ikki verða lagdar fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 49. 1) Tann, sum ein avgerð eftir § 8, stk. 1, § 42, stk. 3 og 4 og stk. 6, 4. pkt. og § 42 b, stk. 2 viðvíkur, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri rættin. Áheitan um hetta skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Skráseting Føroya leggur sak móti viðkomandi eftir borgarligu rættargangslógini.
Stk. 2. Áheitan um, at málið verður lagt fyri rættin sambært § 8, stk. 1, hevur ikki steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, kann útinna uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Verður dómur kærdur, sbr. stk. 2, sambært hvørjum ein frátøka ikki verður mett lóglig, kann tann rættur, ið hevur felt dómin, ella tann rættur, sum málið er lagt fyri, gera av, at ein grannskoðari ikki kann útinna tær í § 1, stk. 2 og 3 nevndu uppgávur, meðan kærumálið verður viðgjørt.
Stk. 4. 1) Áheitan um, at avgerð sambært § 42, stk. 3 verður løgd fyri rættin, hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, ikki kann grannskoða, røkja uppgávur í einum grannskoðanarvirki ella røkja uppgávur í eini fyritøku av almennum áhuga. Verður avgerðin hjá Grannskoðaranevndini við dóminum mett lóglig, kann í hesum verða ásett, at kæra ikki hevur steðgandi virknað.
Stk. 5. 1) Áheitan um, at avgerðin verður løgd fyri rættin sambært § 42, stk. 4 og stk. 6, 4. pkt., hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, ikki kann reka virksemi sum løggildur ávikavist skrásettur grannskoðari, ella at váttanir ikki kunnu verða givnar gjøgnum viðkomandi grannskoðanarvirki. Verður avgerðin hjá nevndini við dóminum mett lóglig, kann í hesum verða ásett, at kæra ikki hevur steðgandi virknað.
Stk. 6. 1) Áheitan um, at avgerð sambært § 42 b, stk. 2 verður løgd fyri rættin hevur steðgandi virknað, men rætturin kann við úrskurði gera av, at viðkomandi, meðan málið verður viðgjørt, ikki kann vera nevndarlimur, vera í stjórnini ella í grannskoðanarbólkinum í eini fyritøku av almennum áhuga. Verður avgerðin hjá Grannskoðaranevndini við dóminum mett lóglig, kann í hesum verða ásett, at kæra ikki hevur steðgandi virknað.
§ 49 a. 1) Avgerðir frá Grannskoðaranevndini skulu verða lagdar fyri rættin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Rætturin kann í hendinga føri loyva, at avgerð verður løgd fyri rættin aftan á, at freistin er farin, um umsókn verður latin inn innan 6 mánaðir eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Verður loyvi givið eftir 2. pkt., skal avgerðin verða løgd fyri rættin innan 4 vikur eftir, at loyvið er givið.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri avgerðir um forboð ella frádøming sambært § 42, stk. 3 og 4 ella stk. 6, 4. pkt. ella § 42 b, stk. 2.
Kapittul 11
Freistir
§ 50. 3) Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið, jvb. stk. 2-4.
Stk. 2. 3) Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. 3) Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá hendingin var. Um hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. 3) Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 5. 3) Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.
Kapittul 12
Revsireglur
§ 51. 1) Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður brot á § 5, § 9, stk. 1, § 11, stk. 1 og 2, 1. pkt., §§ 18, 20-22, 22 c, 24 og § 29, stk. 1, 1. pkt., stk. 4 og 6 revsað við sekt. Á sama hátt verður tann revsaður, sum fremur brot á artikkul 4, stk. 1 og 2, artikkul 5, stk. 1, artikkul 11, stk. 1 og 2, artikkul 15, stk. 1 og artikkul 17, stk. 7 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
Stk. 2. 1) Í fyriskipanum, givnar av Skráseting Føroya ella landsstýrismanninum sambært lógini, kann verða ásett revsing við sekt fyri brot á reglurnar í fyriskipanunum.
Stk. 3. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittli 5 í revsilógini.
Stk. 4. 1) Ein grannskoðari, ið, tá hann útinnir uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3, gevur skeiva skrivliga váttan ella skrivliga vissu um nakað, sum hann ongan kunnleika hevur um, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 4 mánaðir. Sama er galdandi fyri ein grannskoðara, ið undirskrivar grannskoðanarátekningina í einum roknskapi, sum ikki er grannskoðaður av viðkomandi, uttan at hetta framgongur av givnu grannskoðanarváttanini, ella, sum uttan at vera knýttur at einum grannskoðanarvirki, fremur tær í § 1, stk. 2 nevndu uppgávur.
Stk. 5. 1) Ein grannskoðari, ið gevur váttanir sambært § 11, stk. 1, 1. pkt., uttan at hava givið fráboðan um skráseting til Skráseting Føroya sambært § 11, stk. 2, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.
Stk. 6. Ásetingin í stk. 5 er samsvarandi galdandi fyri grannskoðarar, ið eru skrásettir sambært § 11, stk. 3, men sum geva váttanir, sum eru nevndar í § 11, stk. 1, 2. pkt.
Stk. 7. 1) Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu verður ein persónur, sum ger ímóti einum forboði, sum er givið sambært § 8 a, stk. 4, nr. 2, § 42, stk. 3, ella § 42 b, stk. 2, revsaður við sekt.
Stk. 8. 1) Fyrningarfreistin fyri brot á løgtingslógina ella fyriskipanir, ásettar sambært løgtingslógini, er 5 ár.
Kapittul 13
Gildiskoma og skiftisreglur o.a. 1)
§ 52. Henda lóg kemur í gildi tann 1. juli 2009, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. § 4 kemur í gildi 1. januar 2010.
§ 53. Upplýsingar í grannskoðanarprotokollum, sbr. § 19, stk. 1 og 2, skulu gevast fyrstu ferð í grannskoðanarprotokollum, ið viðvíkja komandi roknskaparárinum hjá grannskoðaða virkinum, ið byrjar 1. juli 2009 ella seinni.
Stk. 2. Í § 23 verður 7 ára tíðarskeiðið roknað frá komandi regluliga aðalfundinum, ið varð hildin eftir 1. januar 2008, í tí grannskoðaða virkinum.
Stk. 3. Ein frágreiðing um gjøgnumskygni, sbr. § 25, skal almannakunngerast fyrstu ferð innan 3 mánaðir eftir, at komandi roknskaparár, ið byrjar 1. juli 2009 ella seinri, er úti.
Stk. 4. Ásetingin í § 29 um grannskoðanarbólk hevur virknað frá komandi regluliga aðalfundinum, ið verður hildin eftir 31. desember 2009.
§ 54. Samstundis, sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar úr gildi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Kunngerðir, ið eru gjørdar við heimild í lógini nevnd í stk. 1, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi, ella nýggjar reglur við heimild í hesi lóg koma ístaðin.
Stk. 3. Loyvir, ið eru givin sambært § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar, vera verandi í gildi, til givnu loyvini ganga út.
Stk. 4. Í málum, har Dissiplinernevndin higartil hevur verið málsfør at viðgera brot á lóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar, verða mál um brot, ið eru framd innan gildiskomu lógarinnar, viðgjørd sambært higartil galdandi reglum. Mál, sum innan gildiskomu lógarinnar eru løgd fyri Dissiplinernevndina, verða liðugt viðgjørd í teirri sambært § 41 stovnaðu Grannskoðaranevnd.
Stk. 5. Góðskueftirlit, ið er byrjað innan gildiskomu lógarinnar, verður viðgjørt sambært higartil galdandi reglum.
Tórshavn,11. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Jóhan Dahl (sign.)
Lm. nr. 148/2008
1) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juli 2021, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. § 1, nr. 51 og nr. 52 koma í gildi 1. januar 2022. Stk. 3. § 1, nr. 31 og 32 eru galdandi fyri grannskoðan av ársroknskapum o.a., hvørs roknskaparár byrjar 1. juli 2021 ella eftir hetta, um talan er um grannskoðan av ársroknskapum o.ø. hjá eini fyritøku av almennum áhuga, sbr. § 1, nr. 5. Stk. 4. § 1, nr. 34 og nr. 35 eru galdandi fyri uppgávur, sum byrja 1. juli 2021 ella eftir hetta. Stk. 5. Ásetingin í § 29, stk. 1, 5. pkt., sum ásett í § 1, nr. 56, er galdandi frá fyrstkomandi vanliga aðalfundinum ella øðrum samsvarandi fundi, sum verður hildin eftir 31. desember 2021. Stk. 6. Ásetingin í § 8 a, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 14, er ikki galdandi fyri váttanir sambært § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini, sum eru givnar innan 1. juli 2021. Fyri hesar váttanirnar eru higartil galdandi reglur galdandi. Stk. 7. Ásetingarnar í § 42, stk. 1, 2. pkt., § 42, stk. 2-4, § 42, stk. 6, 2. pkt., sum ásett í § 1, nr. 81-84 eru galdandi fyri brot, sum verða framd eftir gildiskomu løgtingslógarinnar. Stk. 8. § 1, nr. 107 er galdandi fyri brot á lóggávuna, sum er farið fram, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi uttan so, at málið eftir higartil galdandi reglum er fyrnað, tá løgtingslógin kemur í gildi. Stk. 9. Eitt grannskoðanarvirki, sum grannskoðar ársroknskapir o.a. fyri fyritøkur, ið eru fevndar av § 1 a, stk. 1, nr. 3, sambært § 1, nr. 5 í uppskotinum, skal fyri roknskaparár, sum byrja áðrenn 1. juli 2021, innan 3 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, almannakunngera eina árliga frágreiðing um gjøgnumskygni á heimasíðu virkisins. Leiðslan við evstu ábyrgd av grannskoðanarvirkinum hevur ábyrgd av innihaldinum í frágreiðingini, sum skal innihalda: 1) Eina lýsing av løgfrøðiliga bygnaðinum og ognarviðurskiftunum. 2) Eina lýsing av leiðslubygnaðinum í grannskoðanarvirkinum. 3) Um grannskoðanarvirkið er partur av einum netverki, skal ein lýsing gerast av netverkinum og rættarligu og bygnaðarligu avtalunum millum grannskoðanarvirkið og netverkið. 4) Upplýsingar um grundarlagið fyri samsýningini til partnarar. 5) Eina lýsing av innanhýsis góðskustýringarskipanini hjá grannskoðanarvirkinum, herundir um politikk fyri ávíkavist óheftni og eftirútbúgving. 6) Tilskila, nær seinasta góðskueftirlitið varð gjørt, sbr. § 27 í grannskoðaralógini. 7) Eina váttan frá evstu leiðsluni í grannskoðanarvirkinum um, hvørt góðskueftirlitsskipanin virkar nóg væl og politikkurin um óheftni verður yvirhildin. 8) Roknskaparupplýsingar, sum vísa støddina á grannskoðanarvirkinum, herundir samlaða umsetningin býttur sundur á samsýningar fyri grannskoðan av roknskapum, samsýningar fyri aðrar váttanaruppgávur við trygd, skattaráðgeving og aðrar veitingar. 9) Eitt yvirlit yvir fyritøkur, fevndar av grannskoðaralógarinnar § 1 a, stk. 1, nr. 3, sum ásett í § 1, nr. 5 í uppskotinum, sum grannskoðanarvirkið í undanfarna roknskaparári hevur útint uppgávur fyri eftir § 1, stk. 2 í grannskoðaralógini.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2016, tó kemur § 1, nr. 4 í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd. Stk. 2. Skrásettir grannskoðarar og skrásett grannskoðanarvirki kunnu halda fram sum skrásettir grannskoðarar og skrásett grannskoðanarvirki, inntil góðkenning teirra verður strikað úr skránni hjá Skráseting Føroya yvir alment góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirki. § 1, stk. 4 í grannskoðaralógini hevur samsvarandi gildi fyri skrásettar grannskoðarar. Skrásettir grannskoðarar, hvørs góðkenning er ella verður deponerað, frátikin ella frádømd, tá henda løgtingslóg fær gildi ella seinni, kunnu av nýggjum verða skrásettur í skránni yvir góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirki sambært ásetingunum í § 6, stk. 3 og § 9, stk. 2 og 3. Tað sama er galdandi, um góðkenningin hjá einum skrásettum grannskoðara er fallin burtur ella seinni fellur burtur. Stk. 3. Ein persónur kann til og við 2015 á vanligan hátt søkja um at sleppa til skrivliga próvtøku fyri skrásettar grannskoðarar. Aftaná 2015 verður í einari skiftistíð møguleiki fyri sleppa til próvtøku. Próvtøka fyri skrásettar grannskoðarar verður ikki fyriskipað aftaná 2018. Stk. 4. Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkuni. Próvtøkunevndin er í sambandi við próvtøkuna fyri skrásettar grannskoðarar mannað við 1 skrásettum grannskoðara og 4 ella fleiri limum, ið hvørki eru løggildir ella skrásettir grannskoðarar, og sum skulu vera kønir í handilsviðurskiftum, skattarætti, skiftirætti og tjóðarbúskapi. Formaðurin, sum Skráseting Føroya velur, kann ikki vera løggildur ella skrásettur grannskoðari. Stk. 5. § 3 í grannskoðaralógini er galdandi fyri skrásettar grannskoðarar, ið eru góðkendir áðrenn gildiskomu lógarinnar, ella verða góðkendir aftaná gildiskomu lógarinnar. Stk. 6. Ein persónur, sum ikki hevur havt møguleika til at fara upp til skrivliga roynd tríggjar ferðir fyri at standa próvtøkuna sambært stk. 3, 1. pkt., hevur rætt til at flyta teir írestandi møguleikarnar at fara til próvtøkuna, til próvtøku, ið er fyriskipað sambært stk. 7. Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um: 1) møguleika fyri at søkja um at sleppa til próvtøku í eini skiftistíð aftaná 2015, sbr. stk. 3., 2) próvtøku fyri skrásettar grannskoðarar, sbr. stk. 3 og 4, herundir treytirnar fyri at innstilla seg til próvtøku, próvtøkukrøvini, próvtøkuhald og próvdøming, og um 3) at flyta írestandi møguleikar at fara til próvtøku, sbr. stk. 6.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, har § 6 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2012.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”