Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. apríl 2019Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
(Skráseting av veruligum eigarum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, nr. 9, verður “, sbr. § 58” broytt til: “, sbr. §§ 58 og 58 a”.
2. Í § 5 verður sum nr. 30 sett:
“30) Veruligur eigari: Ein fysiskur persónur, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hevur ræði, undantikið eigarar í feløgum, hvørs eigarapartar eru upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.”
3. Í § 18, stk. 1, 1. pkt., verður “navn og bústað stovnaranna og upplýsingar um navn, starv, og bústað hjá limunum í leiðsluni” broytt til: “navn og bústað hjá persónum, skrásettir við heimild í hesi løgtingslóg”.
4. Aftan á § 58, men áðrenn yvirskriftina yvir § 59, verður sett:
“§ 58 a. Felagið skal savna upplýsingar um veruligu eigarar felagsins, undir hesum rættindi hjá teimum veruligu eigarunum. Eru eingir veruligur eigarar, ella kunnu eingir veruligir eigarar eyðmerkjast, skulu skrásettu limirnir í stjórn felagsins, sbr. § 10, stk. 1, skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya sum veruligir eigarar.
Stk. 2. Felagið skal skjótast gjørligt, eftir at felagið er kunnugt við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar í kt-skipan Skráseting Føroya. Felagið skal goyma upplýsingarnar um veruligu eigarar tess í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Felagið skal harumframt goyma upplýsingar um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 3. Felagið skal eftir áheitan lata upplýsingar til Føroya Landfúta um veruligu eigarar felagsins, undir hesum royndir at eyðmerkja veruligu eigarar tess. Felagið skal harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, tá hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlits- ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 4. Stk. 1-3 verða ikki nýtt upp á feløg, hvørs eigarapartar verða handlaðir á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1 og 2 í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum hvørjar upplýsingar skulu skrásetast í kt-skipanini.”
5. Í § 319, stk. 1, 1. pkt. verður “§§ 58-61,” broytt til: “§ 58, § 58 a, stk. 2 og 3, §§ 59-61,”.
6. Í § 319, stk. 4 verður aftan á “§ 57,” sett: “§ 57 a, stk. 6, § 58 a, stk. 5,”.
§ 2
Í anordning nr. 1114 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Undantikið reglurnar í kapitli 1, 2 og 7 og §§ 15 f-15 h, verður hendan lógin ikki nýtt upp á einstaklingafyritøkur, íognarfeløg og kommanditfeløg.”
2. Í § 15 d, stk. 1, 1. pkt. verður “navn, starv el. yrki og bústað leiðslunnar” broytt til: “navn og adressu hjá persónum, sum eru skrásettir sbrt. hesi lóg”.
3. Aftan á § 15 f, men áðrenn yvirskriftina yvir § 16, verður sett:
“§ 15 g. Ein fyritøka, sum er fevnd av hesi lóg, undantikið einstaklingafyritøkur, skal savna upplýsingar um fyritøkunnar veruligu eigarar, sbr. § 15 h, undir hesum rættindi hjá teimum veruligu eigarunum. Eru eingir veruligir eigarar, ella kunnu eingir veruligir eigarar eyðmerkjast, skulu skrásettu limirnir í dagligu leiðsluni hjá fyritøkuni skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya sum veruligir eigarar. Hevur fyritøkan ikki skyldu at skráseta leiðslu, sbr. § 11, stk. 1, skal tað skrásetast ein leiðsla, tá reglan í 2. pkt. skal verða nýtt.
Stk. 2. Fyritøkan skal skjótast gjørligt eftir, at fyritøkan er kunnug við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar í kt-skipan Skráseting Føroya. Fyritøkan skal goyma upplýsingarnar um veruligu eigarar tess í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Fyritøkan skal harumframt goyma upplýsingar um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 3. Fyritøkan skal eftir áheitan lata upplýsingar til Føroya Landfúta um fyritøkunnar veruligu eigarar, undir hesum royndir at eyðmerkja veruligu eigarar tess. Fyritøkan skal harumframt eftir áheitan lata nevndu upplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, tá hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlits- ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 4. Stk. 1-3 verða ikki nýtt upp á fyritøkur, hvørs eigarapartar verða handlaðir á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1 og 2 í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum hvørjar upplýsingar skulu skrásetast í kt-skipanini.
§ 15 h. Teir ella tann fysiski persónur verður mettur sum veruligur eigari, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hevur ræði, undantikið eigarar av fyritøkum, hvørs eigarapartar eru upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.”
4. Í § 23. stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “§ 15 c,” sett: “§ 15 g, stk. 2 og 3,”.
§ 3
Í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður sum stk. 8 sett:
“Stk. 8. § 56 b um skráseting av veruligum eigarum verður nýtt upp á grunnar, sum fella uttan fyri øki lógarinnar eftir stk. 4, ella sum eru undantiknir lógini sbrt. stk. 5.”
2. § 56 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upplýsingar um navn og adressu hjá persónum, skrásettir sbrt. hesi lóg, skulu til eina og hvørja tíð síggjast í kt-skipan Skráseting Føroya uttan so, at Skráseting Føroya tekur aðra avgerð. Tað er galdandi bæði fyri virknar og strikaðar vinnurekandi grunnar.”
3. Aftan á § 56 a, men áðrenn yvirskriftina yvir § 57, verður sett:
“§ 56 b. Grunnurin skal savna upplýsingar um veruligu eigarar grunsins, sbr. § 56 c, undir hesum rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 2. Grunnurin skal skjótast gjørligt, eftir at grunnurin er kunnugur við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar í kt-skipan Skráseting Føroya. Grunnurin skal goyma upplýsingarnar um veruligu eigarar í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Grunnurin skal harumframt goyma upplýsingar um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 3. Grunnurin skal eftir áheitan lata upplýsingar til Føroya Landfúta um veruligu eigarar felagsins, undir hesum royndir at eyðmerkja veruligu eigarar tess. Grunnurin skal harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, tá hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlits- ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1 og 2 í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum hvørjar upplýsingar skulu skrásetast í kt-skipanini.
§ 56 c. Teir ella tann verður mettur sum veruligur eigari av einum grunni, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis hevur ræði á grunninum, ella sum á annan hátt hevur eigaralíknandi heimildir, undir hesum:
1) Nevnd grunsins, og
2) persónar, sum serliga fáa frá grunninum, ella um so er, at teir persónar, sum serliga fáa av útlutingum grunsins, enn ikki eru kunnugir fyri grunninum, tann bólkur av persónum, í hvørs høvuðsáhugamáli grunnurin er stovnaður ella virkar.”
4. Í § 63. stk. 2 verður aftan á “§ 51” sett: “, § 56 b, stk. 2 og 3” .
5. Í § 63, stk. 3 verður “og § 43” broytt til: “§ 43 og § 56 b, stk. 2 og 3”.
6. Í § 63 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Tað kann verða álagt feløgum o.ø. løgfrøðiligum persónum revisábyrgd eftir kapitli 5 í revislógini.”
§ 4
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015 og løgtingslóg nr. 65 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 1 verður sum nr. 18 sett:
“18) Veruligur eigari: Ein fysiskur persónur, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hevur ræði.”
2. Í § 17 verða sum stk. 3-6 sett:
“Stk. 3. Eitt sínámillum tryggingarfelag og ein tvørgangandi eftirlønargrunnur skal savna upplýsingar um veruligu eigararnar av sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum, undir hesum rættindi hjá teimum veruligu eigarunum. Eru eingir veruligur eigarar, ella kunnu eingir veruligir eigarar eyðmerkjast, skulu limirnir í stjórnini hjá sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya sum veruligir eigarar.
Stk. 4. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skjótast gjørligt eftir, at sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin eru vorðin kunnug við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, og eftir eina og hvørja broyting av teimum upplýsingum, sum eru skrásettar, skráseta upplýsingarnar eftir stk. 3 í kt-skipan Skráseting Føroya. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu goyma upplýsingarnar um tess veruligu eigarar í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt goyma upplýsingar um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 5. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu eftir áheitan útflýggja upplýsingar til Føroya Landfúta um veruligu eigararnar av sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum, undir hesum um royndir hjá sínámillum tryggingarfelagnum og tvørgangandi eftirlønargrunninum at eyðmerkja tess veruligu eigarar. Sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar almennar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av teirra eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting og kunngering av upplýsingum eftir stk. 3 og 4 í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum hvørjar upplýsingar sínámillum tryggingarfelagið og tvørgangandi eftirlønargrunnurin skulu skráseta í kt-skipan Skráseting Føroya.”
3. Í § 215, stk. 2 verður aftan á “Brot á” sett: “§ 17, stk. 4 og 5,”.
§ 5
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2019.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 58 a, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 1, nr. 4, § 15 g, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 2, nr. 3, § 56 b, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 3, nr. 3, og § 17, stk. 4, 1. pkt., sum ásett í § 4, nr. 2, koma í gildi. Landsstýrismaðurin kann áseta skiftisskipanir.
Í Tinganesi, 26. apríl 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 147/2018