Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2025Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
(Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, § 11 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022, § 6 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023 og løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Almannalógin)”
2. Í § 6, stk. 1, 2. pkt., § 15, stk. 3, § 22, stk. 4, 2. pkt., § 24, stk. 4, § 25, stk. 8, § 27, stk. 6, § 29, stk. 8, § 30, stk. 6, § 35, stk. 3, § 36, stk. 4, § 37, stk. 4, § 38, stk. 4, § 39, stk. 2, 1. pkt. og stk. 4, 1. pkt., § 41, stk. 4, § 42, stk. 3, § 43, stk. 2, § 44, stk. 4, § 47, stk. 4, § 48, stk. 4, § 49, stk. 3, § 50, stk. 4, § 51, stk. 8, § 64, stk. 1 og 2, § 66, stk. 1, § 68, stk. 3 og § 69, stk. 1 og 2 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
3. Í § 19 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um treytir og útrokning av fíggjarligum ískoyti til stakútreiðslu.”
4. § 21, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Lestrarstuðul, sambært løgtingslóg um lestrarstuðul, verður faldaður við 1,5 og síðani drigin frá uppihaldsveitingini.”
5. Í § 47, stk. 3 verður “løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum” broytt til: “løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 27. mars 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 58/2024