Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mai 2026Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin)
(Heimild at skjóta grágás og brandgás)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 7. mai 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 17 verður sett:
“17 a. Uttan mun til ásetingarnar í § 17, stk. 1 og 2, kann tann, sum eigur, festir ella leigar lendi, søkja um loyvi at skjóta grágás og brandgás á hesum lendi, um vísast kann á, at grundaðir trupulleikar standast av slíkum. Landsstýrisfólkið kann áseta eitt ovara mark fyri talið á grágás og brandgás, sum skjótast kann.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 er treytað av, at umsøkjarin hevur vápnaloyvi og váttar at kenna fuglin, sum loyvið fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur í loyvinum nærri treytir fyri at skjóta grágás og brandgás, undir hesum nær loyvt er at skjóta grágás og brandgás, loyvd skotvápn og lóður, at tann, ið hevur loyvi, skal boða frá, hvussu nógv grágás og brandgás er skotin, og at fuglurin skal latast myndugleikunum til kanningar uttan viðurlag, um biðið verður um tað. Loyvishavin skal hava loyvi uppi á sær, tá ið skotið verður.
Stk. 4. Tann, sum hevur fingið loyvi at skjóta grágás og brandgás eftir stk. 1, kann loyva øðrum persónum at skjóta grágás og brandgás á tí øki, sum loyvið fevnir um, treytað av, at viðkomandi hava søkt um og fingið loyvi frá landsstýrisfólkinum.
Stk. 5. Loyvi eftir stk. 4 skal vera skrivligt, og loyvishavarin skal hava hetta loyvið og loyvið eftir stk. 1 hjá sær, tá ið skotið verður. Loyvið skal vísast politinum, um biðið verður um tað.”
2. Í § 17 b, 1. pkt., verður aftan á “grágás” sett: “og brandgás”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2031.
Í Tinganesi, 28. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 99/2025