30. mars 2001Nr. 45
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1) § 2 a, stk. 3, verður strikað.
2) Í § 3, stk. 3, verður skoytt uppí:
“Og skal umsókn um hetta verða latin, áðrenn 1. apríl fyri tilskrivaðar rentur almanakkaárið frammanundan.”
3) Í § 3 verður sett sum stk. 4:
“Stk. 4. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, nr. 2, litra a, verður rentustuðul bert veittur til tær rentur, sum sambært vanligum lániavtalum verða tilskrivaðar leypandi fyri hvørt álmanakkaár.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum.
Tórshavn, 30. mars 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður