Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. apríl 2000Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 2, verður “gjaldstovan” broytt til: “Bileftirlit Føroya”.
2) Í § 4, stk. 4, verður “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
3) Í § 4, stk. 5, verður “gjaldstovuni” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
4) Í § 5, stk. 2, verður “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
5) Í § 5, stk. 3, verður “Gjaldstovan” broytt til: “Bileftirlit Føroya”“
6) Í § 6, stk. 4, verða orðini “akfarsskrivstovuni (fútaskrivsstovuni)” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
7) § 8, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, kann Bileftirlit Føroya áleggja eitt mánaðarligt áminningargjald upp á kr. 150.”
8) § 8, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Goldin áminningargjøld sambært stk. 2 verða ikki afturgoldin, um gjald verður afturrindað sambært § 4, stk. 3.”
9) Í § 13, stk. 2, nr. 2, verða orðini “politivaldinum” broytt til: “Bileftirliti Føroya”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.
Tórshavn, 4. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður