6. mai 2016Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
(KT-nýtsla)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 12 verður sum kapittul 4 a sett:
“Kapittul 4 a
KT-nýtsla
Elektroniskar sjúklingajournalir o.a.
§ 12 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur í sambandi við KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, herundir krøv til elektroniskar sjúklingajournalir og til nýtslu av standardum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 64/2015