Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. apríl 2020Nr. 46
Løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá ávísum skyldum, sum liggja á fyritøkum og deildum hjá útlendskum fyritøkum, tá tað sum beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av koronasjúkuni COVID-19 má haldast at vera ógjørligt ella ósamsvarandi trupult fyri stóran part av fevndu fyritøkunum og deildum hjá útlendskum fyritøkum at uppfylla skyldurnar, tá skyldurnar eru ásettar í vinnufelagalóggávuni og roknskaparlóggávuni, undir hesum felagsrættarligum og roknskaparrættarligum reglum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi ella reglum, settar í gildi sambært hesi lóggávu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum gera tað møguligt hjá leiðsluni í fyritøkunum at víkja frá ásetingum í viðtøkunum hjá fyritøkuni ella samsvarandi avtalu, tá tað sum beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av koronasjúkuni COVID-19 má haldast at vera ógjørligt ella ósamsvarandi trupult fyri stóran part av fevndu fyritøkunum og deildum hjá útlendskum fyritøkum at uppfylla skyldurnar, tá skyldurnar eru ásettar í vinnufelagalóggávuni og roknskaparlóggávuni, undir hesum felagsrættarligum og roknskaparrættarligum reglum í løgtingslóg um tryggingarvirksemi ella reglum, settar í gildi sambært hesi lóggávu.
Stk. 3. Reglur ásettar sambært stk. 1 og 2 kunnu ikki seta fyritøkur og deildir hjá útlendskum fyritøkum í eina meira tyngjandi rættarstøðu enn ta, sum fylgir av teimum reglum ella ásetingum í viðtøkum, sum vikið verður frá.
Stk. 4. Reglur, ásettar sambært stk. 1-3, kunnu verða ásettar við virknaði frá 31. mars 2020 ella seinni.
§ 2. Fyri limir í evstu leiðsluni hjá fyritøkum, sum eru fevndar av reglum um longda freist at lata inn ársfrásøgn o.a., sum verða ásettar eftir § 1, stk. 1, verður freistin roknað, hóast § 151, stk. 2 í ársroknskaparlógini, frá endanum av longdu freistini. 1. pkt verður nýtt samsvarandi fyri deildarleiðarar.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 132/2019