Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. juni 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava rætt til at fáa endurrindað tað gjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærrri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skulu sendast til TAKS.”
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
2) § 2, stk. 3, sum verður stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Niðanfyristandandi meirvirðisgjaldskrásettu virki hava rætt til at fáa endurgoldið tað gjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1:
1) Garðsyrki og plantuskúlar
2) Fiskaaling
3) Ídnaður
4) Gistingarhús
5) Vallaraheim
6) Farmaflutningsvirki”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 160/2011