Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mai 2009Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 4 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Kommunur, sum eru felags um eitt sløkkilið, kunnu avtala at hava felags brunanevnd við í minsta lagi 3 kommunalum limum.”
2) § 24, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Vísir sýningin, at tað fyriliggja viðurskifti, sum kunnu elva til serligan vanda fyri brunatrygdina, kann eftirlitsmaðurin forbjóða virkseminum ella forbjóða, at bygningar ella partar av bygningi, hølum ella mannaverki verða nýtt, til bøtt er um brekið, og sýningin vísir, at hetta er gjørt á fullgóðan hátt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. úr gildi.
Tórshavn, 11. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. nr. 119/2008