15. mai 2014Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2011, verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. §§ 1 og 3, § 12 a, § 13, stk. 3 og 6, nr. 1 verða ikki nýttar fyri fíggjarfyritøkur í tann mun, reglur eru gjørdar á teimum viðkomandi økjunum við heimild í lov om finansiel virksomhed ella løgtingslóg um tryggingarvirksemi.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2013