Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. apríl 1996Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður § 27 orðað soleiðis:
“§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. mai 1996
|
Tons rund vekt: |
|
|
Toskur á Føroya Banka |
500 |
|
Toskur á landgrunninum |
18.500 |
|
Hýsa |
12.000 |
|
Upsi |
39.000 |
|
Kongafiskur |
11.000 |
Stk. 2. Aftrat heildarkvotum sambært stk. 1. verða ásettar ískoytis- og hjáveiðukvotur fyri fiskifør undir føroyskum flaggi fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1995 til 31. mai 1996
|
Tons rund vekt: |
|
|
Toskur á Føroya Banka |
50 |
|
Toskur á landgrunninum |
2.775 |
|
Hýsa |
600 |
|
Upsi |
1.950 |
|
Kongafiskur |
550 |
Stk. 3. Fiskiførum ella bólkum av fiskiførum, sum eru í veiðu eftir fiskasløgum undir kvotu, kann veitast ískoytiskvota ella hjáveiðukvota, har ikki slepst undan hjáveiðu, sum fer út um egnu kvotu ellla felagskvotu.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 18. apríl 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)