Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2025Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Innskriving til Familjutænastuna)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 29. mai 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Harumframt tekur Føroya Kærustovnur avgerð í málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan, sbr. § 57, stk. 3, í øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24, fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3 og í málum um privata samdøgursrøkt, sbr. § 63 a, stk. 5.”
2. § 15, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) veita familjuviðgerð ella líknandi stuðul, eitt nú dagviðgerð ella samdøgursviðgerð,”
3. § 15 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Barnaverndarnevndin kann innskriva familju til familjuviðgerð á stovni sambært § 15, stk. 1, nr. 2.”
4. § 15 a, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Barnaverndarnevndin kann veita fíggjarligan stuðul til útreiðslur, ið standast av fyriskipan eftir stk. 1 og 2 og eftir § 15, stk. 1, nr. 2, tá ið foreldrini ikki sjálvi megna útreiðslurnar. Um familjan verður innskrivað sambært stk. 1, fáa foreldrini endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi við eini upphædd samsvarandi hægstu sjúkradagpeningaveiting.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 27. mars 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 50/2024