Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mars 1990Nr. 46
Løgtingslóg um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað í 1990 og 1991 at veita fiskiførum, skrásett í Føroyum, upphøggingarstuðul við tí endamáli at fáa veiðuorku úr fiskiflotanum.
Stk. 2. Stuðulin til upphøgging kann veitast á henda hátt:
1) Hann, sum eigur fiskifar, skrásett í Føroyum, kann søkja Føroya landsstýri um upphøggingarstuðul. Verður umsóknin játtað, letur landskassin 5.000 kr. í studningi fyri hvørt tonsið, veitt í meðal 4 tey bestu árini av 6 teimum seinastu árunum, áðrenn umsókn verður send inn, og 10.000 kr. í studningi fyri hvørt bruttoregistartons í málibrævinum hjá fiskifarinum.
2) Landsstýrinum verður heimilað at keypa fiskifar á tvingsilssølu til upphøggingar, hóast landskassin ikki hevur veð í farinum ella veðheldur fyri láni í tí. Somuleiðis verður heimilað landsstýrinum á tvingsilssølu at bjóða upp um tað, sum landsstýrið hevur veð í ella veðheldur fyri. Eisini verður heimilað landsstýrinum at keypa skip frá t.d. peningastovni ella fíggjarstovni til upphøggingar.
3) Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalu við skipa- ella bátaeigara og peninga- ella fíggjarstovnar, sum hava veð í fiskifari, um, hvussu skuldin í farinum skal greiðast.
4) Tá fiskifar verður upphøgt smb. nr. 2 og nr. 3 eru upphæddirnar, nevndar í stk. 2, nr. 1, eisini galdandi sum mesta mark fyri tí, sum kann veitast.
§ 2. Fyri at fáa upphøggingarstuðul skal fiskifar hava havt sama eigara í minsta lagi 2 tey seinastu árini.
Stk. 2. Fiskifar, sum fær upphøggingarstuðul, missir veiðuloyvið og kann ikki fáa veiðuloyvið aftur.
Stk. 3. Fiskifar, sum hevur fingið upphøggingarstuðul, kann ongan stuðul ella studning fáa úr landskassanum aftur til nakað endamál. Henda regla umfatar ikki tann studning, sum føroyskar skipasmiðjur fáa, tá tær umbyggja skip.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 2 og 3 eru eisini galdandi fyri tey fiskifør, sum Føroya Landsstýri keypir ella ger avtalu um smb. § 1, stk. 2, nr. 2 og nr. 3.
§ 3. Peningur, sum verður nýttur til upphøgging samb. § 1, verður tikin úr Upphøggingargrunninum.
Stk. 2. Fæ grunsins er játtanin á teimum árligu fíggjarløgtingslógunum ella játtan smbr. serligari lóg.
Stk. 3. Landsstýrinum verður heimilað í samráð við fíggjarnevnd Føroya løgtings at taka upp til 100 mió. kr. í láni til Upphøggingargrunnin.
§ 4. Landsstýrinum verður heimilað at seta nærri reglur fyri upphøggingarstuðul í kunngerð sambært hesi lóg.
§ 5. Um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg, kann tann verða sektaður, sum av svikalistum gevur rangar upplýsingar í samband við umsókn um upphøggingarstuðul.
Stk. 2. Fyri brot, sum gjørd eru av partafeløgum, smápartafeløgum, lutafeløgum e.t., kann felagnum sum slíkum verða áløgd bótarskylda.
§ 6. 1) Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.