Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mars 2001Nr. 46
Løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Stuðul verður veittur grundað á vanliga ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað við eini upphædd fyri hvønn kilometur.”
2) § 2, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fyri ferðing sjóvegis millum bústað og arbeiðsstað verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær.”
3) § 2, stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.”
4) § 3, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 2001.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001.
Tórshavn, 30. mars 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður