Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. apríl 2000Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 14. februar 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í hjúnalag verður frádrátturin í skattinum hjá manninum. Sambúgvandi hjún kunnu tó sjálvi gera av, hvør teirra skal hava frádráttin. Hjá hjúnum, sum ikki eru sambúgvandi, fær tann hjúnafelagin, sum hevur børnini búgvandi, frádráttin frá fráflytingardegnum. Frádrátturin skal vera hjá sama persóni í endaligu álíkningini sum í fyribilsálíkningini.”
2) § 8, stk. 1, 2. pkt., verður orðað soleiðis:
“Tó verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 2, stk. 1, litra j, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu viðvíkjandi A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tað var føroyskt, lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS, ásettur til 42% av inntøkuni, uppgjørd eftir § 60, stk. 1, nr. 9, í skattalógini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1, hevur virknað frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 4. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður