Skrivar tú trygging? verður leitað eftir orðum sum t.d. tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging.
Skrivar tú ?trygging? verður leita eftir orðum sum t.d. lívstryggingarvirksemi.
7. apríl 2020Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Longd freist at lata inn sjálvuppgávu hjá roknskaparskyldugum o.o.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 146 frá 13. desember 2019, verður § 105 orðað soleiðis:
“§ 105. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina við at lata inn sjálvuppgávu longda. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.
Stk. 2. TAKS er heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistina, sum sambært stk. 1 er sett av landsstýrismanninum. Henda freist kann tó ongantíð leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó koma § 105, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, 2. pkt., sum ásett í § 1, í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 127/2019