8. mai 2012Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2011, verður henda broyting gjørd:
Aftan á § 36 a verður sett:
“§ 36 b. Meirvirðisgjald á olju til bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, kann eftir umsókn verða endurgoldið. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann í kunngerð áseta nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald sbrt. stk. 1.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 182/2011