Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mai 2015Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring
(Sølufremjandi tiltøk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2011 og løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Sølufremjandi tiltøk, eisini slík, ið geva eitthvørt framíhjá, t.d. avsláttarmerki, avsláttur, skipanir við eykaágóða og virðislønarkappingar, skulu marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru týðiligar og greiðar fyri brúkaran og soleiðis, at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar. Týðandi upplýsingar, t.d. virði á eykaveitingum, sum greidliga kunnu avlaga búskaparligu atferð brúkarans, mugu ikki leggjast burturímillum.”
2. § 9, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3-5 verða eftir hetta stk. 2-4.
3. §§ 10 og 11 verða strikaðar.
4. Í § 28, stk. 3, 1. pkt. verður “§§ 9-11” broytt til: “§ 9”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015.
Í Tinganesi, 12. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 77/2014