16. mai 2006Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 2001, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1 verður aftaná stk. 6 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 7. Krøvini um “føroysk skip/bátareigarar”, sum eru ásett í § 1, stk. 1 eru ikki galdandi í tann mun, annað er ásett í sáttmála frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin (Hoyvíkssátmálanum).”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi samstundis sum sáttmáli frá 31. august 2005 millum stjórn Íslands øðrumegin og stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri hinumegin fær gildi
Tórshavn, 16. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 91/2005