17. mai 2011Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. november 2008, verður § 6, stk. 1, 1. pkt. strikað, og í staðin verður sett: ”Festari kann keypa innstøðu, sethús, fjós og aðrar bygningar við hóskandi undirlendi, sum hoyra til festið. Sethús kann hann keypa sjálvur ella saman við hjúnafelaga.”
2. og 3. pkt. verða hereftir 3. og 4. pkt.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 142/2010