Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 1992Nr. 47
Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
1. táttur
Stevnumið o.a.
§ 1. 1 Landsstýrismanninum verður sambært § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni.
Stk. 2. Støðisútbúgvingin skal miða ímóti:
1) at menna tann einstaka næmingin persónligt til samfelagsvitsku,
2) at menna lestrarhegni og førleika til framtíðar yrki,
3) at veita næminginum støði undir framhaldandi tøkniútbúgving.
§ 2. Tann, sum hevur tikið fráfaringarroynd fólkaskúlans, kann verða tikin upp til støðisútbúgving innan tøkni.
§ 3. 1 Landsstýrið ger almennar reglur um støðisútbúgvingina.
Stk. 2. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um floksdeildtal, samstarv millum skúlar um býti av flokkum og útbúgvingum og um upptøku av næmingum.
Stk. 3. 1 Støðisútbúgving innan tøkni fer fram á einum av landsstýrismanninum góðkendum yrkisskúla.
2. táttur
Skipan og innihald
§ 4. Støðisútbúgvingin verður skipað í eindum við atliti til at lúka krøvini um upptøku til framhaldandi útbúgving innan tøkni.
Stk. 2. 1 Støðisútbúgvingin kann verða skipað í fakøkjum sambært krøvunum til ta framhaldandi útbúgvingina eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.
§ 5. Innihaldið í støðisútbúgvingini verður skipað við atliti til stevnumiðini, ið nevnd eru í § 1, stk. 2.
§ 6. 1 Landsstýrismaðurin góðkennir stevnumið og leiðbeinandi lesiætlanir fyri støðisútbúgvingina.
Stk. 2. 1 Landssstýrismaðurin staðfestir lesiætlanirnar fyri tær einstøku lærugreinirnar við støði í teimum leiðbeinandi lesiætlanunum.
§ 7. Næmingum, sum hava tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 2. Næmingum verða givin ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgving og persónligum viðurskiftum.
Stk. 3. 1 Landsstýrismaðurin ásetur nágreiniligari reglur fyri tey í stk. 1 og 2 nevndu viðurskifti.
§ 8. Næmingar fáa prógv fyri hvørja fullførda støðiseind. Næmingar, sum gevast í útbúgvingini, hava rætt til váttan fyri framda skúlagongd.
Stk. 2. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um próvtøku fyri hvørja lærugrein sær.
§ 9. Hevur næmingur lokið ein part av støðisútbúgvingini frammanundan, ella á annan hátt nomið tann kravda kunnleikan, fatar útbúgvingin vanliga bert um tann vantandi partin av støðisútbúgvingini.
Stk. 2. Næmingur við serligum fortreytum kann sleppa undan pørtum av undirvísingini.
Stk. 3. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri stk. 1 og 2.
§ 10. 1 Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, tá ið tað ræður um at fremja útbúgvingarroyndir, víkja frá reglunum í hesum tátti.
§ 11. Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kann verða fyri í skúlagongdini.
3. táttur
Ígildissetan og annað
§ 12. Henda lóg fær gildi 1. august 1992.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 10 og 18.