Skrivar tú trygging? verður leitað eftir orðum sum t.d. tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging.
Skrivar tú ?trygging? verður leita eftir orðum sum t.d. lívstryggingarvirksemi.
7. apríl 2020Nr. 48
Løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð víkja frá reglum um próvtøkur í ásetingunum í nr. 1-4, um neyðugt er til tess at fyribyrgja ella avmarka útbreiðslu av COVID-19:
1) § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar,
2) § 14, stk. 4 og 9 og § 16, stk. 1 og 3 í løgtingslóg um fólkaskúlan,
3) § 13 í løgtingslóg um støðisútbúgvingar innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, og
4) § 13 í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
Stk. 2. Verður lóggáva sett til síðis sbrt. stk. 1, skal fyrilit havast fyri, at næmingar og lesandi ikki verða sett í verri støðu enn frammanundan, og at møguleikarnir fyri víðari lestri ikki verða skerdir.
§ 2. Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2020.
Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 131/2019