Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum móti arbeiðsskaða
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 10, stk. 3, verður broytt soleiðis:
“Stk. 3. Vinnusjúka er eisini aðrar sjúkur, m.a. sjúkur, sum livandi fødd børn hava fingið í móðurlívi, um tað verður prógvað annaðhvørt, at sjúkan eftir nýggjastu læknafrøðiligu royndunum lýkur krøvini í § 10, stk. 1 og stk. 2, pkt. 2, ella sjúkan einans ella í høvuðsheitum verður hildin at vera elvd orsakað av serligum arbeiðsumhvørvi.”
2) Í § 10 verður aftaná stk. 5 sett:
“Stk. 6. Ein persónur, sum hevur fingið eina sjúku, ið er tikin við í vinnusjúkuskránni sbrt. § 10, stk. 2, kann krevja veitingar eftir lógini, uttan so at tað má metast, at sjúkan við mestu sannlíkindum er orsakað av øðrum viðurskiftum enn teimum vinnuligu.”
3) Í § 23, stk. 5 verður aftaná 1. pkt. sett:
“Fyri vinnusjúkur, sambært § 10, verður 1 árs freistin roknað frá tí degi, tann tryggjaði ella avvarðandi hansara gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum.”
4) Í § 27, stk. 4 verður sum pkt. 2 sett:
“Útreiðslurnar, ið standast av hesum, verða rindaðar av viðkomandi tryggingarfelagi, Vinnusjúkugrunninum og av landinum.”
5) Í § 27, stk. 5 verður “stk. 1, 3 og 4” broytt til: “stk. 1 og 3”, og aftaná “tryggingarfeløgini, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar”, verður sett: “landið og Vinnusjúkugrunnurin,”
6) Í § 28, stk 3 verður “§ 10, stk. 2,” broytt til: “§ 10,”
7) Í § 42, stk. 2 verður “ásettar av landsstýrismanninum” broytt til: “ásettar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum”.
8) Í § 43, stk. 1 verður “javnaðar av landsstýrismanninum” broytt til: “javnaðar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildin dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 158/2011