Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2005Nr. 48
Løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til undirvísingarverkið.
§ 2. Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í undirvísingarverkinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir meginreglur fyri útgávuvirksemið.
§ 3. Almenna útgávan av undirvísingarmiðlum verður samskipað í stovni undir landinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja stovninum aðrar uppgávur, sum natúrliga eru knýttar at útgávuvirkseminum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann veita forløgum og einstaklingum stuðul til handrit til skúlabøkur og aðrar undirvísingarmiðlar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um stuðulsveitingina sbrt. stk. 3.
§ 4. Landsstýrismaðurin setir eina skúlabókanevnd, sum gevur stjóranum ráð um útgávu av undirvísingarmiðlum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 limir og 5 tiltakslimir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin velur ein lim og ein tiltakslim, landsstýrismaðurin tilnevnir 2 limir og 2 tiltakslimir eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag, 1 lim og 1 tiltakslim eftir tilmæli frá yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og 1 lim og ein tiltakslim eftir tilmæli frá Lærarafelag Handilsskúlans og Føroya Tekniska Lærarafelag. Limurin sum landsstýrismaðurin velur, er formaður.
Stk. 3. Stjórin er skrivari hjá skúlabókanevndini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið hjá skúlabókanevndini.
§ 5. Landsstýrismaðurin setir og loysir stjóran úr starvi.
Stk. 2. Stjórin setir og loysir starvsfólk úr starvi.
Stk. 3. Stjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av fyrisiting og rakstri stovnsins.
§ 6. Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu.
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2005, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 og kunngerð nr. 64 frá 22. august 1985 ”Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari.”
Tórshavn, 9. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)