Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juli 1970Nr. 48
Løgtingslóg um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2023
I partur: Natúrvernd.
§ 1. Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum.
Stk. 2.1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
§ 2. Uttangarðs er ikki loyvt at byggja hús, búðir, skúr ella a.l. uttan loyvi frá friðingarnevndini. Undantiknir eru tó smærri bygningar, sum eftir gomlum siði vanliga hava verið bygdir uttangarðs í samband við landbúnaðin, tá ið teir ikki skemma natúruna.
Stk. 2. 1) Innangarðs skal ikki at verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini:
1) Undir bakkanum frá vallingini og omaneftir og á økir, ið eru upp til 100 m frá bakkatromini, har eingin fjøra er frá meginflóðarmálanum,
2) nærri enn 300 m frá teimum viðalundum, ið Føroya viðalundanevnd hevur um hendi,
3) nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 ha og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar í botninum.
Stk. 3. 1) Landsstýrið kann aftan á ummæli frá yvirfriðingarnevndini og avvarðandi kommunustýri í kunngerð fyriseta, at forboðini í stk. 2 ikki skulu galda fyri ávís nágreinilig økir, ið natúrliga hoyra inn undir verandi byggilendir ella havnaøkir.
Stk. 4. Bygningar, ið høvdu verið ólógligir eftir reglunum í stk. 1-2 um teir vóru bygdir aftaná, at lógin var komin í gildi, ella sum eru bygdir við loyvi frá friðingarmyndugleikunum, mugu ikki byggjast um ella av nýggjum uttan við loyvi frá friðingarnevndini.
Stk. 5. Tá ið avgerð skal takast um byggiloyvi, hóast forboðið í stk. 1-2, skal ætlast um, um útsjóndin av ætlaða bygninginum, ella har ætlanin er at seta hann, fer at misprýða í landslagnum ella fer við, ella minkar um útsýnið hjá fólki, eigur byggiloyvi tó at verða givið, tá munandi bygging er farin fram á staðnum innan fyri ásettu mark, um hon er byrjað, áðrenn lógin kom í gildi.
Stk. 6. 1) Áðrenn loyvi verður givið sambært stk. 5, skal friðingarnevndin fáa til vega ummæli frá avvarðandi kommunustýri, og um so er, at søkt verður um loyvi, at víkja frá tí í stk. 2, nr. 2 fyrisetta forboð, tá eisini frá skógfriðingarnevndini.
Stk. 7. Tær treytir, ið eru settar í samband við eitt eftir stk. 5 givið loyvi, kunnu eftir boðum frá friðingarnevndini tinglýsast á avvarðandi ogn.
Stk. 8. Bygningar, ið eru bygdir ímóti áðurnevndu reglum við innihildna forboð, ella sum ikki lúka tær treytir, ið eru settar í einum av friðingarmyndugleikunum givnum byggiloyvi, kunnu krevjast niðurtiknir ella umbygdir.
§ 3. Burturtøka ella nýtsla av mold, gróti, sandi, eyri, leiri ella torvskurður skal fara fram, so tað skemmir natúruna sum minst og ger minsta skaðan.
Stk. 2. Natúrfriðingarnevndin kann seta forboð fyri slíka burturtøku ella nýtslu, um vandi er fyri, at sermerkt landslag ella um leivdir av sermerktari natúr fara fyri skeytið.
Stk. 3. Loyvi krevst frá friðingarnevndini at seta á nýtt steinbrot.
§ 4. Kann tað ætlast, at arbeiðir koma at misprýða ella skemma natúruna, skulu tiltøk setast í verk fyri at forða ella minka um skaðan.
Stk. 2. 1) Vegagerð, setan av el- og telefonsteyrum og onnur arbeiðir, ið kunnu væntast at broyta sereyðkenni við landslagnum munandi, ella at týna leivdir av sermerktari natúr, mugu ikki verða gjørd ella byrjast uttan loyvi frá natúrfriðingarnevndini. Hendir hetta kortini, kann nevndin nokta fyri, at arbeiðið heldur fram og krevja, at avvarðandi ger alt aftur, sum tað var.
§ 5. Allar útilýsingar burtur frá gøtum, vegum og plássum á tættbygdum støðum eru ikki loyvdar. Undantiknar eru kortini lýsingar viðvíkjandi eini vinnu ella einum virki, sum er beinleiðis bundið at teimum og ikki eru ov áleypandi í landslagnum.
Stk. 2. Slíkar lýsingar, ið samsvara ikki ásettu treytunum í stk. 1 skulu takast burtur, áðrenn árið er farið, frá tí lógin fær gildi.
Stk. 3. Politivaldið kann taka lýsingar burtur, sum lúka ikki treytirnar í stk. 1-2, og hann, sum hevur ábyrgdina, ber kostnaðin.
II. partur (Strikaður). 1)
§ 6. 1) (Strikað).
§ 7. 1) (Strikað).
§ 8. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 9. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
III. partur: Friðingarmyndugleikarnir.
§ 10. 2) 3) Í hvørjari sýslu verður friðingarnevnd sett við sýslumanninum sum formanni og 2 øðrum limum, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Fyri sama tíðarskeið velur landsstýrið 4 tiltakslimir fyri teir av landsstýrinum valdu limunum.
§ 11. 2) Fyri alt landið verður sett yvirfriðingarnevnd. Í henni sita: sorinskrivarin, landsfornfrøðingurin, leiðarin av natúrsavninum og tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Landsstýrið velur tiltakslimir fyri landsfornfrøðingin og leiðaran av natúrsavninum. Landsstýrið velur fyri 6 ár í senn 4 tiltaksmenn fyri teir av landsstýrinum valdu limir. Sorinskrivarin er formaður í nevndini. Nevndin velur sjálv næstformann.
IV. partur: Viðgerðir av málunum í friðingarnevndunum.
§ 12. 1) Friðingarnevndin heldur fund, tá ið áheitan kemur frá landsstýrismanninum, yvirfriðingarnevndini, Búnaðarstovuni, einum kommunustýri ella einum eigara ella brúkara, sum vil hava eitt av teimum í hesi løgtingslógini umrøddu loyvunum. Annars kemur nevndin saman, tá ið hon sjálv heldur tað vera neyðugt.
Stk. 2. Formaðurin kallar nevndina saman og leiðir fundirnar. Hvør einstakur limur kann krevja nevndina saman til at umrøða spurningin um nevndin sjálv skal gera av, at fundur verður hildin.
Stk. 3. Nevndin kann til eina og hvørja tíð undir sakarmálsviðgerðini fara á staðið, ið viðgerðin snýr seg um uttan at hava partarnar við.
Stk. 4. Nevndarviðgerðir og avgerðir verða at skriva í eina av formanninum góðkendari gerðabók. Fundur er viðtøkuførur, tá ið tveir av limunum, teirra millum formaðurin, eru á fundi. Allir limir mugu tó atkvøða, tá ið úrskurður verður gjørdur. Avgerðin verður avgjørd við atkvøðumeiriluta.
Stk. 5. Nevndin kann taka sær serkøna hjálp.
§ 13. Samstundis sum boðað verður til fundar, skal formaðurin boðsenda eigarum, brúkarum og øðrum, ið eiga rættindir til at møta á ástaðnum ella øðrum staði, ið formaðurin ásetir.
Boðsending verður gjørd avvarðandi kunnug við 8 daga freist við almennari boðsending í tí fyri almennari kunngerð góðtikna blað.
Um onkur avvarðandi er búsitandi uttan fyri Føroyar, verður hann boðsendur við skrásettum brævi ella í Statstíðindi við einari av formanninum ásettari tíðarfreist.
Stk. 2. 1) Sambært stk. 1 er boðsendingin galdandi fyri allar eigarar, brúkarar og aðrar, ið hava rættindir í einum hagaparti, tá ið ein limur í hagastýrinum er boðsendur.
Um almenn jørð á føroyskum hondum er partaeigari í haganum, skal Búnaðarstovan eisini verða boðsent.
Stk. 3. Samstundis við teirri í stk. 1 umrøddu boðsending, fær hann, ið reist hevur málið, skrivlig boð um, hvar fundurin verður.
Stk. 4. Seinni fundir um málið verða bert boðaðir við at nevna teir í gerðabókini hjá nevndini, og verða teir, sum møttir eru, gjørdir varugir við hetta.
Stk. 5. Teir, sum eru møttir á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram skrivliga ella munnliga á nevndarfundinum. Teir, ið hava fingið fundarboð og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt skrivliga at senda til nevndina umrøðu av málinum.
§ 14. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 15. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 16. 1) Í úrskurði viðvíkjandi byggingi – sambært § 2 – kann ásetast, at bygging av einum húsi ella umbygging ella aftratbygging av verandi bygningi ikki má fara fram, fyrr enn tekningar og ætlanir eru góðkendar av nevndini.
Stk. 2. 1) Nevndin kann í serligum umstøðum krevja, at lóglig framd bygging, planting ella eitthvørt annað hesum líkt, og sum lýtir, at tað skal takast burtur, tá ið tað ikki kostar alt ov mikið ella ov nógv fer fyri skeytið, sbr. her § 17.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað)
§ 17. 1) (Strikað).
§ 18. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 19. 1) (Strkiað).
Stk. 2. 1) (Strkiað).
§ 20. 1) (Strikað).
V. partur: Viðgerðin av málum í yvirfriðingarnevndini.
§ 21. 1) Avgerðir, sum friðingarnevndirnar taka, kunnu skjótast inn fyri yvirfriðingarnevndina av einum og hvørjum, ið hevur verið á fundi undir viðgerðini av málinum ella hevur sent inn skrivliga greinargerð, somuleiðis av landsstýrismanninum, Búnaðarstovuni ella einum kommunustýri, sum hevur áhuga fyri málinum.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur roknað frá avgerðardegnum ella frá kunngerðini í førum, sum kunngerð er fyriskrivað.
Stk. 3. Er eingin kæra, tekur yvirfriðingarnevndin, aftan á kærufreistin er úti, støðu til, um avgerðin kann góðtakast. Sama er galdandi fyri tær semjur, ið friðingarnevndirnar gera.
Stk. 4. 1) Avger yvirfriðingarnevndin sambært stk. 3, at ein av friðingarnevndini gjørd viðtøka ikki kann góðtakast, verður málið at senda aftur til nýggja viðgerð í friðingarnevndini, uttan so at yvirfriðingarnevndin heldur, at málið er dottið burtur. Yvirfriðingarnevndin kann eisini gera av, at málið skal viðgerast sum kærumál eftir teimum fylgjandi reglunum.
Stk. 5. 1) (Strikað).
Stk. 6. 1) (Strikað).
§ 22. Sorinskrivarin kallar nevndina saman til fundar og leiðir teir. Yvirfriðingarnevndin er viðtøkufør, um 3 av limunum eru á fundi, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin. Tá ið úrskurður verður eiga allir limir at atkvøða. Fundarsamtyktirnar verða avgjørdar við meirilutaatkvøðum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins – ella um hann er burturstaddur – næstformansins atkvøða avgerandi.
Stk. 2. Samráðingar og úrskurðir hjá yvirfriðingarnevndini verða skrivaðar í gerðabók, sum er góðkend av formanninum.
Stk. 3. Hevur formaðurin forfall, tekur næstformaðurin við í øllum lutum.
§ 23. Annars verða reglurnar í parti 4 nýttar við tørvandi varsemi undir viðgerðini av málum í yvirfriðingarnevndini.
§ 24. Teir úrskurðir, sum yvirfriðingarnevndin ger, eru endaligir og kunnu ikki skjótast inn fyri dómstólarnar, sbr. tó § 73 í grundlógini, men nevndin kann sjálv taka upp aftur eitt mál og møguliga broyta avgerð, hon hevur tikið áður, tá ið serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi.
VI. partur: Niðurstøða.
§ 25. 4) Tann, ið ger ímóti einari í hesi lóg ásettu reglu ella annars ger seg sekan í broti á hesa lóg ella teimum í somu lóg givnu ásetingum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir, og kann undir standandi sekt krevjast at taka burtur ólógliga settar tilbúningar ella at gera ólógligar broytingar aftur í rættlag.
§ 26. 1) Útreiðslurnar til virkið hjá friðingarnevndunum og yvirfriðingarnevndini verða goldnar úr landskassanum.
§ 27. Henda lóg kemur í gildi beinavegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2024. Stk. 2. Friðingarmál, sum eru byrjað, tá ið henda løgtingslógin kemur í gildi, verða avgreidd av verandi náttúrufriðingarmyndugleikum eftir higartil galdandi reglum. Stk. 3. Friðingarúrskurðir við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða verandi í gildi, til landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995. Stk. 2. Nýval av øllum nevndum, sum nevndar verða í hesi løgtingslóg, fer fram eftir at lógin hevur fingið gildi og í seinasta lagi 1. oktober 1995. Hesar nevndir verða hereftir valdar sbr. ásetingum lógarinnar ella sbr. siðvenju.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 13. juni 1995, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995”.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.