Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2013Nr. 48
Løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 30. apríl 2018
Kapittul 1
Sóknarprestur
Førleikakrøv
§ 1. Sóknarprestur er limur í fólkakirkjuni og hevur embætisprógv í gudfrøði frá lærdum háskúla.
Stk. 2. Sum embætisprógv í gudfrøði er í hesi lóg at skilja útbúgving á vísindaligum grundarlagi, cand. theol. ella bachelor og master í gudfrøði, og yrkisútbúgving sum prestur. Embætisprógvið skal í minsta lagi vera á 300 ECTS námsstig. Kravdar lærugreinir eru:
1) Amboðslærugreinirnar: hebraiskt, grikskt, latín, heimspeki og vísindaástøði, tilsamans í minsta lagi 80 ECTS námsstig, sum greiniligari ásett í kunngerð.
2) Klassiskar gudfrøðilærugreinir: gamla testamenti, nýggja testamenti, trúarlæra, harundir luthersku játtanarritini, siðalæra og trúarheimspeki, kirkjusøga við nøktandi denti á lutherska kirkjusøgu, og praktisk gudfrøði, til samans í minsta lagi 150 ECTS námsstig, tó kortini við denti á einstøku lærugreinirnar, sum ásett í kunngerð.
3) Yrkisútbúgving til at virka sum prestur við evangeliskt lutherska kirkju.
Stk. 3. Vikið verður frá krøvunum eftir seinna liði í stk. 1, eftir stk. 2 og eftir § 2, stk. 1 fyri tann, ið verður kallaður eftir tilgongdini í § 14, um biskupur mælir til hetta.
Stk. 4. Biskupur kann við loyvi frá landsstýrismanninum gera frávik frá førleikakrøvunum eftir seinna liði í stk. 1 og eftir stk. 2, um umsøkjari, sum er komin í starv við fráviki frá fakligu førleikakrøvunum, sbr. stk. 3, hevur minst 10 ára starvsroyndir sum sóknarprestur í Føroyum.
Stk. 5. Biskupur kann eftir samráð við kirkjuráðini gera frávik frá førleikakrøvunum eftir fyrra liði í stk. 1 og eftir stk. 2, tá hann, sbr. § 9, stk. 4, skipar prest úr limakirkju í lutherska heimssamfelagnum í tíðaravmarkað sóknarprestaembæti í upp til 3 mánaðir.
§ 2. Tann, ið ikki hevur tikið lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum, áðrenn hann søkir embæti fyrstu ferð, hevur embætisskyldu at taka tey, áðrenn 2 ára starvstíð er lokin.
Stk. 2. Tann, ið tekur við føstum starvi fyrstu ferð, og sum ikki hevur føroyskt sum móðurmál, skal í verki vísa, at hann skilir føroyskt, og skal innan 2 ár frá starvssetanardegnum prógva, at hann í hóskandi mun er førur fyri at orðbera seg skilliga á føroyskum.
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð
1) greiniligari krøv til einstøku amboðslærugreinirnar, sbr. § 1, stk. 2, 1. pkt.
2) greiniligari krøv til einstøku klassisku gudfrøðilærugreinirnar, sbr. § 1, stk. 2, 2. pkt.
3) eftir tilmæli biskups reglur um, hvussu eftirútbúgvingin verður skipað, og um hvussu hetta, at taka eftirútbúgving fyrstu árini eftir starvssetan, verður sett sum treyt fyri at verða settur í starv
4) greiniligari reglur um krøv til førleika í føroyskum, sbr. § 2, stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ráðføring við biskup og samráðing við prestafelagið í kunngerð, hvussu lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum, sbr. § 2, stk. 1, verður skipað.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá biskupi og prestafelagnum áseta í kunngerð, at gudfrøðiútbúgvingar av lærdum háskúlum í Danmark, Íslandi og Noregi verða viðurkendar at geva førleika til at søkja sóknarprestaembæti uttan viðgerð í nevndini eftir § 4. Somuleiðis ásetir landsstýrismaðurin treytir um:
1) at gudfrøðiútbúgvingin saman við yrkisútbúgving sum prestur er viðurkend sum førleikaveitandi til sóknarprestaembæti í fólkakirkjuni í viðkomandi landi,
2) at viðkomandi gudfrøðingur hevur kravdu yrkisútbúgvingina sum prestur,
3) at gudfrøðiútbúgvingin fevnir um allar lærugreinirnar, nevndar í § 1, stk. 2, nr. 1 og 2, og
4) at ávísar lærugreinir í minsta lagi eru á ávísum stigi.
Nevnd at meta um førleikastig
§ 4. Landsstýrismaðurin setir nevnd at gera meting um førleikastigið hjá umsøkjara, sbr. § 1, stk. 2, og góðkenna embætisprógv. Í nevndini sita ein prestlærdur føroyingur eftir uppskoti frá prestafelagnum, og tvey umboð við granskingarførleika í gudfrøði av norðurlendskum universiteti eftir uppskoti frá Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um, hvussu nevndin verður mannað, og um virksemi og skrivstovu nevndarinnar.
§ 5. Nevndin viðger eftir áheitan frá biskupi embætisprógv ella lesiætlan og váttan um lestraravrik higartil hjá gudfrøðingi ella gudfrøðilesandi, ið hevur í umbúna at søkja sóknarprestaembæti. Niðurstøðan í viðgerðini er ein góðkenning um, at eitt embætisprógv lýkur førleikakrøvini eftir § 1, stk. 2, ella eitt tilmæli um, hvat vantar í útbúgvingini, til tess at lúka hesi krøv. Metingin er endalig innan fyrisitingina.
Vegleiðing
§ 6. Biskupur vegleiðir og ráðgevur gudfrøðilesandi og gudfrøðingum, sum hava í umbúna at søkja sóknarprestaembæti.
Próvhoyring hjá biskupi
§ 7. Gudfrøðingur, ið lýkur førleikakrøvini sbr. § 1, stk. 1 og 2, ella sbr. § 3, stk. 1 og 3, og hevur í umbúna at søkja kall, skal til próvhoyringar hjá biskupi.
Stk. 2. Tann, ið stendur til at taka við kalli fyrstu ferð eftir mannagongdini í § 14, skal hava verið til próvhoyring, áðrenn biskupur við heimild í § 1, stk. 3 mælir landsstýrismanninum til at víkja frá førleikakrøvunum, sbr. § 1, stk. 2, og at seta viðkomandi í embæti.
Stk. 3. Biskupur kann víkja frá próvhoyringini, um umsøkjari hevur verið í embæti sum sóknarprestur, ella áður hevur staðið próvhoyring hjá biskupi.
§ 8. Í próvhoyringini tryggjar biskupur sær, at tann, sum hevur í umbúna at søkja sóknarprestaembæti, hevur fakligu og verkligu fortreytirnar fyri at røkja embætið, hevur átrúnaðarligu og menniskjaligu fortreytirnar fyri at kunna virka sum sóknarprestur millum fólk og kann fremja boðanina í samljóði við læru fólkakirkjunnar.
Stk. 2. Biskupur fær í próvhoyringini munnliga og skrivliga váttan fyri, at umsøkjarin hoyrir til fólkakirkjuna, tekur undir við lærugrundarlagi hennara, og at hann vil geva prestlyfti fólkakirkjunnar.
Stk. 3. Eftir próvhoyringina skrivar biskupur niðurstøðuskjal. Í niðurstøðuskjalinum tekur biskupur støðu til, um hann við støði í próvhoyringini fer at kunna geva umsøkjaranum kalsbræv. Viðkomandi, sum hevur verið til próvhoyring, fær eintak av niðurstøðuskjalinum.
Stk. 4. Niðurstøðuskjalið og upplýsingar í sambandi við próvhoyringina eru ikki fevnd av rættinum til alment innlit eftir løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.
Embæti
§ 9. Landsstýrismaðurin skipar embæti eftir tilmæli biskups.
Stk. 2. Biskupur lýsir hesi embæti leys alment:
1) sóknarprestur í føstum starvi,
2) fyribils settur sóknarprestur,
3) prestur í tænastu hjá føroyingum uttanlands,
4) prestur til at røkja serliga uppgávu innlendis,
5) próstur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tekur eftir tilmæli biskups støðu til, um starv eftir stk. 2, nr. 1 ikki skal verða lýst leyst sum tænastumannastarv, og um starv eftir stk. 2, nr. 2-4 skal verða lýst leyst sum tænastumannastarv.
Stk. 4. Í serligum føri kann biskupur skipa sóknarprest í tíðaravmarkað starv upp til 6 mánaðir, uttan at starvið frammanundan er lýst leyst. Biskupur ráðførir seg við kirkjuráðini, men kirkjuráðini eru ikki partur í setanartilgongdini í slíkum føri.
Stk. 5. Er tann, sum biskupur hevur í umbúna at skipa í tíðaravmarkað starv upp til 6 mánaðir, ikki prestvígdur, tekur landsstýrismaðurin støðu til spurningin um at geva prestvígsluloyvi.
Setanartilgongd
§ 10. Biskupur letur nevndini sbrt. § 4 embætisprógvið ella ávegis próvskjølini frá umsøkjara, ið ikki áður hevur verið við í setanartilgongdini til sóknarprestaembæti, og sum ikki er fevnt av ásetingunum í § 1, stk. 3 og 4, ella § 3, stk. 3, til metingar.
§ 11. Tá ið umsøkjararnir hava verið til próvhoyring, sendir biskupur kirkjuráðunum í prestagjaldinum umsóknirnar til gjøgnumlestur og upplýsir talið av umsóknum, ið komu inn. Hann kallar kirkjuráðini til fundar og veitir teimum leiðbeining, greiðir teimum frá meting síni um umsøkjararnar eftir próvhoyringina og um setanartilgongdina.
Stk. 2. Biskupur hevur ábyrgdina av setanartilgongdini.
§ 12. Kirkjuráðini gera í felag biskupi raðfesta tilráðing um 3 umsøkjarar og skulu ikki grundgeva fyri hesi. Biskupur kann gera av, at tilráðingin skal vísa, hvussu umboðini fyri einstøku kirkjuráðini greiða atkvøðu.
Stk. 2. Kirkjuráðini hava setanarsamrøðu við umsøkjara og geva honum høvi at hava royndarprædiku fyri kirkjuráðunum. Umsøkjari skal verða boðin til setanarsamrøðu og at royndarprædika, tá ið 3 kirkjuráðslimir ynskja hetta.
Stk. 3. Royndarprædika er ikki almenn uttan so, at umsøkjarin og biskupur semjast um hetta.
§ 13. Tá ið biskupur hevur tikið støðu til tilráðingina frá kirkjuráðunum, ger hann landsstýrismanninum tilmæli og leggur tilráðingina frá kirkjuráðunum við. Tekur umsøkjari, ið kirkjuráðini hava rátt til, seg aftur, gevur biskupur kirkjuráðunum høvi at gera nýggja tilráðing.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir umsøkjara, ið allir kirkjuráðslimirnir atkvøddu fyri í fyrstu atkvøðugreiðslu. Er eittans sóknarprestaembæti í prestagjaldinum,setir landsstýrismaðurin umsøkjara, ið tveir triðingar av kirkjuráðslimunum atkvøddu fyri í fyrstu atkvøðugreiðslu.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur serlig fyrilit fyri minnilutum í prestagjaldinum, tá hann setir starv í prestagjaldi, har fleiri sóknarprestaembæti eru.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin setir ikki umsøkjara, ið ikki er teirra millum, sum kirkjuráðini ráða til at seta. Landsstýrismaðurin kann gera av, at embætið verður lýst leyst av nýggjum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um mannagongdir í sambandi við tilráðing, krøv til viðgerð og um atkvøðugreiðslu, tá kirkjuráðini gera tilráðing um setan.
Kirkjulið kjósar sær prest
§ 14. Meta kirkjuráðini í prestagjaldinum, at sera stór undirtøka er í prestagjaldinum fyri, at onkur ávísur verður settur í starv, og heita í minsta lagi 40% av kirkjufólkinum í hvørjari av kirkjusóknunum í prestagjaldinum, sum hava atkvøðurætt eftir reglunum í løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn, skrivliga á biskup um, at onkur ávísur verður settur í embætið, kann biskupur, uttan mun til mannagongdina eftir §§ 12 og 13, mæla landsstýrismanninum til, at viðkomandi verður settur, treytað av:
1) at áheitanirnar eru biskupi í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknarfreistin er farin,
2) at 2/3 av teimum, sum hava atkvøðurætt á felags fundi, hildin eftir ásetingunum um felags fund í kirkjuliðunum í fleiri kirkjusóknum í løgtingslóg nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð, taka undir við hesum,
3) at viðkomandi er 35 ár ella eldri
4) at viðkomandi í serligan mun hevur víst seg at hava gávur, sum hava avgerandi týdning fyri at røkja sóknarprestaembætið.
Er viðkomandi kallaður til valkirkjulið, er treytin harumframt, at tveir triðingar av atkvøðunum á aðalfundi í valkirkjuliðnum eisini eru fyri hesum.
Stk. 2. Í sambandi við kirkjuliðsfundin eftir stk. 1, nr. 2 boðar biskupur til fundar og kemur í leiklutin hjá formanninum í kirkjuráðnum í kirkjusóknini, har flest fólk búgva.
Stk. 3. Annars galda mannagongdirnar eftir § 13 til javndømis.
Kapittul 2
Annar prestur
§ 15. Landsstýrismaðurin kann seta prest í tænastu hjá føroyingum uttanlands og til at røkja serliga tænastu innlendis og kann seta serstøk førleikakrøv í hesum sambandi.
§ 16. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli biskups loyva, at gudfrøðingur, sum lýkur treytirnar at gerast sóknarprestur, sbr. §§ 1-3, 7 og 8, og sum
1) hevur vísindastarv í Føroyum, við serligum atliti at gransking og undirvísing í føroyskum kirkjuviðurskiftum sum høvuðsstarv, ella
2) er í fulltíðarstarvi hjá fríum, kirkjuligum felagsskapi, fyrst og fremst at røkja innlendis kirkjuligt arbeiði hjá felagsskapinum,
verður prestvígdur, um kirkjuráðini í einum prestagjaldi, ta tíð hann er í viðkomandi starvi, játta at vilja hava viðkomandi sum atknýttan, óløntan hjálparprest, ið hevur skyldu at halda í minsta lagi 4 gudstænastur um árið.
Stk. 2. Prestvígsluloyvi eftir stk. 1 er treytað av
1) at viðkomandi, umframt váttanina eftir § 8, stk. 2, skrivliga váttar í virki sínum sum prestur at vilja fylgja reglunum, ið galda í fólkakirkjuni,
2) at viðkomandi skrivliga váttar á hvørjum ári at vilja lata biskupi skrivliga frágreiðing um virki sítt sum prestur.
Stk. 3. Prestvígsluloyvi eftir stk. 1, nr. 2 er harumframt treytað av,
1) at leiðslan í viðkomandi kirkjuliga felagsskapi heitir skrivliga á biskup um, at viðkomandi verður prestvígdur,
2) at biskupur metir, at tað hevur týdning fyri fólkakirkjuliga virksemið hjá felagsskapinum, at viðkomandi verður prestvígdur,
3) at landsstýrismaðurin, í samsvari við tilmæli biskups, metir, at talan er um frítt kirkjuligt virksemi innan fólkakirkjuna, sum hevur munandi týdning fyri fólkakirkjuna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann loyva, at í mesta lagi svarandi til 8% av sóknarprestunum í føstum embæti eru prestvígdir eftir stk. 1, nr. 2.
Stk. 5. 1) Prestur eftir hesi grein fær ikki rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur, men kann taka lut á kirkjuráðsfundi uttan atkvøðurætt.
§ 17. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli biskups og eftir ummæli frá prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir áseta greiniligari reglur fyri mannagongdunum, tá prestur verður settur í starv eftir § 15.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar í hvørjum einstøkum føri embæti eftir §§ 15 og 16 við støði í tilmæli biskups.
Kapittul 3
Próstaembæti
Próstur
§ 18. Próstaembæti kann sóknarprestur í embæti í próstadøminum og umsøkjari til leyst kall í próstadøminum søkja.
Stk. 2. Próstur lýkur førleikakrøvini til at gerast biskupur, sbr. § 22, stk. 1.
Setanartilgongd
§ 19. Biskupur ger landsstýrismanninum raðfest tilmæli um 3 umsøkjarar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir ein teirra, sum biskupur hevur mælt til, í embætið sum próstur.
Dómpróstur
§ 20. Dómpróstur lýkur førleikakrøvini til at gerast biskupur, sbr. § 22, stk. 1.
§ 21. Biskupur hevur fund við kirkjuráðini í prestagjaldinum, tá ið dómpróstur skal setast. Á fundinum verður farið ígjøgnum innkomnu umsóknirnar, og biskupur leiðbeinir um mannagongdina og ummælir umsøkjararnar.
Stk. 2. Kirkjuráðini viðgera umsóknirnar og ummæla tær á fundi í seinasta lagi 3 vikur eftir fundin við biskup. Mannagongdirnar eru, sum tá kirkjuráðini virka við til at seta sóknarprest, § 14 undantikin. Kirkjuráðini lata biskupi raðfest ummæli av 3 umsøkjarum.
Stk. 3. Biskupur ger landsstýrismanninum raðfest tilmæli um 3 umsøkjarar og leggur ummælini frá kirkjuráðunum við. Biskupur ger sjálvur av, hvørjar umsøkjarar hann mælir til.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin mælir løgmanni til at seta ein teirra, sum biskupur hevur mælt til, í embætið sum dómpróstur.
Kapittul 4
Biskupur
§ 22. Biskupsvalevni lýkur hesi førleikakrøv:
1) Hevur førleika at gerast sóknarprestur, sbr. § 1, stk. 1 og 2, ella sbrt. kunngerð eftir § 3, stk. 3,
2) lýkur treytirnar at verða settur í fast starv sum sóknarprestur, sbr. § 2, og
3) hevur virkað í sóknarprestaembæti í Føroyum í minsta lagi í 6 ár, ella kann fyri nevndini sbr. § 4 skjalprógva, at hann hevur royndir og vitan, ið tilsamans geva honum samsvarandi innlit í kirkjuviðurskiftini í Føroyum.
Stk. 2. Biskupsvalevni, ið hevur tikið við sóknarprestaembæti, áðrenn henda lóg kom í gildi, er javnsett við biskupsvalevni, ið lýkur førleikakrøvini eftir stk. 1, tá treytirnar í nr. 3 og í § 2, stk. 2 eru loknar.
Stk. 3. Løgmaður setir biskup, samsvarandi biskupsvalinum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Biskupsval
§ 23. Valrætt á biskupsvali hava valdu kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir.
Stk. 2. Sóknarprestur, sum er limur í kirkjuráði, hevur valrætt í kirkjusóknini, hann býr í. Prestur, sum ikki er limur í kirkjuráði, men sum er í hálvtíðarstarvi ella meira í fólkakirkjuni í Føroyum longri enn eitt ár, hevur valrætt til biskupsval í kirkjusóknini, hann býr í. Prestur í hálvtíðarstarvi ella meira uttanlands fyri fólkakirkjuna í longri enn eitt ár hevur valrætt í dómkirkjusóknini. Prestur hjá fleiri valkirkjuliðum hevur valrætt í størsta valkirkjuliðnum. Prestur, ið røkir fleiri embæti, boðar valstýrinum frá, hvar hann greiðir atkvøðu sína.
Stk. 3. Fyri valkirkjulið hava 4 umboð valrætt fyri tey fyrstu 59 kirkjufólkini í valkirkjuliðnum. Fyri valkirkjulið við 60-999 kirkjufólkum hava 6 umboð valrætt. Talið á umboðum verður síðani økt við einum fyri hvørji 1000 kirkjufólk tó so, at í mesta lagi 12 umboð hava valrætt fyri eitt valkirkjulið. Talið á kirkjufólki í valkirkjuliðnum verður gjørt upp pr. undanfarna 1. februar ella við seinastu uppgerð undan hesum.
§ 24. Landsstýrismaðurin ásetir freist at boða frá valevnum til biskupsval. Fráboðanin verður latin Stiftsstjórnini og er undirskrivað av í minsta lagi 10%, men ikki meira enn 15% av teimum, sum hava valrætt.
Stk. 2. Kirkjuráðslimur kann bert verða stillari á einum valevnislista. Stillari á fleiri valevnislistum verður ikki roknaður sum stillari á nøkrum lista.
Stk. 3. Biskupsvalevni er ikki stillari og váttar skrivliga, at tað tekur undir við fráboðanini.
§ 25. Eitt valstýri við 2 limum úr próstadømisráðnum og einum limi úr stiftsstjórnini stendur fyri biskupsvalinum. Føddir limir kunnu ikki vera í valstýrinum.
Stk. 2. Avgerð hjá valstýrinum kann kærast til landsstýrismannin innan eina viku eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.
§ 26. Valið fer fram við skrivligari atkvøðugreiðslu millum tey, ið hava valrætt, sbr. § 23.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um valið.
Stk. 3. Kirkjugrunnurin rindar útreiðslurnar í sambandi við valið.
§ 27. Eru bert tvey valevni uppstillað, skal landsstýrismaðurin mæla løgmanni til at seta valevnið, sum hevur fingið flestar atkvøður. Stendur á jøvnum, er umval. Stendur aftur á jøvnum, er lutakast um, hvør skal setast.
Stk. 2. Eru fleiri enn tvey valevni, mælir landsstýrismaðurin løgmanni til at seta valevnið, sum hevur fingið meira enn helvtina av atkvøðunum. Hevur einki valevni fingið helvtina av atkvøðunum, mælir landsstýrismaðurin løgmanni til at seta valevnið, sum hevur fingið fleiri enn 42% av atkvøðunum treytað av, at ikki annað valevni hevur fingið fleiri enn 26% av atkvøðunum. Annars er umval millum tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum, er umval. Stendur aftur á jøvnum, er lutakast.
Stk. 3. Valstýrið skipar fyri lutakasti sbrt. stk. 1 og 2.
Kapittul 5
Bústaðarskylda
§ 28. Er embætisbústaður tengdur at embæti sum nevnt í kapitlunum 1-4, hevur tann, sum verður settur í embæti, skyldu at búgva í honum.
Stk. 2. Biskupur kann gera frávik frá ásetingini um bústaðarskyldu, tá staðfest er, at 3 ár eru eftir, til viðkomandi fer frá, ella um heilt serlig persónlig viðurskifti tala fyri hesum. Biskupur letur kirkjuráðini fáa høvi at geva ummæli, áðrenn hann tekur avgerð um frávik.
Stk. 3. Frávik eftir stk. 2 kann einans verða givið, um koyrandi er frá bústaðnum til kirkjuna í størstu kirkjusóknini í prestagjaldinum, ella til aðra kirkju í mestsum javnstórari kirkjusókn í prestagjaldinum, og flutningstíðin í mesta lagi er hálvur tími í bili.
Kapittul 6
Kirkjutænari og hjálparfólk
§ 29. Kirkjuráðið skipar kirkjutænastuna, heitir á fólk um at taka á seg tænastu sum kirkjutænari ella hjálparfólk, og kann veita kirkjutænara og hjálparfólki samsýning ella endurgjald fyri útreiðslur. Samsýningin og endurgjaldið fyri útreiðslur kunnu í meðal um mánaðin í mesta lagi svara til 0,08% av samtalda landskirkjuskattinum undanfarna ár.
Stk. 2. Kirkjuráðið heitir á Próstadømisráðið um loyvi til at veita endurgjald, hægri enn hámarkið eftir stk. 1, og um at biðja Stiftsstjórnina seta í verk samsýning, hægri enn hámarkið eftir stk. 1, til hjálparfólk við kirkjuna.
Stk. 3. Kirkjuráð í kirkjusókn við fleiri enn 4,5% av kirkjufólkinum í landinum heitir á Próstadømisráðið um at mæla Stiftsstjórnini til at seta kirkjutænara ella hjálparfólk í starv.
Stk. 4. Kirkjuráðini í prestagjaldi ella kirkjuráð í kirkjusóknum við meira kirkjufólki, enn lágmarkið eftir stk. 3, heita eftir avgerð á felags kirkjuráðsfundi á Próstadømisráðið um at mæla Stiftsstjórnini til at seta kirkjutænara ella hjálparfólk í starv.
Stk. 5. Við atliti at ítøkiliga tørvinum og at fíggjarstøðuni hjá kirkjusóknunum yvirhøvur ger Próstadømisráðið av, hvørt tiltak eftir stk. 2 kann verða framt, og mælir til, hvørt tiltak eftir stk. 3 ella 4 kann verða framt. Stiftsstjórnin ger av, um og hvussu starvið verður sett, og tænastan samsýnt, ella um tørvurin verður nøktaður á annan hátt, harundir í samstarvsavtalu við annan veitara, tó so at kostnaður og tímatal ikki verða størri, enn kirkjuráðið hevur ætlað.
Stk. 6. Kirkjuráðið kann ikki kæra avgerðir Próstadømisráðsins og Stiftsstjórnarinnar eftir stk. 5, men kirkjuráðið kann taka áheitanina aftur, tekur tað ikki undir við loysnini, ið Stiftsstjórnin velur.
Setanartreytir og umsitingarreglur
§ 30. Kirkjutænari og hjálparfólk, tó ikki urguleikari, skal vera limur í fólkakirkjuni. Biskupur kann loyva fráviki eftir áheitan frá kirkjuráðnum.
Stk. 2. Áðrenn kirkjutænari ella hjálparfólk fer undir tænastuna, váttar hann við trú og heiður at vilja inna tað starv, sum litið verður honum til, í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni, soleiðis at hon kann bjóða kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri.
§ 31. Kirkjutænari og hjálparfólk eru í øllum virki í kirkjuni ella fyri kirkjuna fevnd av ásetingunum í áttanda kapitli í fyrisitingarlógini.
Stk. 2. Lønt tænasta sum kirkjutænari ella hjálparfólk heldur uppat fyri aldur, samsvarandi reglunum um fráfaringaraldur hjá alment settum. Samsýnt tænasta sum kirkjutænari ella hjálparfólk steðgar við endan á mánaðinum, hann fyllir 5 ár meira, enn almenni fráfaringaraldurin er. Kirkjuráðið kann tó lata Stiftsstjórnini grundgivið tilmæli um, at samsýnta tænastan verður longd við einum ári í senn.
§ 32. Stiftsstjórnin er vegna kirkjuráðið setanarmyndugleiki viðvíkjandi størvum og avtalupartur um samsýntar uppgávur ella tænastuveitingar, sbr. § 29, stk. 2, 3 og 4.
Stk. 2. Stiftsstjórnin rindar løn og samsýning, sbr. § 29, stk. 2, 3 og 4, vegna kirkjuráðið.
Stk. 3. Stiftsstjórnin kann, í tann mun umsitingarlig viðurskifti hjá Stiftsstjórnini tala fyri hesum, fyribils lata kirkjuráði í kirkjusókn við meira kirkjufólki enn lágmarkið eftir § 29, stk. 3 heimildir sínar eftir hesi grein heilt ella lutvís eftir treytum, sum Stiftsstjórnin leggur við.
§ 33. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð greiniligari reglur um,
1) hvussu samsýning fyri tænastur í mesta lagi kann verða, harundir í mun til vavið á tænastuni og í mun til førleikar tænastuveitarans,
2) hvussu samsýning til urguleikarar í mesta lagi kann verða, alt eftir,
a) skjalprógvaðu fakligu førleikum urguleikarans
b) talinum av kirkjufólki í kirkjusóknini
c) talinum av kirkjuligum tænastum
3) landsstýrismaðurin kann áseta reglur um mesta samsýnta tímatal fyri urguspæl tilsamans í mun til, hvussu stór kirkjusóknin er, og um serstakar viðbøtur í sambandi við serstakar skyldur ella tænastur, sum verða røktar í samráð við Stiftsstjórnina.
Kapittul 7
Starv hjá Stiftsstjórnini
§ 34. Stiftsstjórnin setir starvsfólk í starv hjá stiftsumsitingini. Stiftsstjórnin kann heimila biskupi at inna setanarmyndugleikan.
Stk. 2. Starvsfólkini hjá stiftsumsitingini verða sett samsvarandi setanar- og lønarviðurskiftunum hjá alment settum.
Kapittul 8
Umsitingarreglur og kæra
§ 35. 2, 4, 5 og 8 kapitul í fyrisitingarlógini galda fyri øll lið í setanartilgongdum eftir hesi lóg.
Stk. 2. Avgerðir eftir hesi lóg kunnu verða kærdar til landsstýrismannin í tann mun, tær ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eru um læru og boðan fólkakirkjunnar.
Kapittul 9
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 36. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 2, stk. 1 kemur tó í gildi 1. septembur 2014.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi:
1) Konglig fyriskipan nr. 884 frá 8. desembur 1999: „Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ansættelse i stillinger i folkekirken m.v.
2) Norska lóg 2.3.2
3) Konglig fyriskipan nr. 886 frá 8. december 1999 „Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om udnævnelse af biskopper og om stiftsbåndsløsning”
4) Konglig fyriskipan nr. 49 frá 21. januar 1921 “Anordning om præstevielse af teologiske kandidater i visse tilfælde”
5) Konglig fyriskipan nr. 191 frá 18. November 1907 “Bekendtgørelse angaaende Adgang for Folkekirkens Præster til at afholde Gudstjeneste og forrette Altergang i en evangelisk-luthersk Frimenigheds Kirke under Vakance i Frimenighedens Præsteembede.”
6) Lov nr. 79 af 3. marts 1948 um “Adgang for Biskopper til Fritagelse i visse Tilfælde for at føre Tilsyn med en Menighed og dennes Præster”
7) Konglig fyriskipan nr. 34 frá 6. februar 1936 um “Ophævelse af Præsteskyds paa Færøerne og Udredelse af Befordringsgodtgørelse til Præsterne sammesteds”.
Stk. 3. 1-5 kapitul galda eisini fyri embæti, ið eru lýst leys, tá lógin kemur í gildi.
Stk. 4. Í § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð verður “/setir” strokið.
Tórshavn, 10. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 131/2012