12. mai 2015Nr. 48
Løgtingslóg um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. P/F Vága Floghavn hevur rætt til at fáa elektroniska atgongd til at biðja um stakupplýsingar úr Akfarsskránni hjá Akstovuni um ein avmarkaðan skara av akførum. Endamálið er, at krevja inn gjald fyri nýtslu av parkeringsøkinum hjá P/F Vága Floghavn. Treytin fyri atgongdini er, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarplátu.
Stk. 2. Stakupplýsingarnar, sum P/F Vága Floghavn kann fáa, eru navn og bústaður hjá brúkarum og ánarum av akførum.
Stk. 3. Upplýsingar, ið eru fingnar eftir stk. 2, mugu ikki latast øðrum privatum uttan so, at hetta er heimilað í lóg.
Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta gjald fyri upplýsingar úr Akfarsskránni, sum Akstovan letur P/F Vága Floghavn.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 12. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2014