Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2006Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001 verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
”§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum
1) er undir fullari skattskyldu í Føroyum,
2) er búsitandi í Føroyum,
3) hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart,
4) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 kilometrar, og
5) hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.”
2) § 2 verður orðað soleiðis:
”§ 2. Stuðul verður veittur í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað, tó soleiðis at stuðul ongantíð verður størri enn veruligar útreiðslur.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 80/2005