Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2011Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1, nr. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”.
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.”
3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini”, og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”.
4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað.
5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”.
6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”.
7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyrr enn 1. apríl 2012.
Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning, sbrt. § 3, stk. 2 er tað ein treyt, at øl, sum hevur í sær meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, ikki verður selt ella skonkt í Føroyum fyrr enn eftir 1. apríl 2012.
Tórshavn, 17. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 88/2010