Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 1996Nr. 48
Løgtingslóg um stuðul til ídnaðartrolarar
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey ár til eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi.
§ 2. Talið av veiðiloyvum er 8, og stuðulin til hvørt veiðiloyvi er kr. 300.000 um árið. Stuðulin verður útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum.
§ 3. Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin í einum, um veiðiloyvið verður latið landsstýrinum endaliga, ella um fiskifarið verður býtt um við annað fiskifar við somu veiði.
Stk. 2. Stuðulin og veiðiloyvi eftir hesi lóg kann eftir umsókn við loyvi frá landsstýrinum flytast yvir á annað fiskifar upp á upprunaligu treytirnar, um eitt veiðiloyvi verður latið endaliga inn.
§ 4. Undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í § 3, stk. 1, steðgar útgjaldingin av stuðlinum, tá fiskifar skiftir eigara ella ikki er í vinnu.
Stk. 2. Tá ið eigaraskifti fer fram, verður eftir umsókn til landsstýrið tað, sum eftir er av stuðlinum, goldið nýggja eigaranum.
§ 5. Landsstýrinum kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.
§ 6. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.