4. apríl 2000Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 2 og 3, verður “27%” broytt til: “20%”.
2) Í § 5 verður sett sum stk. 4:
“Stk. 4. Skatturin av skattskyldugari inntøku, sum verður gjørd upp sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, verður ásettur til 27%. Skatturin fellur til landskassan.”
§ 2
Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000.
Tórshavn, 4. apríl 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður