Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Vinnu- og umhvørvismálaráðið
  • Útgávudagur: 08-05-2019
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Løgtingslóg 49 frá 7. mai 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. mai 2019Nr. 49

Løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Løgtingslógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, hvørji øki verða bjóðað út og almennu treytirnar, ið setast skulu í fimta útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

§ 2. Økini, sum verða boðin út í fimta útbjóðingarumfari, eru hesir teigar og partteigar á landgrunninum:

1)   6004/1-9, 11-13, 16-17.

2)   6005/4-5, 8-25.

3)   6006/19-20, 24-25.

4)   6103/8-9, 11-13, 16-17, 21, 26.

5)   6104/19-20, 22-30.

6)   6105/30.

Stk. 2. Útboðsøkið sæst á kortinum, ið er hjálagt sum skjal 1.

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir sambært § 6 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Almennu treytirnar, sum setast skulu, eru í standardloyvinum, ið er hjálagt sum skjal 2.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 7. mai 2019

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 124/2018

 

 

 

Skjal 1

 

 

Fimta útbjóðingarumfar

 

5runda_kort_FO_16jan2019

 

 

 

Skjal 2

 

 

STANDARDLOYVI

 

til

 

leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

 

FIMTA ÚTBJÓÐINGARUMFAR

 

Tulking v.m.

1.1. Í hesum loyvi skilst við

“Løgtingslóg um kolvetni”: løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 29. mai 2017;

“Blokkur”: eitt øki fevnt av hesum loyvi, sum er avmarkað á tilvísingarkortinum, sum er goymt á skrivstovuni hjá Jarðfeingi og har eitt tilvísingartal er skrivað tann dagin, tá hetta loyvið varð veitt;

“Leiðbyggiætlan”: ein ætlan sum hon, ið er lýst í nr. 27;

“Drill-or-Drop tíðarskeið”: Um slíkt tíðarskeið er ásett, tíðarskeiðið, ið er lýst í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Fyrra innlatingarøki”: økið (um nakað), sum er lýst sum fyrra innlatingarskeið í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Fyrra innlatingarskeið”: tíðarskeiðið, sum er ásett sum fyrra innlatingarskeið í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Sundurbýtt loyvisøki”: eitt loyvisøki, sum eru fleiri øki, har eitt ella fleiri eru skild frá hinum;

“Hálvár”: tíðarskeiðið frá 1. januar til 30. juni í einhvørjum ári og tíðarskeiðið frá 1. juli til 31. desember í einhvørjum ári;

“Fyrsta loyvisøki”: loyvisøkið, lýst í skjali 2 a til hetta loyvi tann dagin, tá loyvið varð veitt;

“Fyrsta loyvisskeið”: tíðarskeiðið, sum er ásett sum fyrsta loyvisskeið í skjali 2 e til hetta loyvi;

”Jarðfeingi”: Jarðfeingi;

“Loyvisøkið”: tað økið, har loyvishavarin til hvørja tíð hevur heimild at útinna síni rættindi sambært hesum loyvi;

“Loyvishavari”: persónurin ella persónarnir, sum hava fingið hetta loyvið, persónligu umboðini hjá viðkomandi persóni og einhvør persónur ella persónar til hvønn ella hvørji rættindi sambært hesum loyvi á lógligan hátt eru avhend til;

“Ásett innlatingarøki”: økið, sum er ásett sum slíkt øki í skjali 2 e til hetta loyvið;

“Landsstýrismaðurin”: Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum;

“Kolvetnisfundur”: Er skilmarkað í nr. 27;

“Kolvetni”: merkir einhvør jarðolja ella jarðgass, ið finnast í teirra natúrligu støðu í jarðarløgum í undirgrundini, men merkir ikki kol ella feit leiður, ið jarðolja kann útvinnast frá;

“Seinna loyvisskeið”: tíðarskeiðið (um nakað), sum er lýst sum slíkt skeið í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Sektión”: ein partur av einum blokki, sum er eitt øki, frámerkt við minuttlinjum í breiddarstigi og longdarstigi við einum minutti ímillum;

“Gildiskomudagur” er dagurin, ið er ásettur í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Triðja loyvisskeið”: tíðarskeiðið, sum er lýst sum slíkt skeið í skjali 2 e til hetta loyvi;

“Brunnur”: íroknað borihol;

“Arbeiðsskrá”: skráin, ið er ásett í skjali 2 c til hetta loyvi.

1.2. Er loyvið veitt fleiri í felag, samábyrgjast hesi fyri endurgjald og skaðabøtur, sum skulu gjaldast sambært kapitli 7 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi og fyri, at allar skyldur sambært hesum loyvi verða hildnar mótvegis Føroya landsstýri.

 

Veitan av loyvi

2. Afturfyri tey gjøld, sum eru ásett í hesum loyvi og afturfyri at fremja og halda tær skyldur, sum hetta loyvið leggur á loyvishavaran, veitir landsstýrismaðurin við heimild í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi loyvishavaranum einkarrætt til, so leingi, sum hetta loyvið er í gildi og við teimum treytum, sum eru ásettar í hesum loyvi, at leita og bora eftir og fáa til ognar kolvetni á økinum, ið er ávíst á hjálagda korti, við teimum í skjali 2 a nevndu hornakrosstølum og teigum.

 

Loyvisskeið

3.1. Hetta loyvið fær gildi tann dag, sum er hin seinni av fylgjandi døgum:

a. gildiskomudagurin; og

b. dagurin, tá hetta loyvið varð veitt.

3.2. Um ikki loyvið er farið úr gildi fyrr, og treytað av, at allar treytir í loyvinum verða hildnar, hevur hetta loyvið gildi

a. í fyrsta loyvisskeiðinum, sambært nr. 4 og, um viðkomandi, nr. 5 og nr. 10,

b. í seinna loyvisskeiðinum, sambært nr. 6, 7 og 10,

c. í triðja loyvisskeiðinum, sambært nr. 8 og 10.

3.3.Tá triðja skeiðið endar, fer hetta loyvið úr gildi, um tað ikki er longt sambært nr. 9.

 

Fyrsta loyvisskeið

4.1. Tá eitt Drill-or-Drop tíðarskeið er ásett, skal hetta loyvið, um ikki landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð, av sær sjálvum fara úr gildi, tá hetta tíðarskeið er farið, um ikki loyvishavarin innan hetta tíðarskeiðið er farið, hevur

a. framt tað arbeiðið, sum er lýst í parti I í arbeiðsskránni, og

b. hevur játtað at fremja arbeiðið, lýst í parti II av arbeiðsskránni, innan fyrsta loyvisskeiðið er farið.

4.2. Tá eitt marknaðarføringartíðarskeið er ásett, skal hetta loyvið, um ikki landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð, av sær sjálvum fara úr gildi, tá hetta tíðarskeið er farið, um ikki loyvishavarin innan hetta tíðarskeiðið er farið hevur

a. framt tað arbeiðið, sum er lýst í parti I í arbeiðsskránni;

b. hevur játtað at fremja arbeiðið, lýst í parti II av arbeiðsskránni, innan fyrsta loyvisskeiðið er farið; og

c. á ein hátt, sum kann góðtakast av landsstýrismanninum, vísa

i. fíggjarligu orku loyvishavarans at fremja skyldurnar eftir nr. 4.2.b, umframt allar aðrar skyldur, ásettar sambært hesum loyvi; og

ii. førleikarnar hjá viðkomandi persónum at fyriskipa og hava eftirlit við øllum virkseminum í sambandi við at leita og bora eftir kolvetnum.

4.3. Persónarnir, sum víst verður til í nr. 4.c.ii, eru

a. einhvør persónur, sum loyvishavarin hevur tilnevnt at verða góðkendan eftir nr. 24 í hesum loyvi; ella

b. loyvishavarin, har loyvishavarin er ein persónur og loyvishavarin ikki hevur tilnevnt nakran til tílíka góðkenning.

4.4. Avgerðir landsstýrismansins sambært nr. 4.2.c eru endaligar innan fyrisitingina og kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

 

Um at lata inn loyvi í fyrsta loyvisskeiðinum, nevnt “Frontier” loyvi

5.1. Hendan nr. 5 er galdandi, tá eitt fyrra innlatingarskeið og eitt fyrra innlatingartíðarskeið eru ásett.

5.2. Ikki seinni enn ein mánaða fyri, at fyrra innlatingarskeið endar, skal loyvishavarin skrivliga boða landsstýrismanninum frá, at

a. loyvishavarin letur loyvi innaftur fyri ein part av loyvisøkinum, sum saman við einum ella fleiri økjum, sum áður eru innlatin sambært nr. 10, ikki eru minni enn fyrra innlatingarøkið; og

b. dagin, tá innlatingin av hesum partinum av loyvisøkinum skal fáa gildi. Hesin dagurin skal ikki vera seinni enn dagurin, tá fyrra innlatingarskeiðið endar.

5.3. Um loyvishavarin ikki heldur skyldur sínar sambært nr. 5.2, fer hetta loyvið úr gildi, tá fyrra innlatingarskeiðið endar, um ikki landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð.

 

Rættur at halda fram við loyvinum inn í næsta loyvisskeið

6.1. Til eina og hvørja tíð, sum ikki er seinni enn ein mánaði undan at fyrsta loyvisskeiðið endar, kann loyvishavarin geva landsstýrismanninum boð sambært treytunum niðanfyri um, at loyvishavarin ynskir, at loyvið verður verandi í gildi fyri ein part av loyvisøkinum, nevnt ”framhaldsøkið”. Hetta er treytað av

a. gjaldi av upphæddunum, sum eru ásettar í skjali 2 b og treytað av, at skyldurnar í hesum loyvi verða hildnar, herundir uttan avmarking treytirnar í nr. 6.3, og

b. at loyvishavarin fremur arbeiðið í arbeiðsskránni innan fyrsta loyvisskeiðið er farið,

6.2. Um loyvishavarin gevur fráboðan til landsstýrismannin samsvarandi nr. 6.1, skal tað í fráboðanini verða sagt, at loyvið verður latið inn aftur fyri tann partin av loyvisøkinum, sum er lýst av loyvishavaranum í fráboðanini samsvarandi krøvunum í nr. 6.3. Hesin partur verður eftir hetta nevndur “innlatni parturin”.

6.3. Vísandi til nr. 6.1.a skal innlatni parturin vera eitt øki, sum saman við økjum, sum áður eru latin inn, ikki er minni enn ásetta innlatingarøkið.

6.4. Loyvishavarin skal ikki hava skyldu til at lata so nógv av loyvisøkinum inn, at loyvisøkið eftir, at øki er latið inn, er minni enn 30 sektiónir.

6.5. Fráboðanir eftir nr. 6.1 skulu nevna ein dag, sum ikki er seinni enn dagurin, tá fyrsta loyvisskeiðið endar, tá innlatni parturin skal latast inn.

6.6. Hetta loyvið skal, um optiónin, sum er ásett í hesi áseting, verður útint á rættan hátt, men við fyrivarni fyri ásetinginunum í nr. 3 í hesum loyvi, halda fram í mun til framhaldsøkið fyri seinna loyvisskeiðið.

 

Leinging av fyrsta ella seinna loyvisskeiðinum

7.1. Hendan nr. heimilar eina leinging av fyrsta ella seinna loyvisskeiðinum, eftir hetta nevnt “viðkomandi skeiðið”.

7.2. Ikki seinni enn tríggjar mánaðar undan, at viðkomandi skeiðið gongur út, kann loyvishavarin, treytað av, at upphæddirnar nevndar í skjali 2 b eru goldnar og at skyldurnar eftir skjali 2 b annars eru loknar, skrivliga boða landsstýrismanninum frá, at loyvishavarin ynskir loyvið longt fyri eitt tíðarskeið afturat.

7.3. Tá boð eru givin eftir nr. 7.1, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um at leingja loyvi og nr. 7.2 skal galda fyri longda tíðarskeiðið.

7.4. Ein leinging eftir hesi áseting skal vera gjørd fyri eitt ávíst tíðarskeið og til ávísar treytir.

7.5. Tá eitt viðkomandi tíðarskeið verður longt sambært hesi áseting, skal nr. 3 galda fyri longda tíðarskeiðið.

7.6. Tá fyrsta loyvisskeiðið verður longt sambært hesi áseting, skal seinna tíðarskeiðið, jvb. tó nr. 7.2, verða stytt samsvarandi; og tá seinna tíðarskeiðið verður longt sambært hesi áseting, skal triðja loyvisskeiðið verða stytt samsvarandi.

 

Rættur at halda fram við loyvinum inn í triðja loyvisskeið

8.1. Ikki seinni enn tríggjar mánaðar undan, at seinna loyvisskeiðið gongur út, kann loyvishavarin, treytað av, at upphæddirnar nevndar í skjali 2 b eru goldnar og at skyldurnar eftir skjali 2 b annars eru loknar, skrivliga boða landsstýrismanninum frá, at loyvishavarin ynskir loyvið longt fyri ein part av loyvisøkinum, eftir hetta nevnt ”framleiðsluøkið”.

8.2. Ein fráboðan eftir nr. 8.1 skal lýsa framleiðsluøkið, sum alt skal vera fevnt av eini góðkenning ella ætlan eftir nr. 8.3.

8.3. Um slík fráboðan er givin skal hetta loyvið framhaldandi vera í gildi eftir, at seinna loyvisskeiðið er farið, treytað av, at landsstýrismaðurin, áðrenn seinna loyvisskeiðið er farið

a. hevur givið eina góðkenning eftir nr. 17.1 í hesum loyvinum og at henda góðkenning enn er í gildi, tá seinna loyvisskeiðið endar; ella

b. sambært nr. 17.4 í hesum loyvinum hevur góðkent eina ætlan, ið er latin honum sambært nr. 17.2 í hesum loyvinum og hendan góðkenning er í gildi, tá seinna loyvisskeiðið endar; ella

c. sambært nr. 17.6 í hesum loyvinum hevur boðað loyvishavaranum frá einari ætlan og hendan ætlan enn er í gildi, tá seinna loyvisskeiðið fer úr gildi.

8.4. Tá hetta loyvi verður verandi í gildi eftir hesi áseting, skal loyvið, sambært reglunum í nr. 3 í hesum loyvi, halda fram at vera í gildi í triðja loyvisskeiðinum.

 

Heimild til aftur at leingja loyvisskeiðið

9. Tá hetta loyvið verður verandi í gildi sambært nr. 8 til endan av triðja loyvisskeiðinum, kann landsstýrismaðurin, um skrivlig umsókn verður send honum ikki seinni enn tríggjar mánaðar fyri, at hetta skeiðið endar, semjast við loyvishavaran um, at hetta loyvið skal vera verandi í gildi í tí tíðarskeiði, sum landsstýrismaðurin og loyvishavarin semjast um og til tær treytir, sum landsstýrismaðurin og loyvishavarin semjast um. Broyttu treytirnar kunnu millum annað vera enn ein leinging av loyvisskeiðinum, alt eftir hvat landsstýrismaðurin og loyvishavarin semjast um.

 

Rættur hjá loyvishavaranum at lata loyvi inn aftur, heilt ella lutvíst

10. Uttan at tað ávirkar skyldurnar annars hjá loyvishavaranum, kann loyvishavarin við at geva landsstýrismanninum skrivlig boð við freist uppá í minsta lagi 1 mánaða lata loyvið inn aftur heilt ella lutvíst, treytað av, at loyvisøkið er í samsvari við nr. 11.

 

Øki latin inn aftur

11.1. Eitthvørt øki, sum loyvishavarin letur inn aftur sambært nr. 5, 6 ella 10 í hesum loyvinum og eitt hvørt øki, sum loyvishavarin tí hevur eftir, skal, um ikki landsstýrismaðurin hevur givið skrivlig boð um annað, frammanundan boðunum frá loyvishavaranum til landsstýrismannin

a. vera fevnt av minuttbreiddarlinjum, ið ikki eru minni enn tveir longarminuttir og minuttlongdarlinjur, ið ikki eru minni enn tveir breiddarminuttir;

b. vera í minsta lagi 30 sektiónir; og

c. við fyrivarni fyri nr. 11.2 hava mørk, sum, sama um tey eru úr norðuri og suðureftir ella úr eysturi í vestur, antin eru í samsvari við samsvarandi mørkini hjá blokkinum ella ikki eru minni enn tvær sektiónir frá hesum mørkum.

11.2. At loyvishavarin letur inn eitt øki sambært nr. 5, 6 ella 10 í hesum loyvi, skal ikki, uttan so, at landsstýrismaðurin hevur givið skrivlig boð um annað frammanundan boðunum frá loyvishavaranum til landsstýrismannin, hava við sær eitt loyvisøki, sum ikki er samfast.

11.3. Frá tí degi, tá loyvið verður latið innaftur ella nakar partur av loyvisøkinum verður latin innaftur, detta rættindini sambært hesum loyvi fyri loyvisøkið ella fyri tann partin, sum er latin innaftur, burtur. Hetta ávirkar tó ikki rættindini og skyldur hjá loyvishavaranum, sum eru íkomnar undan hesum degi.

 

Loyvisgjald

12.1. Loyvishavarin skal fyri loyvi gjalda tey gjøld, sum eru ásett í skjali 2 b til hetta loyvið.

12.2. At loyvishavarin letur loyvið innaftur ella letur partar av loyvisøkinum innaftur, gevur ikki loyvishavaranum rætt til at fáa goldnar upphæddir afturgoldnar.

 

Upplýsingar um samband við landsstýrismannin

13.1. Boð og skjøl, ið skulu gevast loyvishavaranum sambært hesum loyvi verða mett at vera givin loyvishavaranum, um boðini eru givin til persónin tilnevndan av loyvishavaranum eftir nr. 13.2. og til ásetta bústaðin.

13.2. Loyvishavarin skal boða landsstýrismanninum frá navni og bústaði á persóni, sum boð og skjøl kunnu latast til.

13.3. Loyvishavarin skal skjótast gjørligt boða landsstýrismanninum frá broytingum í mun til persón ella bústað, sum boð eftir nr. 13.2 omanfyri skulu sendast til.

13.4. Um ikki loyvishavarin lýkur treytirnar í nr. 13.2 omanfyri kann landsstýrismaðurin geva loyvishavaranum boð sum

a. krevja at loyvishavarin heldur nr. 13.2 omanfyri innan 30 dagar frá, at boðini eru givin; og

b. boða frá, at um loyvishavarin ikki gevur boð, verður loyvishavarin mettur at hava givið boð til landsstýrismannin um tað navn og tann bústað, sum landsstýrismaðurin hevur skrivað í fráboðanina.

 

Máting av kolvetnum frá loyvisøkinum

14.1. Loyvishavarin skal máta ella viga øll kolvetni, sum koma frá loyvisøkinum og skal í hesum sambandi brúka mannagongdir, sum vanliga verða brúktar samsvarandi góðari venju í vinnuni og sum eru góðkend av landsstýrismannnum.

14.2. Um og í tann mun, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um tað, skal skyldan eftir stk. 1 lúkast hvørt sær í mun til olju, sum eru komin frá

a. hvørjum einstøkum parti av einum loyvisøki, sum er partur av einum oljufundi, ið fer út um loyvisøkið, og

b. frá hvørjum brunni, ið framleiðir kolvetni frá einum parti av loyvisøkinum, sum ikki er partur av einum tílíkum oljufundi.

14.3. Um landsstýrismaðurin tekur avgerð um tað, skulu ásetingarnar omanfyri galda, sum um, at skyldan at máta ella viga kolvetni eisini fevndi um eina skyldu at meta um góðskuna ella samansetingina av kolvetnunum ella bæði. Um avgerð eftir hesi áseting er í gildi, skulu ásetingarnar niðanfyri hava gildi sum um, at tilvísingarnar til at viga og máta eisini vístu til at meta um góðsku og samanseting.

14.4. Loyvishavaranum er ikki loyvt at gera broytingar í framferðarháttinum í mun til at máta ella viga kolvetni, ið hann brúkar, uttan at skrivligt loyvi er fingið til hetta frá landsstýrismanninum og landsstýrismaðurin kann krevja, at eingin broyting verður gjørd, uttan so at ein persónur, sum er tilvevndur av landsstýrismanninum, er til staðar.

14.5. Landsstýrismaðurin kann til hvørja tíð krevja, at amboð, ið verða nýtt til at máta og viga kolvetni verða kannað á ein hátt, til ta tíð og við teimum millumbilum og av teimum persónum, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um og loyvishavarin skal gjalda tílíkum persóni ella landsstýrismanninum tey gjøld og endurrinda tær beinleiðis útreiðslur, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um.

14.6. Um nakað mátitól vísir seg at geva skeiv úrslit, skal hendan støðan verða mett at hava verið síðani hendan útgerð seinast varð kannað eftir nr. 14.5.

 

Varðveitsla av skjølum

15.1. Loyvishavarin skal til hvørja tíð á ein hátt, sum er góðkendur av landsstýrismanninum, hava fullfíggjaðar upplýsingar og skjøl tøk í Føroyum, sum vísa

a. nøgdirnar av kolvetnum í gasslíki, sum eru framleidd og goymd,

b. nøgdirnar av kolvetnum í einhvørjum øðrum líki, sum eru framleidd og goymd,

c. navn og bústað hjá einhvørjum persóni, sum loyvishavarin hevur leverað kolvetni til, nøgdirnar, sum eru leveraðar, prísir ella onnur gjøld og staðið, har kolvetnini vóru leverað til sambært avtalu um hesar veitingar, og

d. aðrar upplýsingar, sum landsstýrismaðurin til hvørja tíð tekur avgerð um.

15.2. Nøgdirnar av kolvetnum, sum upplýst er um í frágreiðingum av hesum slagi, nýtast ikki at fevna um vatn, sum er skilt frá kolvetnunum og skulu vera lýstar í rúmmetrum, máldum við 15° celsius og einum trýsti á 1.0132 bar, men um landsstýrismaðurin tekur avgerð um annan framferðarhátt at máta kolvetni, skal tann framferðarhátturin brúkast.

15.3. Frágreiðingar um nøgdir av kolvetnum skulu fyri seg hava eina uppgerð av teimum kolvetnum, sum eru brúkt í sambandi við boringar og framleiðslu og at pumpa til goymslu, og uppgerð yvir nøgdir, sum ikki eru brúktar til hetta, og er talan um kolvetni, ið ikki eru í gasslíki, skal uppgerðin vísa vektina á kolvetnunum, og er talan um, at kolvetni við ymsari vekt eru framleidd og goymd, skal uppgerðin vísa ymsu nøgdirnar av kolvetnum í ymsu vektunum.

15.4. Loyvishavarin skal meðan hetta loyvi er í gildi innan tveir mánaðir eftir, at eitt hálvár er endað, og innan tveir mánaðir eftir, at loyvið er farið úr gildi, lata landsstýrismanninum eitt yvirlit yvir frágreiðingarnar nevndar í nr. 15.1-15.3 omanfyri og á ein hátt, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um.

 

Arbeiðsskyldur

16.1. Loyvishavarin skal fremja arbeiðsskyldurnar sambært arbeiðsskránni innan fyrsta loyvisskeiðið er farið.

16.2. Um landsstýrismaðurin skrivliga gevur loyvishavaranum fráboðan um innan eina ávísa freist at lata landsstýrismanninum eina hóskandi ætlan um í einum ávísum tíðarskeiði at leita eftir kolvetnum á loyvisøkinum, skal loyvishavarin gera eftir boðunum. Eftir hesi áseting er ein hóskandi ætlan, ein ætlan sum einhvør persónur við rímiligheit kann væntast at fremja í tíðarskeiðinum, nevnt í fráboðanini, og skal tíðarskeiðið vera í loyvisskeiðinum. Henda áseting er galdandi um persónurin

a. hevði tey rættindi, sum hetta loyvi gevur; og

b. hevði neyðugar førleikar og orku til at útinna hesi rættindi á fíggjarliga best møguligan hátt; og

c. royndi, at útinna hesi rættindi á fíggjarliga best møguligan hátt.

16.3. Um ein ætlan verður latin landsstýrismanninum orsakað av eini fráboðan til hansara eftir nr. 16.2 omanfyri

a. hevur landsstýrismaðurin ikki rætt til at taka hetta loyvið aftur, vísandi til, at ætlanin ikki lýkur krøvini, eftir hetta nevnd ”viðkomandi krøvini”, í nr. 16.2 omanfyri, men

b. um landsstýrismaðurin metir, at ætlanin ikki lýkur viðkomandi krøvini, kann hann geva loyvishavaranum skrivliga fráboðan um orsøkirnar, ið grundað hesa meting.

16.4. Tá fráboðan er send loyvishavanum eftir nr. 16.3 omanfyri skal loyvishavarin antin

a. innan 28 frá dagfestingini av fráboðanini leggja spurningin um hvørt ætlanin lýkur viðkomandi krøvini fyri gerðarrætt eftir nr. 43 niðanfyri, ella

b. innanfyri rímiliga tíð frá dagfestingini av fráboðanini senda landsstýrismanninum eina broytta ætlan, sum lýkur viðkomandi krøvini,

og verður niðurstøðan eftir, at eitt mál er lagt fyri gerðarrætt eftir nr. 16.4.a omanfyri, at umrødda ætlanin ikki lýkur viðkomandi krøvini, skal loyvishavarin skjótast gjørligt eftir, at avgerðin er tikin, senda landsstýrismanninum eina broytta ætlan, sum lýkur viðkomandi krøvini.

16.5. Loyvishavarin skal fremja einhvørja ætlan, sum hann hevur latið inn sambært hesi áseting, har

a. landsstýrismaðurin antin sendir skrivliga fráboðan til hansara um, at landsstýrismaðurin góðkennir ætlanina, ella

b. tað verður avgjørt eftir, at ein spurningur er lagdur fyri gerðarrætt eftir mannagongdini í nr. 43, at ætlanin lýkur viðkomandi krøvini,

Einhvør ætlan, sum er góðkend av landsstýrismanninum sambært hesi áseting, skal metast at lúka viðkomandi krøvini.

16.6. Har landsstýrismaðurin sum fylgja av, at loyvishavarin ikki heldur skyldur sínar eftir nr. 16.2, 16.4 ella 16.5. omanfyri, kann taka loyvið aftur eftir nr. 41.1 í hesum loyvi, kann landsstýrismaðurin velja at útinna hesa heimild fyri ein ávísan part av loyvisøkinum. Har landsstýrismaðurin tekur slíka avgerð, skulu rættindini eftir hesum loyvi fara úr gildi fyri tann ávísa partin av loyvisøkinum uttan at ávirka onnur rættindi og aðrar skyldur loyvishavarans eftir hesum loyvi.

16.7. Har loyvishavarin eftir hesi áseting hevur eina skyldu til at fremja eina ætlan í einum parti av loyvisskeiðinum, kann landsstýrismaðurin geva fráboðan eftir nr. 16.2 omanfyri fyri ein annan part av loyvisskeiðinum.

 

Útbyggingar- og framleiðsluætlanir

17.1. Loyvishavarin skal ikki, uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrismanninum ella samsvarandi einari ætlan, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent ella sent loyvishavanum eftir reglunum niðanfyri í hesi áseting,

a. seta í verk ella fremja nakað viðkomandi arbeiði, hvørki á loyvisøkinum ella aðrastaðni, við tí endamáli at útvinna kolvetni frá tí økinum ella við tí endamáli at føra kolvetni frá tí økinum til lands, ella

b. útvinna kolvetni frá tí økinum uttan í sambandi við leiting eftir kolvetnum ella boring av brunnum.

17.2. Loyvishavarin skal fyrireika og lata landsstýrismanninum eina ætlan í tí líki, innan ta freist og fyri tann partin av loyvisskeiðinum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Í ætlanini skulu vera lýst

a. viðkomandi arbeiðið, sum loyvishavarin skýtur upp at seta í verk ella fremja í hesum tíðarskeiði fyri tey endamál, sum eru nevnd í nr. 17.1.a,

b. hvar hetta arbeiðið skal útinnast, endamálið við hesum arbeiði og nær skotið verður upp at byrja hetta arbeiði og nær hetta arbeiðið væntandi endar,

c. mestu og minstu nøgdirnar av kolvetnum í gasslíki og mestu og minstu nøgdirnar av kolvetnum í øðrum líki enn gassi, sum loyvishavarin skjýtur upp, at útvinna sum nevnt í nr. 17.1.b

i. í hvørjum álmanakkaári, ella

ii. í hvørjum tíðarskeiði, sum er longri ella styttri enn ein álmanakkaár sum nærri ásett av landsstýrismanninum.

17.3. Loyvishavarin skal gera eftir teimum boðum, sum landsstýrismaðurin gevur loyvishavaranum um

a. at gera ymiskar ætlanir eftir nr. 17.2 omanfyri fyri kolvetni frá ymsum pørtum av loyvisøkinum, sum ávíst í boðunum, ella

b. at gera eina ætlan ella ætlanir sambært nr. 17.2 omanfyri fyri eitt annað ella onnur tíðarskeið í loyvisskeiðinum, har ein ætlan, ið er góðkend ella fráboðað sambært hesi áseting, viðvíkur einum ávísum parti av loyvisskeiðinum.

17.4. Landsstýrismaðurin hevur skyldu til skjótt at viðgera ætlanir, ið verða latnar honum eftir nr. 17.2. omanfyri og tá hann hevur gjørt tað, at geva loyvishavaranum skrivlig boð um

a. at landsstýrismaðurin góðtekur ætlanina, ella

b. at landsstýrismaðurin góðtekur ætlanina við teirri treyt, at teir partar av viðkomandi arbeiðinum, sum eru nevndir í boðunum, ikki skulu fremjast fyrrenn ávísta tíðarskeiðið er farið ella ikki skal fremjast uttan við skrivligari góðkenning frá landsstýrismanninum, ella

c. at landsstýrismaðurin noktar fyri at góðkenna ætlanina, vísandi til aðra ella báðar fylgjandi orsøkir, nevniliga

i. at tað at fremja nakað av uppskotunum í ætlanini eftir nr. 17.2 omanfyri vil vera ímóti góðari venju á oljuleiðum,

ii. at uppskotini í ætlanini sambært nr. 17.2.c eftir meting landsstýrismansins ikki eru í samsvari við áhugamál Føroya.

Eini boð eftir nr. 17.4.b omanfyri kunnu innihalda ymsar treytir í mun til ymisk arbeiði, men skulu ikki gevast uttan so, at landsstýrismaðurin metir, at treytirnar eru grundaðar í áhugamálum hjá Føroya landsstýri.

17.5. Tá landsstýrismaðurin gevur boð um, at ein ætlan eftir nr. 17.4.c omanfyri ikki verður góðkend

a. skal landsstýrismaðurin, um orsøkin til, at ætlanin verður avvíst eru orsøkir, nevndar í nr. 17.4.c.i, grundgeva fyri teimum atlitum, sum hava ført til, at ætlanin er avvíst av tí orsøk;

b. skal landsstýrismaðurin, um orsøkin til, at ætlanin verður avvíst, eru orsøkir, nevndar í nr. 17.4.c.ii, boða frá takstunum, sum hann metir, vísandi til áhugamál Føroya, at kolvetni skulu útvegast frá av økinum, sum ætlanin er galdandi fyri;

c. skal loyvishavarin fyrireika og lata landsstýrismanninum innan ta freist, sum er nevnd í boðunum,

i. har boðini innihalda eina fráboðan sum hana, nevnda í nr. 17.5.a, broytingar í ætlanini, sum tryggja, at tað at fremja ætlanina við hesum broytingum ikki er ímóti góðari venju á oljuleiðum;

ii. har boðini innihalda eina fráboðan sum hana, nevnda í nr. 17.5.a, broytingar í ætlanini, sum tryggja at tað at útvinna kolvetni frá økinum, sum ætlanin viðvíkur til teir takstir, sum eru nevndir í fráboðanini, og sum (í tann mun tað ikki er neyðugt fyri at fáa kolvetni til tann prísin) ikki eru av slíkum slagi at tað at fremja ætlanina við hesum broytingum ikki er ímóti góðari venju á oljuleiðum.

Loyvishavarin skal ikki eftir nr. 17.5.i omanfyri fáa boð um at lata inn broytingar, um tað orsakað av møguligari avgerð frá gerðarrætti eftir nr. 43 í hesum loyvi, vil vera ímóti góðari venju á oljuleiðum at fremja ætlanina uttan broytingar.

17.6. Um landsstýrismaðurin gevur loyvishavaranum skrivlig boð um, at landsstýrismaðurin góðkennir broytingar í einari ætlan, sum eru latin landsstýrismanninum eftir nr. 17.5.c., skal ætlanin verða mett at vera góðkend av landsstýrismanninum. Um loyvishavarin ikki útinnir tær skyldur, sum eru álagdar loyvishavaranum eftir nr. 17.5.c., kann landsstýrismaðurin, um hann metir tað vera hóskandi, heldur enn at taka loyvið aftur orsakað av, at hesar skyldur ikki eru útintar, fráboða loyvishavaranum eina ætlan, sum landsstýrismaðurin metir, at loyvishavarin skuldi havt latið honum fyri tað økið og tað tíðarskeiðið, sum ætlanin, ið ikki varð góðkend, viðvíkti.

17.7. Um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at góðkenna eina ætlan við treyt eftir nr. 17.4.b. ella nokta fyri at góðkenna eina ætlan eftir nr. 17.4.c. ella geva loyvishavaranum eina fráboðan um eina ætlan eftir nr. 17.6., skal landsstýrismaðurin, innan at hetta verður gjørt

a. kunna loyvishavaran um innihaldið í uppskotinum og møguleikan fyri at gera viðmerkingar mótvegis landsstýrismanninum um tøknilig og fíggjarlig viðurskifti, sum loyvishavarin metir vera viðkomandi í sambandi við uppskotið, og

b. umhugsa tær viðmerkingar, sum loyvishavarin hevur sent honum.

17.8. Loyvishavarin skal útinna einhvørja ætlan, sum er góðkend ella sum landsstýrismaðurin hevur fráboðað honum sambært hesi áseting ella, um ein tílík ætlan verður broytt sambært nr. 18 í hesum loyvi, broyttu ætlanina, uttan so at loyvishavarin hevur fingið skrivligt loyvi frá landsstýrismanninum til at gera annað ella skal gera annað sambært eini treyt, sum er nevnd í nr. 17.4.b. í hesum loyvi. Um tað er neyðugt at útinna ymiskt arbeiði fyri at halda ásetingar í einari ætlan við atliti at nr. 17.5.c. ella ásetingar í einum loyvi, fráboðað loyvishavaranum eftir nr. 17.6. ella ásetingar í einari ætlan sum broytt sambært nr. 18 í hesum loyvi, tá skal loyvishavarin, sama um tíðarfreistir eru settar í ætlanina fyri, nær hesar ásetingar skulu lúkast, ikki verða mettur at hava mishildið hesar skyldur sínar fyrrenn eitt tíðarskeið, sum við rímiligheit má metast neyðugt fyri at fremja hetta arbeiðið, er farið.

17.9. Í hesi áseting merkir “viðkomandi arbeiði” einhvør bygging og eitthvørt annað arbeiði, sum loyvishavarin ætlar skulu vera varandi og sum ikki eru ætlað til at verða flutt úr einum staði í annað stað uttan stórvegis niðurtøku ella ætlað at verða brúkt, einans fyri at leita eftir kolvetnum.

 

Ískoytisásetingar til nr. 17

18.1. Ein váttan frá landsstýrismanninum sambært nr. 17.1 í hesum loyvinum kann verða givin við treytum, sum verða nevndar í góðkenningarskrivinum og hesar kunnu vera avmarkaðar til eitt ávíst tíðarskeið.

 

At fara undir og fara frá brunnum

19.1. Loyvishavarin hevur ikki loyvi at byrja ella endurbyrja boring av einum brunni uttan skrivligt loyvi frá landsstýrismanninum.

19.2. Vísandi til nr. 19.6., skal loyvishavarin ikki fara frá einum brunni uttan skrivligt loyvi frá landsstýrismanninum.

19.3. Loyvishavarin skal tryggja, at allar treytir fyri góðkenningum eftir omanfyri nevndu ásetingum verða hildnar.

19.4. Um nøkur treyt eftir nr. 19.1. vísir til staðseting, dýpd ella leiðina hjá brunninum, ella til nakra fóring av brunninum ella um nøkur treyt sambært antin nr. 19.1. ella nr. 19.2. hevur at gera við tetting av brunninum, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um, at brunnurin og allar upplýsingar, skjøl v.m., sum hava við brunnin at gera, skulu vera kannaðar á slíkan hátt, til slíka tíð ella við slíkum millumbilum, sum landsstýrismaðurin ger av, og av persónum, sum verða tilnevndir av landsstýrismanninum. Loyvishavarin skal gjalda til viðkomandi persón ella til landsstýrismannin ta samsýning og endurrinda tær útreiðslur fyri hesar kanningar, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um.

19.5. Einhvør tetting av einum brunni skal gerast samsvarandi vegleiðingum, góðkendum av landsstýrismanninum fyri viðkomandi brunn ella til brunnar yvirhøvur ella fyri tað slagið av brunnum, sum viðkomandi brunnur hoyrir til og skal vera framd á ein munagóðan og vælgjørdan hátt.

19.6. Landsstýrismaðurin kann til hvørja tíð geva loyvishavanum boð um, at ein brunnur, sum er boraður sambært hesum loyvi, verður tettur og frágingin samsvarandi nr. 19.5. innanfyri tað tíðarskeið, sum er ásett í viðkomandi fráboðan. Hendan ásetingin vísir til nr. 19.8. og nr. 19.9.

19.7. Loyvishavarin skal fylgja øllum boðum eftir nr. 19.6. omanfyri.

19.8. Eini boð eftir nr. 19.6. omanfyri kunnu ikki gevast minni enn ein mánaða frammanundan, at rættindini hjá loyvishavaranum sambært hesum loyvi ganga út ella fara úr gildi fyri tað økið, ella part av tí øki, har brunnurin er boraður.

19.9. Eini boð eftir nr. 19.6. kunnu bert verða givin í mun til ein brunn, sum loyvishavarin ikki hevur útvunnið kolvetni úr ein mánaða fyri, at boðini eru givin.

19.10. Við atliti til nr. 19.6, 19.7, 19.11 og 19.12 skal einhvør brunnur, sum er boraður av loyvishavaranum sambært hesum loyvi, verða tiptur og frágingin sambært nr. 19.2 til 19.5, ikki seinni enn ein mánaða áðrenn rættindini hjá loyvishavaranum ganga út ella enda fyri tað økið, har viðkomandi brunnur er boraður.

19.11. Eini skrivlig boð kunnu gevast av landsstýrismanninum til loyvishavaran ikki seinni enn ein mánaða fyri, at rættindini hjá loyvishavaranum fyri tað økið ella partin av økinum, har brunnurin er, ganga út ella enda, sum sleppa loyvishavaranum undan skylduni at tippa og ganga frá brunninum.

19.12. Tá landsstýrismaðurin tekur hetta loyvið aftur, skal einhvør brunnur, sum loyvishavarin hevur borað sambært hesum loyvi

a. so skjótt sum tað er praktiskt møguligt verða tiptur og frágingin samsvarandi nr. 19.2 til 19.5; ella

b. um landsstýrismaðurin tekur avgerð um tað, tá loyvið gongur út, verða latin verandi í góðum standi og brúkiligur til víðari nýtslu við øllum fóringum og øllum ventilum, í tann mun tað hevði gjørt skaða á umhvørvið at taka hetta burtur.

19.13. Einhvør brunnur, sum sambært eini avgerð hjá landsstýrismanninum sambært 19.1 omanfyri, ikki er blivin tiptur og frágingin, skal verða latin verandi í góðum standi og brúkiligur til víðari nýtslu við øllum fóringum og øllum ventilum, í tann mun tað hevði gjørt skaða á umhvørvið at taka hetta burtur.

19.14. Allar fóringar og lutir, sum eru partur av einum brunni, og sum eru eftir á staðnum, tá loyvi gongur út ella endar, antin tí tað verður tikið aftur ella á annan hátt, skal vera ogn hjá Føroya landsstýri.

 

Frástøða frá brunnum til mørk fyri loyvisøki

20. Eingin brunnur skal uttan við góðkenning frammanundan frá landsstýrismanninum verða boraður soleiðis, at nakar partur av honum er minni enn 125 metrar frá nøkrum marki fyri loyvisøkið.

 

Menningarbrunnar

21.1. Loyvishavarin skal ikki enda arbeiði við boring av menningarbrunnum, ella byrja slíkt arbeiði aftur, uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrismanninum og samsvarandi treytum, sum landsstýrismaðurin ásetir í sambandi við slíkt loyvi.

21.2. Tá arbeiðið við at bora ein menningarbrunn verður steðgað samsvarandi nr. 21.1, skal loyvishavarin beinanvegin geva landsstýrismanninum slíkar upplýsingar um brunnin, sum landsstýrismaðurin ásetir.

21.3. Loyvishavarin

a. skal ikki gera nakað arbeiði í sambandi við ein brunn á loyvisøkinum uttan at tað er gjørt í samsvari við eina ætlan fyri arbeiðið, sum er góðkend av landsstýrismanninum,

b. skal samsvarandi eini slíkari ætlan lata landsstýrismanninum upplýsingar um arbeiðið, sum verður gjørt av loyvishavaranum í sambandi við ein brunn á loyvisøkinum, og

c. skal ikki taka burtur ella broyta nakra fóring ella útgerð, sum er gjørt í sambandi við arbeiðið við brunninum uttan so at hann frammanundan hevur fingið góðkenning frá landsstýrismanninum og arbeiðið verður gjørt samsvarandi við tær treytir, sum vórðu ásettar, tá góðkenningin varð givin.

21.4. Í hesi áseting merkir

“Arbeiði í sambandi við liðugtgerð”, í sambandi við ein brunn, arbeiði í sambandi við at installera fóringar ella útgerð ella eftir, at ein brunnur er boraður, við tí endamáli at taka brunnin í nýtslu sum ein menningarbrunn; og

“Menningarbrunnur” ein brunnur, sum loyvishavarin brúkar ella ætlar at brúka í sambandi við at útvinna kolvetni frá loyvisøkinum, í tann mun, at talan ikki er um ein brunn, sum fyri tíðina bert verður brúktur ella ætlast verða brúktur bert til at leita eftir kolvetnum.

 

Ásetingar um goymslutangar, rør, rørleiðingar og aðra útgerð

22. Loyvishavarin skal brúka mannagongdir og framferðarháttir, sum verða brúktir í góðari venju á oljuleiðum at goyma kolvetni frá loyvisøkinum í tangum, gasstangum, rørum, rørleiðingar og aðrari útgerð, sum er gjørd til endamálið.

 

Um at sleppa undan vandamiklum arbeiðshættum

23.1. Loyvishavarin skal halda allari útgerð og allar brunnar, sum ikki eru frágingnir og tiptir, í góðum viðlíkahaldsstandi og skal gera alt arbeiði í sambandi við loyvisøkið á rættan og vælgjørdan hátt samsvarandi mannagongdum og arbeiðsháttum, sum vanliga verða brúkt í góðari venju á oljuøkjum. Uttan at ganga ímóti tí, sum frammanfyri er skrivað, skal loyvishavarin taka øll rímilig stig fyri at

a. hava ræði á renslinum og ansa eftir, at kolvetni, sum eru funnin ella útvunnin á loyvisøkjum, ikki sleppa út ella fara til spillis,

b. at viðlíkahalda loyvisøkið við atliti at framleiðsluvirksemi,

c. at forða fyri skaða á kolvetnisberandi fláðir, ið liggja nærhendis,

d. at forða fyri, at vatn kemur inn til kolvetnisberandi fláðir gjøgnum brunnar, uttan tá talan er um at útvinna kolvetni, sum ikki vórðu útvunnin í fyrsta umfari, og

e. at forða fyri at kolvetni sleppa út á sjógv á ella nærhendis loyvisøkinum.

23.2. Loyvishavarin skal fylgja øllum skrivligum boðum frá landsstýrismanninum í mun til tey viðurskifti, sum eru viðgjørd í ásetingunum frammanfyri. Um loyvishavarin mótmælir nøkrum slíkum boðum við tí grundgeving, at tey eru órímilig, kann loyvishavarin innanfyri 14 dagar frá, at hesi boð eru givin, vísa málið til gerðarrætt eftir mannagongdini í nr. 43 í hesum loyvi.

23.3. Uttan mun til tað, sum er skrivað omanfyri, skal loyvishavarin ikki

a. brenna nakað gass frá loyvisøkinum, nevnt ”flaring”, ella

b. brúka gass við tí endamáli at skapa ella økja trýstið, sum verður brúkt at útvinna kolvetni frá økinum, uttan so, at hetta verður gjørt við skrivligum loyvi frá landsstýrismanninum og samsvarandi møguligum treytum, sum eru settar við slíkari góðkenning.

23.4. Ein umsókn um góðkenning eftir nr. 23.3 skal sendast skrivliga til landsstýrismannin og skal vísa á dagin, tá ætlanin er at byrja at brenna gassið ella byrja nýtsluna, sum talan er um. Hesin dagurin skal ikki vera seinni enn 2 ár eftir tann dagin, tá landsstýrismaðurin fær umsóknina.

23.5. Áðrenn avgerð verður tikin um at nokta loyvi ella veita tað við treytum eftir nr. 23.3, skal landsstýrismaðurin geva loyvishavaranum møguleika fyri gera skrivligar viðmerkingar til landsstýrismannin um tøkniligu og fíggjarligu atlitini, sum loyvishavarin metir vera viðkomandi í sambandi við málið, og landsstýrismaðurin skal umhugsa møguligar viðmerkingar frá loyvishavaranum.

23.6. Loyvi eftir nr. 23.3 er ikki kravt til at brenna gass, sum orsakað av einari hending, ið loyvishavarin ikki hevði roknað við á ein slíkan hátt, at gangast kundi ímóti henni á annan hátt enn við at brenna gass, er neyðug fyri at

a. burturbeina ella minka um vandan fyri skaða á persónar nærhendis viðkomandi brunni, ella

b. fyri at varðveita eitt rensl av kolvetnum frá tí brunninum ella einum øðrum brunni.

Um loyvishavarin hevur brent gass, sum tað hevur verið neyðugt at brent eftir ásetingunum frammanfyri, skal hann beinanvegin boða landsstýrismanninum frá, at hann hevur gjørt tað og skal, um hann hevur gjørt tað fyri at varðveita eitt rensl av kolvetnum, steðga við at brenna gass, um landsstýrismaðurin gevur honum boð um tað.

23.7. Loyvishavarin skal geva landsstýrismanninum boð um einhvørja hending, sum hevur við sær, at kolvetni verða mist ella fara til spillis, skaða á kolvetnisberandi fláðir ella um vatn kemur til kolvetnisberandi fláðir gjøgnum brunnar uttan so, at talan er um at útvinna kolvetni, sum ikki vórðu útvunnin í fyrsta umfari, beint sum hetta er hent og skal, beinanvegin eftir eina hending, har kolvetni eru sloppin á sjógv, geva boð um hendingina til VØRN (Fiskiveriðieftirlitið) og MRCC Tórshavn.

23.8. Loyvishavarin skal fylgja øllum rímiligum boðum, sum landsstýrismaðurin gevur við tí endamáli at tryggja, at peningur er tøkur til at rinda fyri einhvørja ábyrgd fyri skaða orsakað av, at kolvetni eru slept út í sambandi við virksemi í sambandi við at útinna rættindi sambært hesum loyvi. Tá landsstýrismaðurin umhugsar at geva slík boð, skal landsstýrismaðurin, áðrenn boðini verða givin

a. upplýsa loyvishavaran um innihaldið í uppskotinum og møguleika fyri at gera viðmerkingar til uppskotið, og

b. umhugsa møguligar viðmerkingar frá loyvishavaranum um uppskotið.

 

Um at tilnevna fyristøðufelag

24.1. Loyvishavarin skal tryggja, at annar persónur (íroknað, tá loyvishavarin er ein ella ella fleiri persónar, ein teirra) ikki útinnir nakað starv við at skipa ella hava eftirlit við øllum virkseminum í sambandi við leiting eftir ella boring eftir ella útvinning av kolvetnum sambært hesum loyvi uttan so, at hesin persónurin skrivliga er góðkendur av landsstýrismanninum og tað arbeiðið, sum hesin útinnir, er innanfyri góðkenda økið.

24.2. Landsstýrismaðurin skal ikki nokta fyri at geva slíka góðkenning eftir nr. 24.1, um viðkomandi hevur neyðugar førleikar til at útinna tað starv, sum talan er um, men um ein persónur ikki longur hevur neyðugu førleikarnar til at útinnna hetta starvið, kann landsstyrismaðurin, við at geva loyvishavaranum skrivliga fráðboðan, taka hesa góðkenning aftur.

 

Fiskiskapur og sigling

25. Loyvishavarin skal ikki útinna nakað virksemi sambært hesum loyvi á loyvisøkinum á ein slíkan hátt, at hetta á ein órímiligan hátt órógvar sigling ella fiskiskap á loyvisøkinum ella órógvar livandi tilfeingi á økinum.

 

Venjing – Føroysk luttøka v.m.

26.1. Landsstýrismaðurin kann geva loyvishavaranum skrivlig boð um útbúgving av fólki, sum er í starvi ella skal setast í starv, antin hjá loyvishavaranum ella hjá einhvørjum øðrum persóni, í nøkrum virksemi sambært hesum loyvi og loyvishavarin skal tryggja, at gjørt verður eftir slíkum boðum.

26.2. Loyvishavarin skal geva landsstýrismanninum upplýsingar um persónar, sum eru fevndir av nr. 26.1 samsvarandi nærri boðum um hetta frá landsstýrismanninum.

26.3. Loyvishavarin átekur sær at geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar fyri, í kapping við aðrar, at fáa høvuðs- og undirverktøkur og fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við útinning av virksemi sambært hesum loyvi. Loyvishavarin skal í hesum sambandi fylgja teimum mannagongdum, sum verða ásettar av landsstýrismanninum um at greiða frá virksemi, sum ætlanin er at fara undir sambært hesum loyvi, um at bjóða út arbeiði og um at greiða frá sáttmálaviðurskiftum.

26.4. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar eftir nr. 26.3 verða fylgdar av starvsfólki hansara, umframt av verktakarum, undirverktakarum og øllum øðrum, sum arbeiða fyri loyvishavaran í sambandi við útinning av virksemi sambært hesum loyvi.

26.5. Loyvishavarin átekur sær at geva føroyingum arbeiðsmøguleikar og at leggja seg eftir at geva føroyskum útbúgvingar- og granskingarstovnum og føroyskum vinnulívi møguleikar fyri at luttaka í granskingar- og menningarætlanum, um farið verður undir tílíkar ætlanir í sambandi við virksemi sambært hesum loyvi. Í hesum sambandi skal loyvishavarin fylgja mannagongdum um at lata inn frágreiðingar, sum landsstýrismaðurin kann áseta.

26.6. Loyvishavarin átekur sær at arbeiða fyri og birta uppundir, at avtalur verða gjørdar millum føroysk og útlendsk virki um at byggja upp førleika og tøkniligan kunnleika í føroyska virkinum gjøgnum luttøku hjá føroyska virkinum í veitingum av vørum og tænastum frá útlendska virkinum. Loyvishavarin skal í hesum sambandi fylgja reglum um at lata inn frágreiðingar, sum verða ásettar við heimild í § 33 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

26.7. Loyvishavarin hevur sambært § 11, stk. 1 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi skyldu til at flyta alla útgerð og fólk um føroyskan bryggjukant ella føroyskan flogvøll. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum veita undantak frá hesum kravi.

26.8. Innan 3 mánaðir eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin leggja eina ætlan fyrilandsstýrismannin til góðkenningar um, hvussu og hvar virksemi loyvishavarans á landi skal skipast í leitingarskeiðinum. Ein samsvarandi ætlan fyri framleiðsluskeiðið skal leggjast fyri landsstýrismannin til góðkenningar saman við umsóknini um góðkenning av leiðbyggiætlan sambært § 15, stk. 2 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi.

 

Oljufundir

27.1. Um landsstýrismaðurin, meðan hetta loyvi er í gildi, verður sannførdur um, at fláir á loyvisøkinum ella á einum parti av loyvisøkinum eru partur av einum jarðfrøðiligum strukturi ella av einum kolvetnisfundi (eftir hetta nevnt ”ein oljufundur”) og um aðrir partar av oljufundinum eru í fláum á loyvisøkjum hjá øðrum loyvum, sum eru veitt sambært kolvetnislógini, og landsstýrismaðurin metir tað vera sambært áhugamálunum hjá Føroya landsstýri fyri at tryggja, at mest møguligt av kolvetnum verður útvunnið og fyri at sleppa undan óneyðugari kapping í mun til boringar, at oljufundurin verður útvunnin sum ein eind í samstarvi millum øll, íroknað loyvishavarum á økjum, har oljufundurin strekkir seg til, skulu reglurnar í nr. 27.2 til 27.6 galda.

27.2. Um loyvishavarin fær skrivlig boð frá landsstýrismanninum um tað skal loyvishavarin samstarva við aðrar persónar, sum hava loyvi samsvarandi kolvetnislógini til nakran part av oljufundinum (eftir hetta nevnt ”hinir loyvishavararnir”) sum ásett í omanfyri nevndu boðum, um at gera eina ætlan (eftir hetta nevnd “ein leiðbyggiætlan”) fyri at útvinna og útbyggja oljuleiðina sum eina eind av loyvishavaranum og hinum loyvishavarunum saman og skal, saman við øðrum loyvishavarum, lata landsstýrismanninum eina slíka ætlan til góðkenningar.

27.3. Frábóðanin skal eisini innihalda ella vísa til eina lýsing av økinum ella økjunum, sum landsstýrismaðurin ynskir eina leiðbyggiætlan at verða innlatna fyri og skal áseta eina tíðarfreist fyri, nær ein slík leiðbyggiætlan skal latast landsstýrismanninum til góðkenningar.

27.4. Um ein leiðbyggiætlan ikki verður latin landsstýrismanninum innanfyri freistina eftir 27.3. ella um ein leiðbyggiætlan ikki verður góðkend av landsstýrismanninum, skal landsstýrismaðurin sjálvur gera eina leiðbyggiætlan, sum skal vera rímilig mótvegis loyvishavaranum og øllum øðrum loyvishavarum, og loyvishavarin skal útinna og halda allar treytir, sum eru ásettar í ætlanini.

27.5. Um loyvishavarin mótmælir einari leiðbyggiætlan, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt, kann loyvishavarin við einari freist uppá 28 dagar frá degnum, tá hann fekk hesa leiðbyggiætlan, leggja málið fyri gerðarrætt eftir nr. 43 í hesum loyvi.

27.6. Einhvør leiðbyggiæltan ella tilnevnan av gerðardómara í mun til eina slíka ætlan skal hava fyrilit fyri møguligum boðum eftir nr. 28 í hesum loyvi, sum eru í gildi tá slík fráboðan verður givin.

 

Boð í mun til loyvi, sum ganga um landamørk

28.1. Um landsstýrismaðurin verður sannførdur um, at fláir á loyvisøkinum ella einum parti av loyvisøkinum eru partur av einum oljufundi og partar av hesum oljufundi eru á einum øki, har landsstýrismaðurin ikki hevur heimild at veita loyvi sambært lógini og landsstýrismaðurin metir, at tað er skilagott, at oljufundurin skal vera útbygdur og mentur sum ein eind í samstarvi millum loyvishavaran og allar aðrar persónar, sum hava áhugamál í nøkrum parti av oljufundinum, kann landsstýrismaðurin geva skrivlig boð í mun til hvussu rættindini sambært hesum loyvi skulu vera útint.

28.2. Loyvishavarin skal halda og útinna øll krøv í mun til loyvisøkið, sum eru ásett í slíkum boðum.

28.3. Slík boð kunnu leggja afturat, broyta ella taka aftur ásetingarnar í eini leiðbyggiætlan.

 

Um at loyvishavarin skal goyma skjøl v.m.

29.1. Loyvishavarin skal á ein hátt, sum landsstýrismaðurin góðkennir, goyma upplýsingar um boring, dýping, tipping ella um at ganga frá brunnum og broytingum í fóringum á slíkum brunnum.

Millum annað skulu upplýsingar goymast um hesi viðurskifti:

a. staðseting og nummar tilskrivað hvørjum einstøkum brunni,

b. undirgrundina og fláirnar, sum brunnurin varð boraður ígjøgnum,

c. fóringar settar í einstakar boringar og broytingar í slíkum fóringum,

d. kolvetni, vatn, mineralir ella nýtiligar kolfláir, sum komið varð framá í sambandi við slíkt virksemi, og

e. onnur viðurskifti, sum landsstýrismaðurin tekur avgerð um.

29.2. Loyvishavarin skal goyma neyvar jarðfrøðiligar ætlanir og kort av loyvisøkinum í Føroyum og aðrar upplýsingar í sambandi við tað, sum eru neyðugar fyri at goyma allar upplýsingar, sum loyvishavarin hevur um jarðfrøðina á loyvisøkinum.

29.3. Loyvishavarin skal lata landsstýrismanninum avrit av omanfyri nevndu upplýsingum, ætlanum og kortum, sum víst er til í nr. 29.1 og 29.2, tá landsstýrismaðurin biður um tað, antin

a. innanfyri eina freist, sum er ásett í umbønini, ella

b. um eingin freist er ásett í umbønini, innanfyri 4 vikur frá, at umbønin er latin loyvishavaranum.

 

Frágreiðingar

30.1. Loyvishavarin skal lata landsstýrismanninum á fyrsta ársdegnum fyri at loyvið var latið, og so annars triðja hvønn mánaða, meðan loyvið er í gildi, eina frágreiðing, sum er gjørd eftir nærri boðum frá landsstýrismanninum, um gongdina í virkseminum á loyvisøkinum. Í slíkum frágreiðingum skulu vera

a. ein frágreiðing um alt jarfrøðiligt arbeiði, herundir kanningar og royndir, sum eru gjørdar og ein frágreiðing um økini og um persónarnar, sum hava framt arbeiðið og ein frágreiðing um úrslitini,

b. talið, sum er tilskrivað hvørjum einstøkum brunni, og um talan er um ein brunn, sum er byrjaður at bora ella um talið er broytt í hesum 3 mánaða skeiði, staðið, har brunnurin er boraður,

c. eina frágreiðing um djúpdina, sum borað er til á hvørjum brunni,

d. ein frágreiðing um kolvetni, vatn, mineralir ella nýtiligar nøgdir av koli ella øðrum mineralum, sum komið er framá í sambandi við hetta virksemið, og

e. ein frágreiðing um øll kolventi, sum eru útvunnin ella spard.

30.2. Innan tveir mánaðir eftir endan á hvørjum álmanakkaári, sum er heilt ella lutvíst innanfyri tíðarskeiðið, har hetta loyvið er í gildi og innan 2 mánaðir eftir, at hetta loyvið er útgingið ella endað ella endurnýggjað, skal loyvishavarin lata landsstýrismanninum eina árliga frágreiðing, sum er gjørd eftir nærri boðum frá landsstýrismanninum, um virksemið, sum er framt á loyvisøkinum í hesum árinum ella í tíðarskeiðinum frammanundan, at loyvið er farið úr gildi saman við einari frágreiðing, sum er góðkend av landsstýrismanninum, um støðuna hjá øllum brunnum. Loyvishavarin skal í frágreiðingini eisini greiða frá allari menning og øðrum arbeiði, sum loyvishavarin hevur gjørt í sambandi við leiting og boring eftir ella útvinning av kolvetnum.

30.3. Loyvishavarin skal lata landsstýrismanninum allar upplýsingar, sum landsstýrismaðurin biður um viðvíkjandi nøkrum parti av virksemi loyvishavarans, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur samband við, at hetta loyvið er givið. Loyvishavarin skal tó ikki eftir hesi áseting hava skyldu til at geva upplýsingar um virksemi loyvishavarans um ráolju, sum loyvishavarin hevur ognað sær við tí endamáli, at loyvishavarin skal reinsa tey.

30.4. Loyvishavarin skal fylgja umbønum um upplýsingar, sum eru sett fram eftir 30.3. omanfyri antin

a. innanfyri tíðarfreistina, sum er ásett í umbønini, ella

b. um eingin tíðarfreist er ásett, innan fýra vikur frá tí, at ynskið er sett fram.

 

Um skyldu loyvishavarans at goyma royndarlutir

31.1. Í tann mun, sum tað við rímiligheit ber til, skal loyvishavarin á rættan hátt merkja og í eitt tíðarskeið á 5 ár goyma royndir av havbotninum og frá fláðunum, sum komið er ígjøgnum í brunnum og royndir av kolvetnum ella vatni, funnin í brunnum á loyvisøkinum.

31.2. Loyvishavarin skal ikki burturbeina nakrar royndir eftir, at hesi 5 árini eru farin, uttan so

a. at hann í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn hann burturbeinir hetta, hevur givið landsstýrismanninum skrivliga fráboðan um ætlanir sínar at burturbeina hesar royndarlutir, og

b. landsstýrismaðurin ella ein persónur, sum er tilnevndur av honum ikki innan freistina á 6 mánaðir hevur boðað loyvishavaranum frá, at hann ynskir roynarlutirnar avhendar til sín.

31.3. Loyvishavarin ella ein persónur, sum er útnevndur av honum, hevur til hvørja tíð rætt til

a. skrivliga at boða loyvishavaranum frá, at hann ynskir allar ella partar av royndunum verða goymdar av loyvishavaranum fyri at verða leveraðar til hansara, ella

b. at kanna og greina einhvørja roynd, sum er varðveitt av loyvishavaranum.

31.4. Loyvishavarin skal beinanvegin fylgja einhvørjum ynski fyri at levera heilt ella lutvíst allan ella partar av einari roynd, sum er gjørd samsvarandi omanfyri nevndu reglum í hesi áseting.

 

Um at viðgera frágreiðingar í trúnaði

32.1. Allar upplýsingar, frágreiðingar, ætlanir, kort, royndir, fíggjarligar upplýsingar og upplýsingar (eftir hetta nevnt ”ásettu upplýsingar”), sum loyvishavarin skal ella verður biðin um at lata inn eftir hesi áseting, skulu latast inn fyri rokning hjá loyvishavaranum og upplýsingarnar skulu ikki, uttan við loyvi frammanundan frá loyvishavaranum, sum ikki skal haldast órímiliga aftur, latast øðrum persóni, sum er í starvi hjá Føroya landsstýri.

Hóast reglurnar omanfyri

a. skal landsstýrismaðurin hava rætt til at brúka ásettu upplýsingarnar til at fyrireika og almannakunngera frágreiðingar, sum landsstýrísimaðurin hevur skyldu til sambært lóg,

b. skal landsstýrismaðurin til hvørja tíð hava rætt til at lata upplýsingar til Jarðfeingi og til líknandi stovn, sum fæst við virksemi av líknandi slagi sum jarfrøðiliga virksemið, sum fyri tíðina verður útint av Jarðfeingi,

c. skulu landsstýrismaðurin, Jarðfeingi, og einhvør annar slíkur stovnur, hava rætt til at gera og almannakunngera frágreiðingar, sum brúka upplýsingar frá ásettu upplýsingunum,

d. skulu landsstýrismaðurin, Jarðfeingi og einhvør annar slíkur stovur, hava rætt til at almannakunngera ásettu upplýsingarnar av jarfrøðiligum, vísindaligum ella tøkniligum slagi antin

i. tá 3 ár eru farin frá tí degi, at upplýsingarnar skuldu latast landsstýrismanninum samsvarandi nr. 29 ella 30 í hesum loyvi, ella um tað er fyrr, frá tí degi, at landsstýrismaðurin fekk hesar upplýsingar,

ii. eftir at loyvið ikki longur hevur gildi, sama um hetta er orsakað av, at tað er gingið út, er tikið aftur ella av tíðini, sum er farin, ella

iii. eftir at eitt tíðarskeið, sum landsstýrismaðurin ásetir eftir at hava hoyrt loyvishavaran, um at almannakunngera dátur samsvarandi hesi áseting.

e. skulu landsstýrismaðurin, Jarðfeingi og einhvør annar slíkur stovur, hava rætt til at lata øðrum, herundir øðrum føroyskum myndugleikum, upplýsingarnar í tann mun tað er kravt sambært lóg ella aðrari galdandi áseting.

 

Um at hava eftirlit við upplýsingum v.m.

33. Loyvishavarin skal

a. loyva einhvørjum persóni, sum er í starvi hjá Føroya landsstýri og sum er útnevndur av landsstýrismanninum við tí endamáli at kanna, og taka avrit av og skriva upp frá, allar upplýsingar, pappír, kort og aðrar uppskriftir av einhvørjum slagi, sum loyvishavarin hevur goymt samsvarandi hesum loyvi ella í sambandi við virksemi, sum landsstýrismaðurin hevur rætt at fáa upplýsingar um samsvarandi nr. 26.3. og 30.3. í hesum loyvi, og

b. geva viðkomandi persóni allar upplýsingar og alla hjálp, sum viðkomandi biður um í sambandi við eina kanning samsvarandi hesi áseting.

 

Rætt til atgongd

34.1. Hvør persónur, sum er tilnevndur av landsstýrismanninum, hevur rætt til at koma á støð ella til útgerð, sum loyvishavarin hevur brúkt ella brúkar í sambandi við leiting, boring ella útvinning av kolvetnum á loyvisøkinum og við hesum endamálum

a. at kanna útgerðina, brunnar, framleiðsluendur og arbeiði gjørt av loyvishavaranum sambært loyvinum og fyri at kanna støðuna hjá hesi útgerð v.m., og

b. at fremja eitthvørt arbeiði og seta upp alla útgerð, sum landsstýrismaðurin hevur rætt at seta upp samsvarandi hesum ásetingum.

 

Heimild at seta í verk arbeiði

35. Um loyvishavarin ikki heldur skyldur samsvarandi nr. 14, 19, 22 ella 23 í hesum loyvi, skal landsstýrismaðurin hava rætt til, eftir at hava givið loyvishavaranum rímiliga freist við skrivligum boðum um ætlanir sínar, at seta í verk eitthvørt arbeiði og at útvega og seta upp útgerð, sum landsstýrismaðurin metir vera neyðuga fyri at tryggja, at hesar skyldur verða hildnar og síðani krevja kostnaðin inn frá loyvishavaranum.

 

Um at krevja inn pengar

36. Um og tá nakað gjald, nevnt í nr. 12.1. í hesum loyvi ikki er goldið í 28 dagar eftir, at hesi gjøld skuldu verið goldin, sama um tey eru kravd inn ella ikki, kann landsstýrismaðurin fara til støð, har útgerð v.m. hjá loyvishavaranum, ið verður brúkt til at leita og bora eftir og útvinna kolvetni og kann leggja hald á og panta og selja allar goymslur av kolvetnum, maskinum, amboð, ognarlutir og annað, sum loyvishavarin eigur og sum er at finna á støðum hjá loyvishavaranum. Landsstýrismaðurin kann brúka peningin at gjalda eftirstøður í hesum gjøldum, eins og kostnað av tiltøkunum hjá landsstýrismanninum. Avlop verður goldið aftur til loyvishavaran.

 

Trygd fyri gjaldi

37. Til tess at tryggja, at loyvishavarin lýkur allar skyldur, herundir endurgjaldsskyldur, ið liggja á honum sambært hesum loyvi, skal hann innan 30 dagar eftir, at loyvið er veitt og eftir at hava fingið boð um tað frá landsstýrismannunum, veita trygd, hvørs stødd og slag, herundir sum móðurfelagstrygd, skulu vera soleiðis, at landsstýrismaðurin kann góðkenna trygdina. Landsstýrismaðurin kann seinni við 30 daga freist krevja, at trygdin verður broytt, ella at ískoytistrygd verður veitt.

 

Um at halda landsstýrið skaðaleyst frá krøvum

38. Loyvishavarin skal til hvørja tíð halda Føroya landsstýri skaðaleyst fyri øllum krøvum, rættarmálum, kostnaðum, sum kunnu verða sett fram ella verða sett fram móti Føroya landsstýri av triðja parti í sambandi við hetta loyvi ella nakað virksemi, sum hevur við hetta loyvi at gera.

 

Lýsingar v.m.

39. Ikki er loyvt í boðum, í lýsingum ella nøkrum øðrum skjali, sum loyvishavarin hevur skrivað ella er vitandi um at skriva ella leggja upp til antin beinleiðis ella óbeinleiðis, at nakar stovnur undir Føroya landsstýri ella nakar persónur, sum arbeiðir fyri Føroya landsstýri hevur ella hevur boðað frá einari áskoðan um at tað er sannlíkt at kolvetni kunnu finnast á ella útvinnast av loyvisøkinum.

 

 

Avmarkingar í avhending v.m.

40.1. Loyvishavarin kann ikki, uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrismanninum og sambært møguligum ásettum treytum gera nakað yvirhøvur, sum hevur við sær, at rættindini sambært hesum loyvi kunnu útinnast av ella eftir boðum frá triðja parti.

40.2. Ein avtala, sum loyvir jarðfrøðiligum kanningum at verða gjørdar á loyvisøkinum, er ikki bannað eftir stk. 1 omanfyri, um persónurin, ið skal gera kanningararbeiðið er

a. loyvishavari sambært einum loyvi, ið landsstýrismaðurin hevur veitt og sum gevur viðkomandi loyvishavara rætt til saman við øllum øðrum, ið hava sama slag av loyvi, at leita eftir kolvetnum á einum øki, sum loyvisøkið vildi verið partur av, um ikki ein treyt var sett á um at nokta fyri útinning av tílíkum rættindum á loyvisøkinum uttan við góðkenning frá loyvishavaranum; ella

b. hevur loyvi til at leita og bora eftir og útvinna kolvetni á einum øki, sum markar til loyvisøkið.

Upplýsingarnar, sum ætlandi skulu fáast úr slíkum kanningum, skulu við rímiligheit kunna metast neyðugar fyri, at viðkomandi loyvishavari á fullgóðan hátt skal kunna útinna rættindini, ið loyvið veitir honum.

40.3. Loyvishavarin skal ikki gera nakran sáttmála, sum ásetir, at ein annar enn loyvishavarin fær ognarrætt til kolvetnini ella til vinning frá sølu av hesum kolvetnum, sum, tá avtalan verður gjørd, ikki er útvunnið, men kann verða útvunnið uttan so, at treytirnar í avtaluni eru skrivliga góðkendar av landsstýrismanninum antin treytaleyst ella við treytum. Reglurnar frammanfyri eru tó ikki galdandi, um talan er um

a. eina avtalu um sølu av slíkum kolvetnum, har prísurin skal gjaldast, tá kolvetnini eru útvunnin og fingin til høldar, og

b. eina avtalu í tann mun, at hon ásetir, at kolvetni, sum verða útvunnin av loyvisøkinum, verða býtt um við onnur kolvetni.

40.4. Loyvishavarin skal ikki, uttan við loyvi frá landsstýrismanninum, avhenda nøkur kolvetni, sum eru útvunnin frá loyvisøkinum ella avhenda vinning frá sølu frá tílíkum kolvetnum á ein slíkan hátt, at avhendingin, antin loyvishavarin veit av tí ella ikki, lýkur ella loyvir einum øðrum persóni at lúka skyldur, sum ein persónur, ið hevur ræðið á einum persóni, sum hevur ræðið á loyvinum, eigur at lúka sambært einari avtalu, sum, um persónurin, ið skuldi lúka avtaluna, var loyvishavarin, vildi kravt góðkenning eftir nr. 40.3. § 37 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður brúkt, tá støða eftir hesi áseting skal takast til, um ein persónur hevur ræði á einum øðrum persóni. Tá støða eftir hesi áseting verður tikin til um ein persónur hevur ræði á einum øðrum persóni, skal markið tó vera ein triðingur heldur enn 50% sum ásett í § 37 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

40.5. Tá loyvishavarin er tveir ella fleiri persónar skal eingin av hesum persónunum gera nakra avtalu við atliti at rættindum hjá nøkrum teirra í mun til

a. fyrimunir við nøkrum rættindum eftir hesum loyvi, ella

b. nøkur kolvetni útvunnin og fingin til høldar frá loyvisøkinum, ella

c. nakran vinning frá sølu av slíkum kolvetnum.

Hetta er tó ikki galdandi um treytirnar í avtaluni eru skrivliga góðkendar av landsstýrismaninum. Reglurnar frammanfyri eru tó ikki galdandi fyri eina avtalu um at selja ella eina avtalu um vinning frá slíkari sølu í tann mun, at prísurin skal gjaldast eftir, at kolvetnini eru útvunnin og fingin til høldar og eina avtalu í tann mun, at hon ásetir, at kolvetni skulu býtast um við onnur kolvetni, tá hesi kolvetni eru útvunnin og fingin til høldar frá loyvisøkinum.

 

Um at taka loyvið aftur

41.1. Um nøkur av hendingunum í niðanfyristandandi ásetingum kemur fyri, hevur landsstýrismaðurin rætt at taka loyvið aftur við tí fylgju, at øll rættindi sambært loyvinum skulu fara úr gildi og enda, tó ikki fyri skyldur, sum liggja á loyvishavaranum sambært loyvinum.

41.2. Hendingarnar, sum víst verður til í stk. 1, eru

a. at gjøld, nevnd í nr. 12.1. omanfyri heilt ella lutvíst eru útistandandi ella ógoldin í tveir mánaðir eftir, at hesi gjøld eru gjaldkomin,

b. brot loyvishavarans á treytirnar í hesum loyvi ella at treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar,

c. at loyvishavarin fer á húsagang,

d. at loyvishavarin ger eina avtalu um skuldarumskipan við kreditorar sínar,

e. at ein bústjóri ella likvidator verður útnevndur fyri loyvishavaran ella at einhvør likvidatión, tað verið seg sjálvboðin ella tvungin verður sett í verk fyri loyvishavaran,

f. í einum øðrum løgdømi enn Føroyum, at farið verður í gongd við eina skipan, sum í høvuðsheitum líkist henni, ið er lýst í nr. 41.2.c og 41.2.e,

g. brot á treytirnar í einari leiðbyggiætlan ella at treytirnar í einari leiðbyggiætlan ikki verða hildnar,

h. at loyvishavarin ikki longur hevur ræðið á

i. virkseminum sambært loyvinum, ella

ii. eitthvørt fíggjarligt virksemi í sambandi við hetta virksemi, frá einum staði í Føroyum,

i. eitthvørt brot á eina treyt, sum var partur av eini góðkenning eftir nr. 40.3. í hesum loyvi,

j. brot á nr. 40.5. í hesum loyvi.

Har tveir ella fleiri persónar eru loyvishavari, er ein tilvísing til loyvishavaran í nr. 41.2.c og nr. 41.2.h ein tilvísing til báðar hesar persónar.

41.3. Landsstýrismaðurin kann taka hetta loyvið aftur, við somu fylgjum sum eftir nr. 41.1., um

a. loyvishavarin er eitt felag, og

b. tá broyting fer fram í mun til ræðið á loyvishavara, og

c. landsstýrismaðurin gevur skrivliga fráboðan til loyvishavaran við boðum um, at landsstýrismaðurin ætlar at taka loyvið aftur sambært hesi áseting, um ikki ræðið á loyvishavaranum aftur skiftir sum nærri ásett í fráboðan innan 3 mánaðir frá tí, at boðini eru givin, og

d. ræðið sambært fráboðanini, nevnd í nr. 41.3.c ikki skiftir innanfyri hetta tíðarskeiðið.

41.4. Talan er um, at ræðið á loyvishavaranum skiftir eftir nr. 41.3.b tá ein persónur, sum hevur ræðið á loyvishavaranum, sum ikki hevði ræðið á loyvishavaranum, tá hetta loyvið varð veitt ella um ein avhending hevur verið av rættindum sambært hesum loyvi, tá rættindini vórðu avhend til loyvishavaran. § 37 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verður brúkt, tá tað eftir hesi áseting mett verður um hvørt ein persónur hevur ræðið ella hevur havt ræðið á loyvishavaranum.

41.5. Tá tveir ella fleiri persónar eru loyvishavarar og onkur teirra er eitt felag, skulu nr. 41.3 og nr. 41.4 hava gildi sum um at

a. nr. 41.3.a. var tikin burtur;

b. tað ístaðin fyri orðingina í nr. 41.3.b, verður sett “tá broyting fer fram í mun til eitthvørt felag millum feløgini, sum saman eru loyvishavari”, og

c. fyri orðið “loyvishavari” í einhvørjari aðrari grein í teimum ásetingunum varð skriva orðið “felag”.

 

Heimild til lutvíst at taka loyvið aftur

42.1. Hendan áseting er galdandi, har ein ella fleiri persónar eru loyvishavarin og

a. ein hending nevnd í nr. 41.2, c, d, e, f ella h kemur fyri í mun til ein av teimum persónunum, ella

b. treytirnar í nr. 41.3 eru loknar í mun til ein av teimum persónunum.

42.2. Tá hendan greinin er galdandi, kann landsstýrismaðurin brúka heimildina til at taka loyvið aftur eftir nr. 41 til at taka loyvið aftur í tann mun, at loyvið er galdandi fyri ein persón, sum er nevndur í nr. 42.1.a ella 42.1.b.

42.3. Um landsstýrismaðurin brúkar heimildina í nr. 41.2, fara rættindini, veitt tí persóninum, úr gildi, men uttan at ávirka aðrar skyldur hjá viðkomandi persóni sambært treytunum í hesum loyvi.

42.4. Tá hetta loyvið verður tikið aftur í mun til ein persón sambært hesi áseting, hevur tað framhaldandi virknað í mun til hin persónin, ella teir persónarnir, sum saman eru loyvishavarin og í mun til hvønn, loyvið ikki verður tikið aftur.

 

Ósemjur og gerðarrættur

43.1. Allar trætur og allar ósemjur, sum taka seg upp orsakað av ella í sambandi við loyvið ella í sambandi við virksemi loyvishavarans sambært loyvinum, skulu avgerast sambært teimum rættarreglum, sum eru í gildi í Føroyum, og skulu leggjast fyri føroyskar ella danskar dómstólar. Varnarting er Tórshavn.

43.2. Nr. 43.1 ávirkar ikki rættin hjá landsstýrismanninum og loyvishavaranum til í hvørjum einstøkum føri at samtykkja, at ein ósemja av tí í nr. 43.1 nevnda slagi skal avgerast við gerðardómi.

43.3. Tá talan er um ósemju um eina leiðbyggiætlan, kann loyvishavarin leggja mál fyri ein gerðarætt eftir ásetingunum niðanfyri.

43.4. Gerðarrætturin, sum víst verður til frammanfyri, skal vera settur av einum gerðardómara, sum partarnir semjast um at útnevna. Semjast partarnir ikki um at útnevna gerðardómaran, kann hvør partur heita á Sorinskrivaran um at útnevna gerðardómaran.

43.5. Um eitt gerðarrættarmál viðvíkur eini leiðbyggiætlan skal loyvishavarin, um ikki gerðardómarin tekur aðra avgerð, lúka og útinna skyldurnar og treytirnar í leiðbyggiætlanini, meðan bíðað verður eftir avgerðini hjá gerðardómaranum.

 

VØRN, MRCC Tórshavn

44.1. Loyvishavarin skal geva VØRN og MRCC Tórshavn fráboðan við 6 mánaða freist um flytingar av innrættingum innanfyri loyvisøkið.

44.2. Loyvishavarin skal geva VØRN og MRCC Tórshavn fráboðan við 6 vikurs freist um seismiskar kanningar á loyvisøkinum.

44.3. Loyvishavarin skal fyri egna rokning seta út og halda við líka undirsjóvar sonar fráboðanartól eftir nærri boðnum frá VØRN og MRCC Tórshavn á lutir, sum fyribils eru á loyvisøkinum. Hendan skyldan er ikki galdandi fyri fastar innrættingar á loyvisøkinum.

 

Viðurskifti við fiskivinnuna

45.1. Loyvishavarin skal útnevna eitt fiskiveiðiumboð, sum skal gera avtalur við eigarar av seismikkskipum og við eigarar av veitingarskipum, sum arbeiða fyri loyvishavaran, við skipararnar á hesum skipum og við felagsskapir, sum umboða fiskiídnaðin fyri fremja góð arbeiðsviðurskifti millum ymsu partarnar. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Serliga skal loyvishavarin

a. samskifta við fiskiveiðifelagsskapir, sum umboða fiskivinnuna, um leiðir, ið veitingarskip kunnu nýta;

b. eftir at hava givið landsstýrismanninum fráboðan um úrslitið av hesum samráðingum, gera avtalu við landsstýrismannin um leiðir, sum skulu verða nýttar fyri minst møguligt at órógva fiskiveiðu uttan harvið í óneyðugan mun at økja um ferðatíðina hjá veitingarskipunum,

c. tryggja at avtalaðu ruturnar verða brúktar, um ikki atlit til trygga sigling ella trygd fyri góðs geva annan tørv, og

d. taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at ein persónur, ið tosar flótandi føroyskt, er partur av manningini á veitingarskipinum.

45.2. Loyvishavarin skal taka øll neyðug stig fyri uttan óneyðuga seinking at finna og taka burtur órudd frá virkseminum sambært loyvinum. Loyvishavarin skal samskifta við viðkomandi fiskiveiðifeløgini um hættirnar at fáa ruddað hetta órudd og skal greiða landsstýrismanninm frá úrslitinum av hesum samskiftinum. Um landsstýrismaðurin sum úrslit av hesum samskifti metir, at hátturin, ið ruddað verður upp, eigur at verða broyttur, skal loyvishavarin taka slíkar broytingar til eftirtektar.

45.3. Loyvishavarin skal beinanvegin taka støðu til krøv um endurgjald fyri skaða á ella miss av reiðskapi ella fyri mista fiskitíð.

 

 

 

 

Skjal 2 a

 

Skjal 2 a

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, fimta útbjóðingarumfar.

 

Loyvisøki

 

Viðmerking: Skjal 2 a er einans ætlað sum upplýsing. Hvørt einstakt loyvisøki verður ásett við grundarlagi í tilboðum frá umsøkjarum og avgerð hjá landsstýrismanninum.

_______________________

 

Økið, ið er fevnt av loyvinum, jvb. § 2, stk. 1.

 

Loyvið fevnir um økið í teiginum/teigunum ...., sum víst á hjálagda korti .......... við hesum hornakrosstølum:

 

Landafrøðiligt net: ETRS89

 

               BREIDD                                                  LONGD

 

Stig           Min           Sek                          Stig           Min           Sek

 

..              ..              ..                            ..              ..              ..

 

..              ..              ..                            ..              ..              ..

 

..              ..              ..                            ..              ..              ..

 

 

 

 

Skjal 2 b

 

Skjal 2 b

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, fimta útbjóðingarumfar.

 

Loyvisgjøld

 

Gjøld

 

1)   Á gildiskomudegnum, og á hvørjum ársdegi hjá gildiskomudegnum í byrjunarskeiðnum, skal loyvishavarin gjalda viðkomandi upphædd niðanfyri, falda við økisvíddini:

 

a)   Um byrjunarskeiðið hevur eitt stig A, so í stigi A: 150 DDK

b)   Um byrjunarskeiðið hevur eitt stig B, so í stigi B: 300 DDK

c)   Um byrjunarskeiðið hevur eitt stig C, so í stigi C: 1500 DDK

 

2)   Á hvørjum ársdegi hjá gildiskomudegnum eftir byrjunarskeiðið, skal loyvishavarin gjalda viðkomandi upphædd niðanfyri, falda við økisvíddini:

 

a)   Á 1. ársdegi: 1.500 DDK / km2

b)   Á 2. ársdegi: 1.500 DDK / km2

c)   Á 3. ársdegi: 1.500 DDK / km2

d)   Á 4. ársdegi: 3.000 DDK / km2

e)   Á 5. ársdegi: 12.000 DDK / km2

f)   Á 6. ársdegi: 21.000 DDK / km2

g)   Á 7. ársdegi: 30.000 DDK / km2

h)   Á 8. ársdegi: 39.000 DDK / km2

i)    Á 9. ársdegi: 48.000 DDK / km2

j)    Á 10. ársdegi: 57.000 DDK / km2

k)   Á 11. ársdegi: 66.000 DDK / km2

l)    Á 12. ársdegi og hvønn ársdag eftir hetta: 75.000 DDK / km2

 

3)   Regluligu gjaldingarnar kunnu tillagast sambært hesum ásetingum:

 

a)   Regluligu gjaldingar skulu, um landsstýrismaðurin avger tað, hækkast og seinni lækkast sambært rørslunum í prístalinum fyri Crude Oil til Refineries (almannakunngjørd í The Digest of UK Energy Statistics). Slíkar broytingar skulu fráboðast í mánaðinum frammanundan 2. ársdag hjá gildiskomudegnum eftir byrjunarskeiðið, ella onkran ársdag eftir tað, og skal áseta hækkingina ella lækkingina í gjaldinum. Broytingar í prístalinum skulu útroknast við tilvísing til eina samanbering millum tað aritmetiska miðaltalið av prístalinum fyri tvey tey seinastu árini frammanundan ætlaðu broytingini, har tøl eru tøk, og tað aritmetiska miðaltalið av prístalinum fyri tvey tey seinastu árini frammanundan gildiskomudegnum. Um hesi tøl ikki eru tøk, kann landsstýrismaðurin velja ein annan útrokningarhátt, ið hevur sama virknað sum útrokningarhátturin, lýstur omanfyri.

b)   Hækkingin ella lækkingin í gjaldinum hevur gildi á næsta árdegnum fyri gildiskomudagin eftir, at avgerðin um hækking ella lækking er tikin og fráboðað.

c)   Tillagingar kunnu ikki fáa viðføra, at gjøldini verða minni enn gjøldini, ásett í nr. 1) og 2) omanfyri

 

4)   Í hesum skjali merkir:

”Gildiskomudagur”: dagurin lýstur í nr. 3.1. í loyvinum

”Byrjunarskeið”: tað tíðarskeiðið, sum er lýst í nr. 1 í skjali 2 c á degnum, tá hetta loyvi varð givið

”Regluligar gjaldingar”: gjaldingarnar lýstar í nr. 1) og 2) omanfyri

”Økisvídd”: talið av ferkilometrum, sum loyvið fevnir um tann dagin, tá víddargjaldið fellur til gjaldingar

Um tað er eitt stig A í arbeiðsskránni, er ”stig A” tað tíðarskeiðið, sum er lýst í arbeiðsskránni á degnum hetta loyvi varð givið

Um tað er eitt stig B í arbeiðsprogramminum, er ”stig B” tað tíðarskeiði, sum er lýst í arbeiðsskránni á degnum, tá hetta loyvið varð givið

Um tað er eitt stig C í arbeiðsskránni, er ”stig C” tað tíðarskeiðið, sum er lýst í arbeiðsskránni, á degnum, tá hetta loyvið varð givið

 

 

 

 

Skjal 2 c

 

Skjal 2 c

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, fimta útbjóðingarumfar.

 

Arbeiðsskrá

 

Viðmerking: Skjal 2 b er einans ætlað sum upplýsing. Hvør einstøk arbeiðsskrá verður ásett við grundarlagi í tilboðum frá umsøkjarum og avgerð hjá landsstýrismanninum.

 

Loyvistíðarskeið og arbeiðsskrá fyri loyvið, jvb. nr. 4. 1.

 

Loyvistíðarskeiðið og arbeiðsskráin niðanfyri fevnir um tað leitingarvirksemið, sum loyvishavarin skal fremja sambært nr. 4.1, í loyvi nr. ……til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, dagfest …. , sum er galdandi fyri loyvisøkið í teigi/teigunum …, sí skjal 2 a.

 

1. Loyvistíðarskeiðið er 9 ár, býtt sundur í 3 partar (stig A, B og C). Møguligt er at fara beint til stig B ella C. Fyrsta tíðarskeið (stig A) upp á … ár við einari fastari arbeiðsskrá snýr seg um at eftirkanna tøkar dátur á loyvisøkinum. Um so er, at loyvishavarin ikki ætlar at fremja treytaðu arbeiðsskránna, gongur loyvið út, tá stig A er av.

 

2. Í øðrum tíðarskeiði (stig B) uppá ... ár skal loyvishavarin innsavna … km av egnum 2D seismiskum dátum. Av hesum skulu í minsta lagi teir … km vera innan fyri teigin/teigarnar hjá loyvishavaranum. Um so er, at loyvishavarin ikki ætlar at fremja treytaðu arbeiðsskránna, gongur loyvið út, tá stig B er av.

 

3. Í triðja tíðarskeiðinum (stig C) uppá ... ár skal loyvishavarin fremja eina boring, sum tilskilað niðanfyri:

Leitiboring(ar) skal/skulu borast ígjøgnum/til (jarðfrøðilig lýsing) ella í mesta lagi niður á …. metra dýpi, alt eftir, hvat verður rokkið fyrst. Avgerðina um at bora, ella at lata loyvið frá sær aftur, skal loyvishavarin hava tikið í seinasta lagi …

 

4. Útvegan av dátum og boringin/boringarnar skulu fara fram á dygdarbesta hátt og samsvarandi kunngerðum hesum viðvíkjandi.

 

5. Áðrenn farið verður undir arbeiðið, kann loyvishavarin biðja landsstýrismannin taka støðu til, um arbeiðið, sum ætlanin er at fremja, kann metast at lúka skyldurnar eftir arbeiðsskránni.

 

Letur loyvshavari loyvisøkið ella partar av hesum aftur, skal loyvishavarin lata landsstýrismanninum eina endaliga frágreiðing um møguleikarnar fyri kolvetnum á økinum, sum loyvishavarin hevur latið inn aftur.

 

 

 

 

Skjal 2 d

 

Skjal 2 d

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, fimta útbjóðingarumfar.

 

Loyvishavarar

 

Felag 1 - ______________

Felag 2 - ______________

 

 

 

 

 

 

Skjal 2 e

 

Skjal 2 e

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, fimta útbjóðingarumfar.

 

Freistir og um at lata øki inn

 

Gildiskomudagur er  ____________2019

 

Byrjunarskeið er 7 ár frá gildiskomudegnum

 

Seinna loyvisskeið er 6 ár frá tí, at byrjunarskeiðið endar

 

Triðja loyvisskeið er 18 ár frá tí, at seinna loyvisskeið endar