Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 12-05-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 13 A frá 12. mai 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

9. mai 2005Nr. 49

Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum og almennum útbúgvingarstovnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 22. mai 2015 1)

 

Kapittul 1

Endamál

§ 1. 1) Landsstýrismaðurin góðkennir, at skipað verður fyri stuttum framhaldsútbúgvingum á yrkisskúlum, og hevur eftirlit við teimum. Stuttar framhaldsútbúgvingar kunnu eisini skipast á almennum útbúgvingarstovnum.

Stk. 2. 1) Útbúgvingar, sum landsstýrismaðurin góðkennir, sbrt. stk. 1, fara fram á almennum útbúgvingarstovnum ella á vinnuskúla, sum er góðkendur sambært løgtingslóg um yrkisskúlar.

Stk. 3. Góðkenning sbrt. stk. 1 kann verða tikin aftur, um grundarlag ikki er fyri einari ávísari útbúgving longur.

§ 2. Útbúgvingarnar skulu

a)    á einum ástøðiligum grundarlagi geva teimum lesandi neyðugar førleikar innan ymisk arbeiðsøki og

b)   nøkta tørvin á útbúgvingum og førleikum, ið vinnan hevur.

Kapittul 2

Upptøka og innihald í útbúgvingunum

§ 3. Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur lokið eina miðnámsútbúgving.

Stk. 2. Viðkomandi yrkisroyndir kunnu eisini vera grundarlag undir upptøku til stakar lærugreinir í útbúgvingunum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingarnar, her í millum um upptøkukrøv, innihald, lestrarætlan, møtiskyldu, læraraførleika og dygdarmenningarskipan.

§ 4. Útbúgvingarnar verða skipaðar sum fulltíðarlestur ella sum stakgreinalestur.

Stk. 2. Sum fulltíðarlestur er útbúgvingartíðin vanliga ásett til í mesta lagi 2 ár. Landsstýrismaðurin kann tó góðkenna stuttar framhaldsútbúgvingar, ið kunnu vara upp til 2 ½ ár.

Stk. 3. Útbúgvingar, sum vara meira enn 2 ár, verða lagdar soleiðis til rættis, at tær kunnu gerast partur av miðallongum ella longum útbúgvingum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 5. Í útbúgvingartíðini skal skúlin vegleiða einstaka lesandi um lestrarteknikk eins og um vinnu- og lestrarmøguleikar aftaná lokna útbúgving.

Kapittul 3

Próvtøka

§ 6. Útbúgvingarnar enda við próvtøku, ið Mentamálaráðið stílar fyri í samstarvi við tann einstaka skúlan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri próvtøku, her í millum um eftirmeting, próvtøkukrøv, próvdøming, próvtøl og próvdómaraførleika.

Kapittul 4

Námsfrøðilig leiðsla

§ 7. Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar sambært hesi lóg verða framdar samsvarandi galdandi reglum.

Stk. 2. Skúlastjórin hevur ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum.

Stk. 3. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar undir prógv.

Stk. 4. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi teimum lesandi, her í millum um upptøku.

Kapittul 5

Lærarar

§ 8. Lærari, ið undirvísir sambært hesi lóg, skal hava lokið útbúgving á kandidatstigi frá hægri lærustovni. Landsstýrismaðurin kann tó góðkenna, at onnur útbúgving umframt serfrøðingavitan, ið er fingin til vega gjøgnum yrkisliga eftirútbúgving og arbeiðsroyndir, gevur undirvísingarførleika.

Stk. 2. Lærari í føstum starvi skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan hava staðið námsfrøðiliga útbúgving sbrt. reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um undirvísingarførleika í teimum einstøku útbúgvingunum, her í millum um viðkomandi útbúgving og møguligar verkligar royndir.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.

Kapittul 6

Fígging

§ 9. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til undirvísingarvirksemi, ið er góðkent sambært § 1, áðrenn útbúgvingarnar verða bodnar út.

§ 10. Fyri fulltíðarlesandi er útbúgvingin ókeypis.

Stk. 2. Stakgreinalesandi rinda eitt undirvísingargjald fyri hvørja lærugrein sambært reglum, sum landstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjøld fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi í sambandi við próvtøku.

Stk. 4. Tey lesandi skulu sjálv útvega bøkur og annað undirvísingartilfar.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri ljóstøk o.a., ið verður nýtt í undirvísingini.

Kapittul 7

Kærur

§ 11. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum máli ella kæra um avgerð, tikin í sambandi við próvtøku, her í millum um áseting av próvtali, kann leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Kæra í námsfrøðiligum máli, verður skrivliga latin skúlastjóranum innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd tí lesandi. Skúlastjórin ummælir kæruna og gevur tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans.  Málið verður sent landsstýrismanninum, saman við ummæli skúlastjórans og møguligum viðmerkingum frá kærara.

Stk. 3. Nærri reglur um kæru í sambandi við prótøku verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 8

Ymsar ásetingar

§ 12. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá reglunum í hesi lóg í sambandi við royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikarnar hjá teimum lesandi at nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldandi hægri lestri og heldur ikki um rættindi teirra í øðrum førum.

§ 13. Skúlin skal tryggja tey lesandi móti skaðum, sum tey kunnu vera fyri í undirvísingini, her í millum eisini í starvsvenjing.

Kapittul 9

Gildiskoma

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Tórshavn, 9. mai 2005

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

Jógvan á Lakjuni (sign.)

Lm. nr. 60/2004

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 22. mai 2015.