10. apríl 2003Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 20. desember 2002, verður § 1, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tá neyðugar forkanningar og prosjektering eru gjørdar av atknýttum verkætlanum, og í seinasta lagi í 2005 skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Uppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík eysturoyarmegin, og um ein veg frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyringina borðoyarmegin.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. apríl 2003
Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður