Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 1999Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8, stk. 2 verður sett inn aftaná 1. punktum:
“Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt.”
2) Í § 8, stk. 3 verður 1. punktum orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigarunum tilsøgn um, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni, kunnu verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi ella til innflutt fiskifar”, og aftaná 1. punktum verður sett inn soljóðandi áseting: “Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt”.
3) § 8, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðutølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær, nevndir í §§ 28 og 29. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting sambært reglunum í stk. 1-5.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. mai 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður